Rósa spyr um skerjingar á Sernámi

19. september 2022



Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini.

 

Spyrjari: Rósa Samuelsen, tingkvinna

Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis-og mentamálum

Evni: Skerjingar á Sernámi

 

Spurningar:

1. Hvørja heimild hevur Sernám til sjálvt at minka um virksemið innan dagstovnaøkið?

 

2. Er landsstýrismaðurin kunnaður um og/ella hevur góðtikið ætlaðu tillagingarnar í virkseminum frá nú og til juni 2023?

 

3. Veit landsstýrismaðurin at siga, hvør orsøkin er til, at starvsfólkatrotið er so stórt á Sernámi?

 

4. Hvussu stóra játtan hevur Sernám fingið til at reka sítt virksemi, tíðarskeiðið 2019-2022 og hvussu stóra játtan er ætlanin at veita stovninum í 2023?

 

5. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðuriní sambandi við at tryggja neyðugu fortreytirnar hjá Sernámi at reka virksemi á tann hátt, tað er tilætlað?

 

Viðmerkingar:

Barnarættindasáttmálin staðfestir m.a., at hóskandi lóggávulig og fyrisitingarlig tiltøk skulu setast í verk fyri at tryggja børnum ta vernd og umsorgan, sum er neyðug fyri barnsins trivna. Børnini skulu harumframt verjast í samsvari við tey aðalkrøv, sum myndugleikar hava ásett, við atliti at trygd, heilsu, starvsfólkatali og starvsfólkaførleika, umframt serkønari umsjón.

 

Á heimasíðuni hjá Sernámi stendur, at Sernám er tann stovnur, sum veitir ráðgeving innan sernámsfrøðilig viðurskifti til m.a. dagstovnar. Í skrivi til dagstovnar og dagrøktir varð kunnað um, at vegna avmarkaða starvsfólkaorku á økinum, verður virksemið hjá Sernámi tillagað frá nú og fram til juni 2023.

 

Avmarkingarnar hava við sær, at dagstovnar og dagrøktir ikki fara at fáa sernámsfrøðiliga ráðgeving í hesum tíðarskeiði, undantikið akutt. Tænasturnar hjá Sernámi verða verða nú avmarkaðar til talu- og málmenningarøkið og rørslu- og sansamenningarøkið.

 

Avmarkingarnar bera við sær vanlukkuligar lagnur fyri børnini, sum ikki verða loftað, meðan tíð er. Tað er alneyðugt at raðfesta rætt á økinum og tryggja neyðugu fortreytirnar hjá Sernámi at reka virksemi á tann hátt, tað er tilætlað. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

 

Á Løgtingi, 16. september 2022

 

Rósa Samuelsen

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur