Útreiðslur til rehabilitering á heilsuøkinum?

6. august 2021


Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur 4. august, sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), um hvussu stórar útreiðslurnar til rehabilitering eru á heilsuøkinum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hvussu stórar vórðu samlaðu útreiðslurnar til rehabilitering á heilsuøkinum, t.v.s. til endurvenjing og endurmenning - í 2018, 2019, 2020 og játtan 2021?

2. Hvussu vórðu útreiðslurnar býttar á tey 3 sjúkrahúsini hetta sama tíðarskeiðið?

3. Hvussu vórðu útreiðslurnar býttar á málbólkar ella slag av sjúkum hetta sama tíðarskeiðið?

4. Hvussu stóra játtan er ætlanin at seta av á fíggjarlógini til rehabilitering í 2022 og 2023?

5. Kann landsstýrismaðurin geva eina stutta frágreiðing um, hvussu innihaldið í samstarvinum millum heilsuøkið og kommunurnar um rehabilitering er skipað?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at tað eru nógvir føroyingar, sum hava tørv á rehabilitering. Rehabilitering byggir á ta fortreyt, at talan er um viðgerð í longri tíðarskeið. Sjúkralegur í styttri tíðarskeið krevja ikki tað sama av avvarðandi, arbeiðsbyrða og familjulív - ein læknafaklig meting.

 

Rehabilitering fyrigongur bæði á heilsuøkinum og almannaøkinum, og tí hevur landsstýrismaðurin í almannamálum fingið ein fyrispurning um sama evni.

 

Tað er trupult í løtuni neyvt at lýsa, hvør fíggjarlig orka verður brúkt ella er markað til rehabilitering í Føroyum, t.d. býtt á sjúkrahús, málbólkar og sjúkuslag.

 

At enda sigur Johan Dahl, í sínum viðmerkingum, at tað er altavgerandi at vita, hvør fíggjarlig orka verður brúkt upp á verandi skipanir, hvussu vit raðfesta avmarkaðu fíggjarligu orkuna og ikki minst, um tørvur er á at umraðfesta og umskipa rehabiliteringsøkið - við borgaranum í fokus. Tí verður hesin fyrispurningur settur

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur