Heimsins besta rættarsamfelag

18. oktober 2021



Danmark er, sjeynda árið á rað, kosið at vera heimsins besta rættarsamfelag.

 

Tað er stovnurin World Justice Project, sum síðani 2009 hevur gjørt eitt yvirlit yvir heimsins rættarsamfeløg, ið er komin til hesa niðurstøðuna.

 

Føroyar eru, gjøgnum ríkisfelagsskapin, partur av donsku rættarskipanini, og hesin limaskapur kostar okkum ikki eina krónu.

 

139 lond og løgdømi eru við í yvirlitinum, har okkara rættarskipan støðugt liggur á ovasta plássi. Á næstu plássunum liggja Noreg, Finnland og Svøríki.

 

Kanningin er gjørd við at spyrja 138.000 húski og 4.200 serfrøðingar, um hvussu rættarsamfelagið virkar og kennist í teirra dagligdegi.

 

Hóast vit kunnu fegnast um at vera partur av heimsins besta rættarsamfelag, so er altíð okkurt, sum kann gerast betri, og tí eiga vit framhaldandi at stremba eftir at gera betringar.

 

Sambandsflokkurin vil virka fyri, at føroyingar varðveita sítt pláss í heimsins besta rættarsamfelag.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur