Vøkstur og grøna kósin ganga hond í hond

15. oktober 2021



Er búskaparvøkstur ikki burðardyggur, so er ikki talan um veruligan vøkstur.

 

Hetta segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað í røðu á Arctic Circle Assembly í Reykjavík í kvøld. Heitið á røðuni var “The Faroe Islands in the New Arctic.”

 

Løgmaður greiddi millum annað frá føroysku støðuni í sambandi við veðurlagsbroytingar og verjupolitiskar spenningar í arktiska økinum.

 

Eisini greiddi hann frá, hvat verður gjørt í Føroyum fyri at minka um CO2 útlátið, og hvussu Føroyar samstarva í altjóða høpi fyri at røkka einum meira burðardyggum Arktis.

 

“Tíverri eru tíðindi úr Arktis sjáldan góð tíðindi. Avbjóðingarnar eru nógvar, og tær eru ymiskar. [...] Tað er avgerandi, at vit finna javnvágina millum búskaparliga framgongd øðrumegin, uttan at hetta gongur út yvir umhvørvið hinumegin. [...] Vit skapa virði í okkara samfelag, uttan at oyðileggja møguleikan hjá komandi ættarliðum at gera tað sama.

 

Vit skulu vera fremst á grøna økinum, tí nýskapandi loysnir kunnu roynast og mennast í Føroyum. [...] At vinnulív okkara raðfestir grøna skiftið og minkar nógv um sítt útlát, er eisini sterk ábending um, at vit bæði kunnu vaksa og eiga at vaksa, hóast vit miðja móti eini grønari framtíð, segði Bárður á Steig Nielsen.

 

Arctic Circle Assembly er árlig ráðstevna, sum íslendski forsetin Ólafur Ragnar Grímsson skipar fyri, og har fólk úr øllum heiminum luttaka. Breiða luttøkan hevur týdning, tí soleiðis leggur ráðstevnan dent á, at avbjóðingarnar í Arktis ikki bara eru arktiskar, men eisini globalar avbjóðingar, helt løgmaður eisini fyri í røðuni.

 

Les alla røðuna á enskum: Her

 

Sambandsflokkurin

 

Kelda: Løgmansskrivstovan


RN


Aftur