Vakstrarforum - burðardygg virðisskapan, varandi vælferð

15. juni 2022


- 164 tilmæli til framgongd og trivnað


Vakstrarforum hevur virkað í 18 mánaðir og endaði sítt arbeiðið í gjár. Úrslitið er 6 frágreiðingar og 164 tilmæli. Bólturin liggur nú hjá politisku skipanini.

 

- "164 uppskot til betringar í samfelagnum er ein fongur fyri okkum politikarar, men tað er eisini ein avbjóðing. Tí nú er spurningurin bara, hvussu væl vit tora at taka djarvar avgerðir, sum kunnu skapa varandi vøkstur og trivnað langt inn í framtíðina. Mín áheitan til samgongu- og andstøðupolitikarar er, at hetta verður júst tað vit gera komandi tíðina,” sigur Bárður Nielsen, løgmaður.

 

Les meira: Vakstrarforum - burðardygg virðisskapan, varandi vælferð

 

 

Kelda: Løgmansskrivstovan


RN


Aftur