Ársveitslan hjá Sambandsflokkinum

15. juni 2021


leygarkvøldið 25. september, kl. 19.00 - nu er klárt at melda seg til


Sambandsflokkurin skipar fyri ársveitslu, leygarkvøldið 25. september 2021, kl. 19.00 - sama dag, sum Landsfundurin verður hildin.

 

Veitslan verður hildin í Klaksvík, í nýggju hølunum hjá Garpar, Stangavegur 23.

 

Matarskrá verður við 3 rættum, íroknað drykkivørur.

 

 

Undirhald verður til veitsluna.

 

Kostnaðurin er 250 kr. fyri hvønn, og peningurin verður at flyta á konto í Bank Nordik, reg.nr. 6460 - kontonr. 548.652.3, og viðmerkjast skal Fornavn og Eftirnavn. Tá bankaflytingin er gjørd, er tilmeldingin til ársveitsluna farin fram.

 

Freistin at tekna seg er týsdagin 21. september 2021.

 

Um fólk sjálvi ynskja tað, kann leigast kamar, við morgunmati. Ringjast skal til Hotel Klaksvík, tlf. 455333, og viðmerkjast skal, at talan er um ársveitslu hjá Sambandsflokkinum.

 

Møguligir spurningar kunnu svarast við at venda sær til skrivstovuna, tlf. 312492.

 

Vinaliga

 

Sambandsflokkurin



Aftur