Vit eiga øll at vera góð við umhvørvið

8. juni 2021



Er nakað, ið kann festa eld í eitt kjak, so er tað stríðið millum tey, ið svørja til kreationismu og tey, ið svørja til menningarlæru. Kreationisma er trúgvin upp á, at lívið, jørðin og alt universið er skapað av einari guddóms megi við "serligari skapan" og ikki náttúrligari menning ella evolutión. Hesi kjak kunnu vera áhugaverd, men eru sjáldan serliga fruktagóð. Ofta enda partarnir við at skjóta eftir hvørjum øðrum úr alsamt djúpri skotgrøvum.

 

Fólk kunnu kjakast um hetta stríðsmál heilt fram til dómadag. Tað umráðandi er tó at gera nakað gott fyri umhvørvið. Um tú sært náttúruna sum Guds Skapanarverk ella eitt úrslit av einari menning, er veruleikin tann, at vit øll eru sett í heimin at røkja jørðina og tess virði best møguligt.

 

Vit hava vant okkum við at síggja samfelagið út frá búskaparligum hugtøkum.

 

Búskaparvøkstur er vorðin ein nýggjur “átrúnaður”, ið lættliga yvirtrumfar bæði andaliga lívið og ikki minst skapanarverkið. Vit leggja fegin náttúruvøkur øki undir heilt fyri búskaparligan løtuvinning. Somu lagnu hava nógv siðsøgulig øki fingið gjøgnum árini. Bara hendingaferð taka vit okkum saman at varðveita vakurleikan í náttúruni, okkum er givin. Vakra økið kring Toftavatn er eitt dømi um slíka náttúruperlu, ið nú kemur fólki og djóra-/plantulívi til gagns. 

 

Kring alt landið kunnu vit vísa á grøn øki, ið hegnisliga eru varðveitt og nú eru stór aktiv fyri borgararnar í ymiskum økjum: Úti í Grøv í Klaksvík, Hoydalar í Havn, Vestur Innandals í Fuglafirði og Múlavík á Eiði - bara fyri at nevna nøkur dømi.

 

At lata grøn øki koma borgarunum til góða er góður grønur politikkur. Hetta økir tilvitskuna um skapanarverkið og fær okkum at seta nógv størri prís á okkara fjølbroytta djóra- og plantulív, umframt stórbæru og veðurbrýndu landsløgini. 

 

At skilja burturkast hevur týdning

Hetta merkir ikki, at vit nýtast at vera umhvørvisfrelst og liva sum verðinsnoktandi einabúgvar. Vit kunnu saktans varðveita og menna okkara nýmótans lívsstíl, samstundis sum vit hugsa okkum betri um.

 

Øðrumegin kunnu vit hugsa okkum um, so vit ikki brúka óneyðuga nógv tilfar í okkara framleiðslu og í okkara húskjum. Hinumegin kunnu vit eisini menna skipanir, soleiðis at burturkast ikki endar í náttúruni, men verður endurnýtt á skilvísan hátt.

 

Eg haldi, at IRF hevur víst á nógvar góðar loysnir hesum viðvíkjandi, og eg vil heita á kommunurnar um at halda fram við góða arbeiðnum at skilja rusk. Eisini fingu vit herfyri eina sólskinssøgu um Skála skúla, ið vann veðurlagsvirðislønina hjá Lærarafelagnum. Nógv gott hendir í hesum landi, og tað er kærkomið, at slíkt uppbyggjandi arbeiði verður viðurkent.

 

Sum løgtingslimur varði eg hinvegin beinleiðis av landsins stovnum, har burðardygd ikki altíð verður tikin nóg seriøst.

 

Vit áttu at kravt, at almennir stovnar í nógv størri mun vísa veg viðvíkjandi at skilja burturkast. Sum nú er tykist nærum øvut: at privatir aktørar eru nógv meira tilvitaðir at skilja burturkast og at stremba móti burðardygd. Hetta er sjálvandi, tí kundarnir á marknaðinum krevja tað. 

 

Vit sum borgarar og politikarar eiga eisini at krevja hetta av almenna geiranum.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur