Harðskapur í parlagi og nærsambondum skal steðgast

11. juni 2021



Sambandsflokkurin stigtakari

Tað var Sambandsflokkurin í ABC-samgonguni frá 2009, sum tók stig til at gera eina heildarætlan fyri harðskap í parlagi og nærsambondum. Henda uppgávan bleiv sett í gongd seinast í november 2010, av Jóhan Dahl, fyrrv. landsstýrismanni í javnstøðumálum, í tøttum samsvari við meg sum tá landsstýriskvinnu í almannamálum, og landsstýrisfólkunum í Innlendismálum og Heilsumálum - tað vóru vit bæði frá Sambandsflokkinum, sum tóku ítøkiliga stig til at gera hesa heildarætlan.

 

Arbeiðið at gera eina heildarætlan í 2010, fyri at fyribyrgja harðskapi í parløgum og nærsambonum, varð sett í verk beinanvegin eftir, at Amnesty Føroyar kom við einari áheitan til politikarar, um at arbeiða fyri at steðga harðskapinum ímóti kvinnum í parlagi og nærsambondum.

 

Í mínari røðu á hesum degnum, nevndi eg m.a., at eg sum privatpersónur og sum politikari hevði fingið, og fái tað enn, at hoyra søgur frá kvinnum um harðskap í heiminum. Teirra  lagnusøgur eru einki annað enn skelkandi. Og tær menniskjaligu avleiðingarnar eru vanlukkuligar.

 

Við nýggju ABC-samgonguni í 2015 vórðu stig tikin til og lunnar lagdir undir at fáa gjørt heildarætlanina fyri harðskap í parlagi og nærsambondum til eisini at fevna um kynsligan ágang, samstundis var tað eisini eitt samt løgting, sum stóð aftanfyri.

 

Vit kunnu nú siga um allar nýggjastu kanningina um harðskap og ágang, sum alment varð løgd fram herfyri, at henda nú veruliga hevur sett hol á svullin.

 

Ongantíð góðtaka harðskap

Vit skulu ongantíð góðtaka, at nakar nakrantíð verða útsettur fyri, ella verður noyddur at vera áskoðarar til likamligan, sálarligan ella kynsligan ágang, hvørki sum barn ella sum vaksin fólk.  

 

At verða beinleiðis útsettur, og/ella at vera vitni til harðskap, hevur álvarsligar fylgjur.

 

Fyri tey flestu eru fylgjurnar vanlukkuligar og seta síni spor alt lívið. Tað vísa kanningarnar eisini, sum nú fyri fyrstu ferð eru gjørdar av Lóður saman við Almannamálaráðnum og Setrinum. Kanningin hevur verið sera hart tiltrongd, sum vit nú eisini síggja. Fylgjurnar, sum kanningin vísir, er lemjandi.

 

Vit hava ikki fyrr havt nakra kanning, sum ítøkiliga hevur víst, hvussu nógv hava verið og eru úti fyri harðskapi í Føroyum. Nú vita vit tó nøkulunda, hvar vit eru stødd á hesum økinum. Tó so, so hava vit hagtølini frá  Barnaverndarstovu Føroya, Kvinnuhúsinum,  og løgregluni, sum eina ábending - tað kann mann siga bara er toppurin av ísfjallinum.

 

Støðan er ikki betur í Føroyum

Vit hava fyrr mett okkum eftir, hvat kanningar í okkara grannalondum vísa, og hava vónað, at støðan hjá okkum ikki er sum aðrastaðni. Tíverri so er støðan ikki betur her hjá okkum enn aðrastaðni.

 

Tað eru frágreiðingar úr heimum fullum av ótta og einari ótømandi skuldarkensla hjá øllum í húskinum.

 

Spurningarnir, sum settir verða er, hví gjørdi eingin nakað, øll vistu tað jú?

 

Frásagnirnar hava eitt í felag - tær verða fortaldar í tátíð. Altso aftaná, at ein er komin úr tí ræðuleika, sum tað er at liva í einari harðskapsraktari familju.

 

Evnið er fevnt av tabu og larmandi tøgn, og er tað enn í Føroyum.

 

Vit hava greiðar ábendingar um, at sálarligur, likamligur ella kynsligur ágangur ikki er steðgaður ella minkaður niður í onki. Verður hugt eftir hagtølunum  á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovu Føroya, so vóru til samans 71 mál av hesum slagi í 2019, 85 mál í 2018 og 42 mál í 2017. Tølini fyri 2020 eru ikki tøk enn.

 

Í 2013 kom út bókin undir heitinum “Um bara hann slóð meg” eftir Súsonnu O. Skaale. Allar søgurnar eru bygdar á veruligar hendingar úr Føroyum. Hendingar úr hesari bókini blivu eisini gjørdar til leik á Tjóðpalli Føroya. Her kundi mann veruliga seta seg inn í tær óhugnaligu, ja ótespiligar støðurnar, sum ímyndar dagligdagin hjá nøkrum av teimum, sum eru fyri harðskapi. Fyri meg sum lesara gjørdi tað ilt, men so at verða  áskoðari, var tað sum sjálvur at verða sálarliga bardur av eina løtu. At ímynda sær, at eitt barn skal verða vitni til hesar hendingar, ella at fólk veruligani eru fyri hesum upplivingum, er grátuligt.

 

Í kanningini, sum Lóður hava gjørt eru umleið 2.000 tilvildarliga vald fólk í aldrinum 18-75 ár spurd, og umleið 1.100, ella 51 % hava svarað. Meira enn ein triðingur av teimum søgdu seg hava verið fyri onkrum slagi av harðskapi, og meira enn fimti hvør hava verið fyri kynsligum ágangi, hetta eru ræðandi tøl.

 

Og hyggja vit so eftir avleiðingunum, so kunnu vit skjótt síggja fylgjurnar, og sum kanningin vísir, so eru tað fólk, sum eru sera illandi fyri. Fólk, sum fáa almannahjálp, fyritíðarpensjón, eru arbeiðsleys og fáa sjúkradagpening. Tá hetta er sagt, so síggja vit ikki alla fjøldina, sum eisini eru útsett. Tí harðskapur finnist í øllum samfelagsløgum, høgum sum lágum, um ein kann loyva sær at siga soleiðis.

 

Fólkuheilsuráðið hevur eisini gjørt kanningar um sálarligu støðuna hjá føroyingum, sum heldur ikki sær so gott út, spurningur er so - er harðskapur møguliga eisini ein orsøk?

 

Vit kunnu nú  siga um hesa nýggjastu kanningina, at hol nú veruliga er sett á svullin.

 

Politiskt hava vit tikið støðuna í størsta álvara

Tað var eingin ivi í mínari sál, at hetta vildi eg verða við til í 2010. Tað var Vinnumálaráðið, sum umsat javnstøðumál, sum fekk ábyrgdina av at samskipa arbeiðið. Vit vórðu skjótt samd um, at tað var eina heildarætlan vit vildu hava og fóru eftir. Samstundis bleiv ein politiskur fylgibólkur settur, har umboð fyri allir flokkar luttóku.

 

Arbeiðið gekk skjótt og væl,  longu á altjóða kvinnudegnum 8. mars í 2011 var heildarætlanin harðskapur í parlagi og nærsambandi handað við 18 ítøkiligum átøkum, sum eru sett í verk. Størsti  dentur verður lagdur á upplýsing, undirvísing, viðgerðartilboð o.a.

 

Sjálvt um kynsligur ágangur kemur undir harðskap, so var avgjørt, at harðskapsætlanin seinni skuldi víðkast, soleiðis at vit fingu eina heildarætlan fyri kynsligan ágang, tí í henni skuldi fleiri munandi átøk gerast. Bleiv alt arbeiðið sett í gongd í senn, so var ikki gjørligt at gera eina heildarætlan fyri parløg og nærsambondum so skjótt.

 

Tá samgonguskjalið bleiv orðað í 2015 bleiv gjørt av, at harðskapsætlanin skuldi víðkast við eini heildarætlan fyri kynsligan ágang burturav. Eitt samt Løgting, samtykti eisini, at ein serliga heildarætlan um kynsligan ágang skuldi gerast, tí kynsligur ágangur var mett at verða meira umfatandi og kravdi fleiri átøk, og so varð eisini. Heildarætlan fyri kynsligan ágang, var handað 19. mars 2015 við 8 ítøkiligum átøkum.

 

Hvussu náa vit á mál?

Mín spurningur er so. Hvussu røkka vit hesum fólkunum, sum hava so stórar líðingar?

 

Í kanningini síggja vit, at fleiri eru undir Almannaverkinum.

 

Ein kanning er nú gjørd, fólk hava svarað, skulu hesi so bara siga frá í einari kanning, og tað var so tað?

 

Hvørjar forvæntingar hava hesi fólkini nú fingið, eftir at tey hava svarað spurningum. Nú er sagt A, so nú er neyðugt at siga B eisini. Vit mugu kannað eftir um tað ikki er neyðugt at seta inn við hjálp, um tørvur er á tí.

 

Mín hugsan er, at Almannaverkið við sínari servitan, eigur at hava samband við hesar málbólkar, fólkini sum hoyra undir teirra skipan, og veita teimum ráðgeving, stuðul og hjálp.

 

Verður hugt víðari, so eru tað eisini fleiri í kanningini, sum eru í  barnsburðarfarloyvi. Hetta eru mammur við pinkubørnum, sum hava tað trupult. Til hesar kvinnur eiga heilsufrøðingar at koma inn í myndina og veita ráðgeving og hjálp.

 

Tað er ikki tín skomm

Vit mugu koma burturúr, at tað er skomm at verða úti fyri harðskapi. Tað kann raka ein og hvønn - harðskapur finst í øllum samfelagsløgum.

 

Vit mugu øll standa saman - taka støðuna í álvara og hjálpa og stuðla hvørjum øðrum.

 

Tann, sum fremur harðskap hevur eisini brúk fyri hjálp, ella heldur tað bara fram aftur og aftur.

 

Tað er ongin politikari, sum kann verða stoltur av at brúka hesi tølini sum bringuprýðið. Tølini og avleiðingarnar eru lemjandi, tað er neyðugt framyvir at taka nøkur álvarslig  stig, fyri at forða fyri harðskapi og læra  børn og vaksin, at tað ikki skal góðtakast at útseta nakran ella at sjálvur verða útsettur fyri harðskapi.

 

Vit eiga at seta ár 2022 til at verða árið, har ljós verður varpað á harðskap og kynsligan ágang, við boðskapinum um at basa harðskapi og ágangi - og krevja eina null-hugsjón á hesum økinum.

 

Tað er cool at siga frá - skomm og skuldarkenslur skulu ruddast av vegnum.

 

Við stoltleika skulu vit - øll í felag - útrudda harðskap í Føroyum.

 

Rósa Samuelsen

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur