Ársveitslan hjá Sambandsflokkinum

9. desember 2021


leygarkvøldið 12. mars, kl. 19.00 - nu er klárt at melda seg til


Sambandsflokkurin skipar fyri ársveitslu, leygarkvøldið 12. mars 2022, kl. 19.00 - sama dag, sum Landsfundurin verður hildin.

 

Veitslan verður hildin í Tórshavn, á Hotel Hafnia.

 

Matskrá verður við 3 rættum, íroknað drykkivørur.

 

 

Undirhald verður til veitsluna.

 

Kostnaðurin er 250 kr. fyri hvønn, og peningurin verður at flyta á konto í Bank Nordik, reg.nr. 6460 - kontonr. 548.652.3, og viðmerkjast skal Fornavn og Eftirnavn. Tá bankaflytingin er gjørd, er tilmeldingin til ársveitsluna farin fram.

 

Freistin at tekna seg er týsdagin 8. mars 2022.

 

Um fólk sjálvi ynskja tað, kann leigast kamar, við morgunmati. Ringjast skal til Hotel Hafnia, tlf. 313233, og viðmerkjast skal, at talan er um ársveitslu hjá Sambandsflokkinum.

 

Møguligir spurningar kunnu svarast við at venda sær til skrivstovuna, tlf. 312492.

 

Vinaliga

 

Sambandsflokkurin



Aftur