Vælferð og rehabilitering raðfestast høgt framyvir

4. oktober 2021



Psykiatrisk skaðastova, rúsevnisfyribyrging, krabbameinsætlan og rehabilitering eru millum raðfestingarnar innan vælferð í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022.

 

Tað er gleðiligt, at hesi sonevndu bleytu virðini verða raðfest, tí vælferðin hjá føroyska borgaranum skal altíð vera fyrsti prioritetur. Meginparturin av hesum raðfestingum hoyra heilsumálum til, og tað sæst aftur, hvør flokkur situr við borðendan í heilsumálum, tí hesar raðfestingar samsvara við tey vallyfti, ið Sambandsflokkurin fór á val uppá.

 

Tørvurin á rehabilitering og viðlíkahaldsviðgerð í Føroyum eru millum tey mál, ið vit í Sambandsflokkinum, og eg persónliga, raðfesta høgt og hava varpað ljós á seinastu tíðina.

 

Tørvurin á rehabilitering í Føroyum

Ein politisk avgerð varð tikin í 2015 um at staðseta rehabilitering í Føroyum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og við einari hækkaðari játtan í 2020 varð tilboðið ment við neurologum og einari samstarvsavtalu við Vejlefjord Rehabiliteirng.

 

Síðani økið varð uppraðfest, eru sprotnar nógvar sólskinssøgur burturúr og tað vísir seg, at tá ein sjúklingur kemur heim í føroyska heimliga umhvørvið o.a., ger hann eitt lop í menningini.

 

Ein rehabiliteringsdepil

Tað, sum eg, og fleiri afturat mær sakna í núverandi skipan, og sum vit fara at arbeiða fyri komandi tíðina, er ein rehabiliteringsdepil.

 

Ein rehabiliteringsdepil, sum skal virka sum ein samskipað tvørfaklig heildartænasta til kropsliga, sálarliga og sosiala viðgerð.

 

Rehabiliteringsøkið tykist í dag at vera ov spjatt og óskipað, og tað skal gerast okkurt við. Hóast samskifti er millum økini og arbeitt verður miðvíst ímóti einum góðum samstarvið, eru karmarnir ikki nøktandi til endamálið.

 

Tað eru avmarkaðir framtíðarmøguleikar fyri menning í verandi skipan.

 

Ítøkilig ætlan

Ein ítøkilig ætlan krevst fyri eina slíka heildartænastu, ið hevur til endamáls at hava brúkaran í fokus, umframt tey avvarðandi. Eitt depilskonsept vil gagna viðgerðarmøguleikunum og gagnnýta ta raðfestingina økið nú hevur fingið, arbeiðast skal framyvir ímóti at optimera játtanina enn meir fyri at menna økini.

 

Høga raðfestingin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022 er altavgerandi fyri, at hetta kann setast í gongd og gerast veruleiki.

 

Rósa Samuelsen

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur