Ognarskattur - eitt álop á privatan ognarskap

23. november 2021



Politikkur er ein meldur av øllum møguligum meiningum, og soleiðis eigur tað at vera í einum fólkaræði. Tær avgerðir, ið verða tiknar eru í flestu førum meðalloysnir, ið tey fæstu eru heilt nøgd við, men tey flestu kunnu liva við.

 

Viðhvørt er tó neyðugt at steðga á í meldrinum og hyggja eftir hvat samfelag man ynskir at hava.

 

Hvat er tað góða samfelagið? Hetta er ein grundleggjandi hugsjónarligur spurningur.

 

Ein av grundsúlunum undir tí góða samfelagnum er privati ognarskapurin. Eitt samfelag, har tey flestu hava møguleika at byggja sína tilveru á ognir, er eitt trygt og gott samfelag. Ognarskapur gevur stabilitet í tilveruni og er eitt fast haldipunkt, ið eisini gevur eitt trygt og fast tilknýti til lokalsamfelagið og samfelagið sum heild.

 

Í prinsippinum tosa vit her um allar ognir, men ein serligur hornasteinur í samfelgnum eru fastognir.

 

At eiga og at røkja eru tvær síður av somu søk. Eigur tú eini hús, ynskir tú at røkja tey so væl sum gjørligt, bæði fyri egna nyttu, men eisini við tí fyri eyga, at tey skulu kunna seljast einaferð í framtíðini.

 

Mugu geva ungum familjum betri atgongd at búseta seg

Tíverri er tað vorðið alsamt tyngri hjá yngri ættarliðunum at ogna sær fastogn, og tað er ein vanlukkulig gongd. Vit áttu at havt skipanir, ið gera tað lættari at fáa fótin inn um bústaðamarknaðin. Tað kundi verið, at rentustuðulin fyri framtíðar lán kundi verið meiri málrættaður teimum, ið enn ikki hava havt møguleika at savna sær ognir. Kanska kundi partur av rentustuðlinum verið umskipaður til lágrentað eginfíggingarlán. Tá stuðla vit í botninum heldur enn í toppinum av bústaðamarknaðinum.  

 

Tað kann eisini vera ein hjálp hjá ungum, ið ynskja at seta búgv á smærri plássum.

 

Eigur tú longu ognir, er munandi lættari at keypa sær nýggjar ognir. Trupulleikin er at fáa fótin inn um fyrstu ferð.

 

Tað er ein reellur vansi, at fólk, ið longu eiga eitt ella fleiri hús, keypa bústaðir inn undir seg, fyri síðani at leiga út. Hetta ger tað uppaftur truplari hjá ungum at ogna sær ein bústað.

 

Sum skilst ynskir borgarstjórin í Skálavík sær nú leiguíbúðir í staðin fyri ognaríbúðir, tí ognaríbúðirnar sannlíkt enda sum summarhús, heldur enn sum bústaðir hjá nýggjum skattaborgarum.

 

Ognarskattur er eingin loysn

Nøkur peika á ognarskatt sum ein hátt at minka um spekulatión í bústøðum. Hetta er tó eitt vána amboð.

 

Heldur átti eitt nógv greiðari skilmark at verið sett á, hvat eru frítíðarbústaðir og hvat eru heilársbústaðir. Frítíðarbústaðir kundu so goldið nøkur eyka gjøld fyri ítøkiligar tænastur, ið fastir íbúgvar rinda yvir kommunuskattin. Nakað fyri nakað.

 

Men ognarskattur er sum heild bara ein háttur at gera privatan ognarskap minni attraktivan, og tað er ein greið leið móti einum samfelagi, vit ikki eiga at ynskja okkum.

 

Vit eiga hinvegin at gera inntriv, ið tryggja flest øllum atgongd til privatan ognarskap, so tey í størst møguligan mun kunnu tilrættisleggja sína egnu tilveru.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkurin


RN


Aftur