Eitt aðalráð broytir ikki ríkisfelagsskapin

28. juni 2022



Tað hevur elvt til politiskt kjak, at Konservativi flokkurin í Danmark hevur boðað frá, at flokkurin er sinnaður at stovna eitt aðalráð fyri Føroyar og Grønland.

 

Loysingarsinnaðir politikarar í Føroyum, sum annars høvdu mestsum gloymt alt um loysing, vaknaðu sum við kaldan dreym, tá hesi tíðindi bórust, og skjótt høvdu tey funnið orð sum “hjálandaveldi” fram úr gloymskuni. Og so varð farið undir at mála eina veruleikafjara mynd á veggin, har boðskapurin var, at nú skuldi vald flytast úr Føroyum til Danmarkar.

 

Men hetta hevur einki við veruleikan at gera, tí karmarnir um ríkisfelagsskapin liggja púra fastir. Vit hava eina grundlóg, sum er galdandi fyri allar partar av ríkinum, og vit hava eisini eina heimastýrislóg, eina yvirtøkulóg og eina uttanríkispolitiska heimildarlóg, sum bæði Løgtingið og Fólkatingið hava samtykt. Hesar eru lógarfesti karmurin um ríkisfelagsskapin. Um onkur donsk stjórn ella okkurt føroyskt landsstýri stovnar eitt aðalráð afturat, broytir ikki ríkisfelagsskapin við einum komma, og tað flytur heldur einki vald nakran veg.

 

Skuldi onkur havt gloymt tað, so hava vit í Føroyum havt bæði fullveldislandsstýri, tvey sjálvstýrislandsstýri og ein landsstýrismann við sjálvstýrismálum, uttan at stovnanin av hesum broytti ríkisfelagsskapin nakað sum helst.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur