Fjarskiftisøkið er á føroyskum hondum

17. august 2021



Føroyar og Danmark samráðast um, hvussu lóggevast skal í samband við trygdina á fjarskiftisøkinum.

 

Kortini er eingin ivi um, at vit í Føroyum fara at gera av, hvat stendur í nýggju lógini.

 

Tað sigur løgmaður m.a. í svari til skrivligan fyrispurning frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.

 

Talgilding og tøknilig frambrot av ymiskum slag broyta gerandisdagin hjá øllum og krevja dagførdar lógarkarmar, ið tryggja fólk móti ótilætlaðum hendingum ella brúki av upplýsingum.

 

Eins og onnur lond, hevur Danmark í hesum sambandi fingið nýggja lóg um veitaratrygd á fjarskiftisøkinum.

 

Danski forsætisráðharrin hevur sett fram ynski um, at líknandi lóggáva kemur í gildi í Føroyum. Hesum tekur løgmaður undir við.

 

“Fyri at taka saman um, so eru vit í eini samráðingartilgongd, men tað skal eingin ivi vera um, at tað eru vit í Føroyum, sum hava síðsta orðið, tá ið tað kemur til innihaldið í lógini og sjálvan lógartekstin,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svarinum.

 

Les her: Svarið frá løgmanni

 


RN


Aftur