Fyrilestur um Rehabilitering - á Fólkafundi 2012

26. september 2012



Fyrilestur á Politiskum fólkafundi í Tórshavn
 
Tíð: leygardagin 22. september 2012, kl. 18.00-18.20
Stað: Hoyvíkshøllin – skúlastova
 
Fyrilestrarhaldari
Rósa Samuelsen, løgtingskvinna og forkvinna í Trivnaðarnevnd Løgtingsins
 
Rehabilitering/endurmenning
- Eitt samfelag fyri øll -
 
INNGANGUR – hví er evnið viðkomandi
Fyrst vil eg takka fyriskiparunum av hesum politiska fólkafundi og takka tykkum, sum eru koma at lurta. Hetta er eitt spennandi tiltak, og eg vóni, at fólk fáa eitt gott høvið at samskifta við okkum politikarar og annars koma til orðanna og útveksla meiningar, og ikki minst hava nakað við sær aftur av upplýsingum, vitan og vón.
 
Evnið, sum eg skal halda fyrilestur um er Rehabilitering ella Endurmenning. Evnið er bæði eitt viðkomandi og aktuelt evnið, og tørvurin vísir seg at verða stórur á loysnum á økinum – talan er um eitt evnið, sum vit skulu taka í nógv størri álvara og royna at gera nakað við, bæði politiskt, fíggjarliga og fakliga.
 
Fólk við serligum tørvi ella serligum avbjóðingum, ung sum eldri, hava sama dreym sum øll onnur. Ynski um eina framtíð við maka, íbúð, frítíð og arbeiði, so at tey kunnu forsyrgja sær og sínum og liva eitt vanligt lív. Vit duga kanska ikki altíð at seta okkum inn í dreymar hjá hvørjum øðrum, og tað skal ikki nógv til, at ein dreymur brestur, og lívsneistin verður køvdur.
 
Eg havi valt at varpa ljós á Rehabilitering/Endurmenning, sum er ein týðandi partur av trivnaðinum í samfelagnum og sum ikki hevur fingið nóg høga politiska raðfesting. Hetta kann tykjast løgi, tá loysnir á hesum øki uppá sikt hava við sær bæði stórar sparingar og betri lívsdygd og trivnað fyri sera nógv fólk.
 
Nógv hevur verið tosað politiskt, nakað er gjørt, men langt er eftir á mál, serliga tá talan er um samskipan og at støðið verður tikið í einstaka borgaranum.
 
ARBEIÐI OG ÚRSLIT HIGARTIL
Tá Føroya Løgting samtykti, at ST-sáttmálin fyri fólk við breki, varð settur í gildi fyri Føroyar, vóru tað fleiri, sum aftur kundu hóma vónina. Serliga vóru tað tey nærmastu hjá fólki, sum bera brek, men eisini áhugafeløg og fakfeløg fegnaðust og fingu vónina aftur. Eldsálirnar sóu nú vón fyri framman, nú var nátt á mál.

Hóast nógv er gjørt, so røkka vit ikki øllum ásetingum í ST-sáttmálanum, men vit eiga miðvíst at arbeiða fram ímóti at skapa umstøðurnar soleiðis, at okkara børn og ungdómur skulu hava javnbjóðis møguleikar til útbúgving og til mennandi virksemi. Øll hava sama rætt til umsorgan, læring og avbjóðingar, so tey kunnu skapa sær innihald og lívsvirði í gerandisdegnum.
 
Hesar lógarbroytingar eru framdar:
·         Lóg um uppihald á stovni er strika
 
·         Fólk, sum búgva á sambýli og røktarheimi fáa í dag pensjón og gjalda fyri seg. Og er tað við til at geva teimum størri ávirkan og hervið frælsi og sjálvs­avgerðarrætt
 
·         Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og uppfylging av sjúkradagpeningalógini, sum skal tryggja fólki tilknýti til arbeiðsmarknaðin
 
·         Lóg um Húsalánsgrunnin, sum nú eisini kann veita lán til luta- og leiguíbúðir.  Møguleiki eru eisini hjá fólki við serligum tørvi, eldri og støkum uppihaldarum, at fáa til vega hóskandi bústaðir
 
·         Fráboðanarskyldan í Barnaverndarlógini er herd
 
·         Byggilóg, sum kann tryggja atkomu, er eisini samtykt.
 
·         Harðskapsætlan er gjørd fyri familjur og nærsambondum
 
Men framvegis er langt eftir á mál.
 
HVAT ER REHABILITERING
Hugtakið Rehabilitering eigur at vera grundarlagið og ein grundhugsan innan Almanna­­økið, Heilsu, Skúla og Barnavernd. Grundsúlurnar fyri, at borgarin menn­ist og kann liva eitt sjálvstøðugt og virðiligt lív. Fyri nøkur er tað ikki lætt, tey hava eina avbjóðing, sum samfelagið eigur at lyfta saman við teimum. 
 
Rehabilitering er eitt breitt hugtak, ið ikki bara er knýtt at serstakari viðgerð, men fevnir um øll lívsins viðurskifti. Umframt at fevna um viðgerð, endurvenjing og við­líkahaldsvenjing fevnir rehabilitering eisini um fíggjarviðurskifti, útbúgving, arbeiðs­til­boð, bústaðartilboð og sosialu støðuna sum heild. Endamálið er at geva teimum fólkum, sum hava fingið - ella eru í vanda fyri at fáa - álvarsliga skerd evni, krops­liga, sálarliga ella sosialt, eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív við møguleika at virka í samfelagnum. Ein kann verða føddur við virkistarni, fingið skaða, vorðin sjúkur ella hava verið fyri ágangi.
 
Rehabilitering er ein tilgongd, har fólk við serligum tørvi og avbjóðingum, teirra næstringum og fakfólki samstarva. Vit skulu hugsa um “tað heila menniskja”, sum skal hava eitt so gott og virðiligt lív, sum til ber. Borgarin sjálvur, næstringar og møguliga onnur viðkomandi skulu hava tilboð um undirvísing. Tann fyribyrgjandi og uppsøkjandi parturin skulu samskipast betur og tað skal kunna setast inn har sum borgarin er, í heiminum, í skúla,  á arbeiðsplássinum ella gjøgnum ítróttar- og frítíðartilboð. Dagligdagurin hjá borgaranum skal í miðdepilin.
 
Tað, sum er umráðandi er, at fólk fáa møguleikan at verða virkin og hava møgu­leika at koma í samband við onnur, bæði til arbeiðis og sosialt.
 
ÁHUGAFELØG
Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelagi, Sjúkrarøktar­felagið, Javni, MBF, og Sinnisbati, hava havt sera áhugaverdar fakligar ráðstevnur og fundir, um rehabilitering og um tørvin á menningar- og skúla- og arbeiðstilboðum í Føroyum. Felags fyri tey øll er, at tey vilja vísa á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri fólk at verða virkin, sum er við til at stuðla undir eitt gott lív, bæði sum ung og eldri.
 
Áhugafeløg gera eitt stórt arbeiði fyri at vísa okkum politikarum á stóra tørvin og týdningin bæði fyri tann einstaka borgaran og familjuna. Og ikki minst, hvat tað kostar fyri samfelagið einki at gera. Tað ber til at fáa meira fyri peningin um hann verður brúktur rætt, er felags boðskapurin hjá øllum.
 
TØRVURIN Á TILBOÐUM
Arbeiðsrøtt tilboð og rúmligur arbeiðsmarknaður
Tørvur er á arbeiðsrøttum tilboðum til fólk við sálarligum trupulleikum. Eitt tilboð, har tey hava møguleika fyri at verða stuðlað í at brúka styrkir og byggja upp førleikar, so at møguleikin fyri at megna eitt arbeiði ella skúla økist.
 
Skúlatilboð og útbúgvingarmøguleikar
Fleiri og fleiri næmingar søkja til Skúlan við Áir, Dugna, fyri at fáa 9 floks prógv og FHS. Hetta er eitt dømi um, at skúlin ikki megnar at taka sær nóg væl av teimum næmingum, sum hava tað trupult.
 
Vit eru eftirbátar, tá tað kemur til skúlatilboð. Fólkaskúlin skal vera fyri øll. Vit mangla serliga tilrættarlagda skúlatilboðið í fólkaskúlanum, tískil eru tað børn, sum einki fáa burturúr og keða seg. Onnur fáa stuðul, men innihaldið er lítið og einki, og tíverri eru nøkur, sum als einki skúlatilboð megna. Tó eru nøkur tilrættaløgd skúla­tilboð, sum eydnast væl.
 
Tað eru ongi, miðnámsskúlatilboð til fólk við serligum tørvi. Arbeitt verður við einum serflokki innan miðnám. At ung, sum fylla 18 beinleiðis fáa fyritíðarpensjón hoyrir ongastaðni heima, tey skulu hava møguleika at fáa eitt arbeiði um tey megna tað.
 
Tað eru ung og heilar familjur, sum flyta av landinum, av tí, at einki skúlatilboð er til teirra - børn eftir fólkaskúlan. Tað er óvirðiligt, og tað kunnu vit ikki bjóða okkara borgarum. Stór orka hevur verið brúkt at fyribyrgja, at fólk verða send av landinum, men av tí, at vit ikki hava skúlatilboð og bútilboð, so hendir tað framvegis í dag, at fólk noyðast at flyta, ikki tí at tey vilja, men tí tey kenna seg noydd til tað, fyri at tryggja børnum sínum eitt gott lív.
 
Fleiri ung saman við familjuni, eru eisini farin uttan­lands í skúla, men trupulleikin er, at tá tey koma heim aftur, eru hvørki nøkur bú- ella virkistilboð at koma heim til. Vit mugu hava skúlatilboð, har høvuðsdentur verður lagdur á praktiska upplæring, so tey eru ment og búgvin til at flyta í egna íbúð og búgvin til at klára seg við stuðli í egnum heimi - saman við øðrum ella fyri seg sjálv.
 
Tað er hugstoytt, og lítið virðiligt, at umleið 30 ungdómar við serligum tørvi/­avbjóð­ing hvørt ár ikki fáa møguleikar um eitt miðnámskúlatilboð ella arbeiði.
 
Specialskúlatilboð
Børn, sum verða send í spesialskúla, hava ikki somu møguleikar sum onnur at blíva sosial, tí tey ikki fáa møguleikan at verða saman við øðrum børnum. Somuleiðis hava børn, sum ikki hava møguleika at vera saman við børnum við breki/tørvi ikki møguleika at skilja teirra støðu, tí skal upplýsast um, hvat autisma, menningartarn o.a. er og soleiðis hava børn møguleika at skilja hvønn annan, og taka tey inn í sosiala felagsskapin.
 
Kynsligur ágangur
Kynsligur ágangur er ein stórur trupulleiki, Fólk sum hava verið fyri kynsligum ágangi, sum børn ella ung, hava ikki møguleika í sama mun sum onnur at fóta sær í samfelagnum. Granskingar innan økið eru ræðandi. Hagtølini hjá BvS, og politi­num eru prógv um veruleikan. Kynsligur ágangur er at samanlíkna  við at verða í einum konsentratiónsleiri verður sagt. Eitt barn hevur ikki møguleika at mennast, dagligdagurin er fyltur við ótta, øll mørk eru brotin, álitið til onnur er brotið og trupult er at fáa dagligdagin at hanga saman. Tá barnið er blivi vaksið verður trupulleikin enn størri, um barnið ikki hevur fingið hjálp. Seinárini gera um seg, ótti, øði, órógv er ein partur av gerandisdegnum, og fylgjurnar eru sjúkrafráverða, innleggingar, trupuleikar av rúsevna og –drekka, trupult at fáa familjulívið at hanga saman og trupult at vera foreldur. Fyri sam­felagið hevur tað eisini stóran fíggjar­ligan miss.
 
Sjúkraviðgerð
Tá ein kemur heim eftir at hava verið á sjúkrahúsið og td. hevur havt eina heila­bløðing ella blóðpopp og ein verður útskrivaður til gerandisdagin, so koma nógvir trupulleikar. Lívið er broytt og hevur fingið eitt nýtt innihald, daglidagurin skal finn­ast aftur. Tað er ein trupul støða at koma í, eisini hjá teimum nærmastu, tí eingin skipa endurvenjing er, eftir útskriving frá sjúkrahúsi. Tað vil so siga, at endur­venj­ing, meðan sjúklingurin var innlagdur, ikki verður fylgd upp og hildin við­líka. Hetta gevur afturstig og ger, at persónurin viknar og krevur meira røkt - heimahjálpin er ikki nøktandi. Familjan verður fyri trýsti, av tí, at henda skal ansa eftir einum hjálpar­leysum persóni.
 
Tað er tí ein stórur trupulleiki, at tað ikki samanhangur í viðgerðunum. Næstan altíð er brúk fyri fleiri tilboðum, so sum venjing, sálarfrøðingi, talulærara o.a.
 
Rúsevna- og rúsdrekkamisnýtsla og familjur
Vit mangla ítøkilig tilboð til børn og ung og til kvinnur, sum eru í misnýtslu, og tilboð til børn hjá misnýtarum. Rúsdrekkatruplleikar hava altíð verið kendir, men rúsevnini, ið eru til taks í dag eru sterkari og vandamiklari. Tað kann hava katastrofalar fylgir fyri menningina hjá ungdóminum um hesin ikki fær neyðugu hjálpina.

Vit vanta familjuráðgeving ella viðgerð. Vanliga verður sagt, at fyri hvønn mis­nýtara eru 5 fólk tætt knýtt til persónin, so tað er lætt at síggja og skilja, at nógvar familjur eru raktar, og børn vaksa upp í ótryggleika, tí familjan sum heild heldur seg burtur frá øðrum og liva í einsemi.
 
Fólk, sum eru uppvaksin í einum heimi har foreldraførleiki ikki hevur verið nøktandi, grunda á misnýtslu ella kynsligum ágangi, ella har børn hava fingið staðfest ein sjúku, kosta samfelagnum nógv. Sagt verður, at útreiðslurnar innan barnavernd økj­ast, men verður einki gjørt verða útreiðslurnar fleirfaldaðar.
 
Bústaðarmøguleikar
Í sambandi við, at Húsalánsgrunnurin nú kann veita lán til bústaðir til fólk við ser­lig­um tørvi, er alneyðugt at endurskoða stuðulsfólkaskipanina, til at stuðul kann veitast inn í heimið, so møguligt er at búgva í egnari íbúð. Tað skal vera lógar­tryggjaður rættur at fáa stuðul, og peningurin skal fylgja borgaranum, heldur enn, at borgarin skal fyrihalda seg til eina skipan.
 
NEYÐUGT VIÐ BROYTINGUM
Í okkara grannalondum er man farin yvir til (PBA) Persónligan brúkarastýrdan stuðul. Tvs. at stuðulin er knýttur at persóninum. Hetta er við til at hjálpa viðkom­andi at megna ein gerandisdag. Td. skal ein til føðingardag, til konsert, á feriu ella í skúla, so er tað borgarin sjálvur, sum raðfestir, alt eftir hvønn tørv hann hevur. Tað eru sera góðar royndir av hesi skipan, serligan í Noregi og Svøríki. Bústaður og stuðul eru skild frá hvørjum øðrum. Tað hevur verið við til, at stovnshugtakið (instu­ti­tión) so at siga er burtur.
 
Nógvir borgarar í samfelagnum hava gjøgnum alt sítt lív, ella stóran part av sínum lívi,  brúk fyri stuðli ella hjálp og eru heft at hjálp frá øðrum. Tey hava brúk fyri, at  onnur geva teimum mat, hjálp til persónliga røkt, og at onnur stórt sæð avgera, hvat tey fáa burturúr lívinum – eisini um og nær tey sleppa út, um tey sleppa at ferðast, um tey sleppa við, tá familjan møtist o.a. Men trupulleikin er, at tey skulu innordna seg eina skipan, sum ikki tekur hædd fyri teirra persónliga tørvi, men heldur eftir einari skipan, sum raðfestir, alt eftir, hvussu fíggjarliga støðan er .
 
Okkara grannalond eru sum áður nevnt farin yvir til, at tað er borgarin, sum avgerð, hvat stuðulin verður brúktur til, og raðfestir sjálvur innanfyri givnar fíggjarligar karmar - henda skipan gevur borgaranum rætt at stýra egnum lívi.
 
Føroya Løgting hevur samtykt ST-sáttmálan um rættindi hjá fólki við førleika­tarni, at tey eiga rætt til - eftir egnum vali - at verða so sjálvstøðug sum møguligt.
 
Endurmenning er partur av hesum; við at tryggja rættin til endurmenning tryggja vit, at Føroyar liva upp til ST-sáttmálan.
 
BÚSKAPUR OG JÁTTANIR
Ein stór avbjóðing verður at  útvega játtan til at lyfta uppgávurnar.
 
Ein landsumfatandi tvørfaklig endurmenningartænasta er stovnað í 2012, sum eru tænasturnar og veitingarnar fyri allar málbólkarnar hjá fyrr Almannastovuni og Nær­verkið, sum vóru Børn og ung, Serforsorg og Eldrarøkt. Hendan játtanin er 7 mió. Landssjúkrahúsið hevur eina vælvirkandi rehabilitering, sjálvt um hølis­viður­skiftini og útgerðin ikki er nøktandi.
 
Tað er neyðugt við samskipan og hagtølum, sum skulu undirbyggja stóra tørvin, hesi finnast ikki í dag,  
 
Roknast kann við, at eini 5.000 fólk hava brúk fyri rehabiliterig, Skal veruliga setast inn og verulig úrslit síggjast aftur, skulu minst 10 til 12 mió.kr. afturat játtast árliga fyri at náa nøkulunda á mál.
 
Vit eru í búskaparligari kreppu, kostnaðarstøði er ov høgd, smábarnafamiljurnar, stakir uppihaldarar hava tað trupult, stórt hall er á fíggjarlógini, burðaravlopið er ov lágt, fráflytingin stór og mangul er uppá kvinnur og arbeiðsloysi er stórt. Neyðugt er við búskaparligum vøkstri, skulu vit fáa alt at hanga saman.
 
Men hava vit ráð til einki at gera. Nei. Vit kunna basa einum parti av hesum bú­skap­ar­­ligu trupulleikum - møguliga er kreppan størri, tí vit gera ov lítið við at menna og skúla fólk at klára seg sjálvi.
 
Kanning í Danmark sum felagið hjá donsku sosialpedagogunum hevur gjørt, vísir, at um sett verður inn við fyribyrgjandi tiltøkum, sum eru við til at forða fyri, at fólk sum vaksin enda sum fyritíðarpensjónistar, kann samfelagið vinna millum 7,5 og 12,5 mió fyri hvønn borgara, sum verður hjálptur. Hetta eru týðuligt dømi um, at tað er neyðugt við fyribyrgjandi tiltøkum, og kunna hjálpa børnum og ungum , tá teimum tørvar hetta. Sum samfelag hava við ikki ráð til at lata vera.
 
REHABILITERING / ENDURMENNING TRYGGJAST VIÐ LÓG
Vit skulu hava eitt lógargrundlag, sum m.a. tryggjar:
 
·         Endurmenning ella viðlíkahaldsvenjing fyri øll fólk við førleikatarni
 
·         Øll, sum hava førleikatarn og hava tørv á einari endurmenningarætlan eiga at fáa eina endurmenningarætlan
 
·         Ráðgeving til familjur til børn við serligum tørvi (Adhd/Autismu ráðgeva og samskipara)
 
·         Rættindir til børn við breki
 
·         Tilrættalagt skúlatilboð til fólk, børn/ung við serligum tørvi (avbjóðingum) frá fólkaskúla til hægri lesnað 
 
·         Rúsevna- og rúsdrekka viðgerðartilboð til ung, kvinnur og familjur (peningur fylgja borgara ), møguleikin at velja viðgerðartilboð 
 
·         Eftirlit við barnaverndarmálum
 
·         Rættartrygd hjá fólki, sum búgva á sambýli ella ellisheimi
 
·         Rætt til ókeypis viðgerð fyri seinárin eftir kynsligan ágang.
 
MENNISKJU ERU EISINI TILFEINGI – HUMANUR KAPITALUR
Verður samfelagið í dag rikið búskaparliga og sosialt burðardygt, tá talan er um fólki, sum býr í landinum. Vit brúka pening til at ansa fólki ístaðin fyri at menna fólk at klára seg sjálvi. 
 
Nú makrelur er í okkara sjógvi, mugu íløgur gerast fyri at fáa fiskin til høldar, skip skulu umbyggjast og framleiðslurhøli byggjast - hetta kostar pening og nøkur skulu váða og seta pening í. Vit skulu virka fiskin so nógv sum gjørligt, fyri at fáa sum mest fyri vøruna. Raksturin skal hanga saman og yvirskot fyri at yvirliva. Fólk fáa arbeiði, arbeiðsloysið minkar og føroyska familjan fær tað betur.
 
Hyggja vit so eftir tí ovurhonds stóra tørvinum á rehabilitering, sum handlar um øll lívsins viðurskifti, endurmenning, viðgerðartilboðum, skúla hjá sera nógvum menniskj­um, ja so er eisini brúk fyri at gera íløgur. Fólk fáa arbeiði og fólk verða før fyri at klára seg í samfelagnum og geva sítt íkast. Eldri hava møguleika at verða heima sum longst.
 
Samanumtikið so sparir samfelagið við at gera hesar íløgur. Vit fáa færri fyritíðar-pensjónistar, færri sjúkrameldingar - vit fáa eitt blómandi samfelag, har fólk við serligum tørvi/avbjóðingum trívast og hava tað gott. Familjur og kvinnur flyta heim aftur til Føroya, ung sum hava nomið sær útbúgving venda aftur, í síðsta enda er tað ein vinnarasak fyri alt samfelagið.
 
Vit skulu kunna fara út og vísa á, at ST sáttmálin, mannarættindasáttmálin og barna­rættindasáttmálin verða hildnir.
 
BOÐSKAPIR
Samanumtikið havi eg hesar boðskapir:
 
1.    Stórur tørvur er á tilboðnum til Rehabilitering
2.    Føroyar liva í løtuni ikki upp til altjóða sáttmálar
3.    Rehabilitering má tryggjast við lóg
4.    Størri fíggarlig orka má setast av til Rehabilitering
 
ENDI
Vónandi havi eg við hesum fyrilestrinum verið við at skapa innlit og tilvitan um hetta stóra økið og tess tørv á loysnum - og serliga verða við til at skunda undir politiska handling og ítøkilig úrslit
 
Stóra takk fyri!
 
Rósa Samulensen


RN


Aftur