Tjóðleikhús - fyri alla tjóðina

9. august 2021



Viðhvørt undrast ein á, hvat hugtakið “tjóð” merkir. Føroya tjóð merkir sum vera man nakað tað sama sum Føroya fólk. Við øðrum orðum er talan um nakað, ið er galdandi fyri allar føroyingar.

 

Orðið tjóð - verður í alsamt størri mun knýtt at øðrum orðum: vit kunnu nevna Tjóðsavn, Tjóðskjalasavn o.s.fr. Við hetta lag verður Landsbóksavnið skjótt umdoypt til Tjóðbókasavn, Landsverk til Tjóðverk, Landssjúkrahúsið til Tjóðsjúkrahúsið og Landsstýrið til Tjóðstýrið. Hvør veit.  

 

Nýggjasta skotið á bulinum er “Tjóðpallur”. Her er talan um ein nýggjan bygning/stovn, ið - sjálvandi, siga sentralistarnir - má vera í Havn. Onkursvegna liggur í orðinum, tjóð-, at tað hevur nakað við Havnina at gera. Men so er ikki. Líka mikið um stovnar eita okkurt við lands- ella tjóð-, so er talan um stovnar fyri alt fólkið, ikki bara fyri havnarfólk.

 

Almennu Føroyar kring landið

Almennu Føroyar - tað, vit í gerandistalu rópa “Landið” - hoyra ikki bara heima í Havn.

 

“Landið” hoyrir heima kring landið!

 

Seinastu árini eru nakrir landsstovnar lagdir í ymiskum økjum, og hendan góða gongd eigur at halda fram. Hetta er við til at skapa trivnað, møguleikar og trygg almenn arbeiðspláss kring landið - ikki minst til kvinnurnar, ið sambært hagtølunum hava størri hug á almennum enn privatum størvum.

 

Tí eri eg positivur fyri at leggja Tjóðpallin aðrastaðni enn í Havn.

 

Fremsta orsøkin er, at okkum tørvar at spjaða tað almenna - tjóðina - kring um landið.

 

Men harumframt slepst undan trupulleikanum, at alt verður kroyst saman miðskeiðis í Havnini, har atkomuviðurskiftini eru út av lagi vánalig. Vit síggja longu nú, hvussu trupult tað er at finna parkeringpláss við Norðurlandahúsið.

 

Ein Tjóðpallur á Bursatanga hevði verið ein enn størri komedia.

 

Grundgevingin við, at ein Tjóðpallur má vera nærhendis matstovur heldur ikki, tí matstovur eru eisini í øðrum býum kring landið. Ja, ein Tjóðpallur hevði heilt víst verið við til at styrkt matstovuvirksemið í tí býi, har hann kemur at liggja.

 

Tunlarnir ganga báðar vegir

Seinastu árini eru gjørdar nógvar og dýrar íløgur í samferðslukervið.

 

Í 1992 fekk Norðstreymoy ómakaleyst samband við Havnina, í 2002 vórðu Vágarnar knýttar at meginlandinum og í 2006 eisini Norðoyggjarnar. Í fjør varð Eysturoyggin knýtt nærri at Havnini, og um nøkur ár verður eisini Sandoy partur av meginlandinum. Øki fyri øki eru knýtt saman og kunnu nú virka sum ein eind.

 

Einaferð verður eisini Suðuroyggin partur av hesi eind - og kanska eisini Kalsoyggin, hvør veit?

 

Ein grundgeving hevur verið, at tað skuldi vera lættari at sleppa til Havnar. Mikið skilagott.

 

Men grundgevingin gongur eisini øvutan veg, tí nú er eisini lættari hjá havnarfólki at sleppa út í økini.

 

Tí er eisini tíð upp á at sleppa tankanum um, at alt, ið byrjar við “tjóð-“ partú má liggja í miðbýnum í Havn, har atkomuleikin er ein áhaldandi trupulleiki.

 

Trupulleikin liggur ikki í infrakervinum, men í mentalu forðingini hjá summum havnarfólkum at leita sær út í hini økini í landinum.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur