Steno Diabetes Miðstøð Føroya í eygsjón

11. juni 2021



Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnurin hava nú gjørt formliga samstarvsavtalu um at seta á stovn eina diabetesmiðstøð í Føroyum.

 

Diabetesmiðstøðin fer at eita Steno Diabetes Miðstøð Føroya.

 

Tað yvirskipaða málið við samstarvinum er at leingja um livialdurin og betra lívsgóðskuna hjá fólki við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum.

 

Hetta er eitt av okkara politisku málum í samgonguni og hjá Sambandsflokkinum - og eg havi eisini fingið andstøðuna við í hesa verkætlanina.

 

Næsta stig í stovnanini av Steno Diabets Miðstøð Føroya, er at gera eitt sokallað handrit fyri at stovna miðstøðina, sum skal gerast í 2022. Í hesum handritinum verður verkætlanin útgreinað í smálutir, og tilgongdin at seta í verk miðstøðina verður lýst stig fyri stig.

 

Við støði í hesi handriti, sum skal góðkennast av bæði føroyska heilsumálaráðharranum og nevndini í Novo Nordisk grunninum, byrjar ítøkiliga arbeiðið við at gera miðstøðina til veruleika og skapa innihald í virksemi.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

landsstýrismaður í heilsumálum


RN


Aftur