Røða á ráðstevnu - Tøgnin er brotin!

1. oktober 2012



Setan av ráðstevnu í Tórshavn

 
Tíð: fríggjadagin 26. september 2012
Stað: Norðurlandahúsið
 
Endamálið við ráðstevnuni
Varpa ljós á kynsligan ágang og vantandi viðgerðartilboð til børn og vaksin í Føroyum
 
Røðari
Rósa Samuelsen, løgtingskvinna og forkvinna í Trivnaðarnevnd Løgtingsins
 
TØGNIN ER BROTIN !
 
Góðan morgun!

Tað er mær ein heiður, sum forkvinna í Løgtingsins trivnaðarnevnd,  at fáa loyvi at seta hesa ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í dag. Hetta er ein uppgáva, sum eg taki í størsta álvara.
 
Tað er eitt sera viðkvæmt og týdningarmikið evnið, ið sjóneykan verður sett á, Viðkvæmt, tí tey flestu orka ikki tankan um, at nakar fremur kynsligan ágang. Týd­ningar­mikið, tí øll vita at tað fer fram. Einasti mátin at forða tí, er at seta orð á, og her­við bróta tøgnina.
 
Endamálið við hesi ráðstevnuni er at varpa ljós á kynsligan ágang, sum ein trupulleika og sum er ein veruleiki í Føroyum.  
 
Vanligt er, at vit samanbera okkum við okkara grannalond, sum vit kunnu spegla okkum í, men hesa ferð hava vit væl undirbygda granskin, sum Tóra Petersen, hevur gjørt, og  sum undirbyggir og staðfestir trupulleikan. Hagtølini frá BvS Føroya, og politi­num eru beinleiðis prógv um veruleikan.  
 
Í dag vilja fólk standa fram og siga sína søgu. Hetta er ikki nakað, sum er ella verður lætt fyri nakran av teimum, men fyri okkum øll somul, hevur tað stóran týdning at bróta tøgnina, og vísa á hvussu alneyðugt tað er at raðfesta viðgerð.
 
Vit kenna øll til ræðandi søgurnar, úr Danmark, td. Brønderslev málið. Ógvusliga málið á Bornholm, har dómarin hevði trupult við at fáa orðini fram, tá hon skuldi siga dómin.
 
Nógv er skrivað um hetta evnið. Hvør kennir ikki bókina “Glaspigen”, sum Karen Dyhr hevur skrivað, um sítt lív - ein ræðuleiki við meiri enn 70 innleggingum á psykiatriskari deild. Og Bókin, sum  Lisbeth Zornig Andersen, har hon greiðir frá sínum uppvøksti í ræðuleika.  Sum til  felags og um somu tíð, eru bæði andstyggiligar og fangandi. Tær greiða frá sínum upplivingum og hava ein greiðan boðskap og  áminning til øll, hvussu týdningarmikið tað er, at vit lata oyruni upp og eru klár at rætta út eina fordómsfría hond.  

Tað er nærum dagliga vit hoyra um søgur frá okkara grannalondum. Vit krimpa tær og munnu øll hugsa, nær hendur hetta í Føroyum og tá tað hendir, hvat gera vit so.
 
Tað hendir í Føroyum, og hevur altíð verið her - livandi dømi hava vit akkurát sæð.

 

Kynsligur ágangur er ein stórur trupulleiki og skal á ongan hátt góðtakast. Tískil hevur Rigmor Napolionsdóttir Arge,  umsett bøkurnar hjá Margethe  Wiede Aasland “Sig frá”, “eg eri eg – mín eg ”,  so vit føroyingar hava tilfar á egnum málið, til undirvísing, vegleiðing og kunning.  

 

Eitt barn, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi, hevur ikki møguleika at mennast, og í sama mun sum onnur, at fóta sær í samfelagnum. Gerandisdagurin er fyltur við ótta, skomm, skuldarkendslum og øði, og øll mørk eru brotin, álitið til onnur er brotið og trupult er at fáa dagligdagin at hanga saman. Tá barnið er vorðið vaksið verður trupulleikin enn størri, um barni ikki hevur fingið hjálp. Seinárini gera um seg, ótti, øði, skomm og órógv er ein partur av gerandisdegnum. Fylgjurnar eru sjúkrafrávera, inn­leggingar, trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, trupult at fáa familjulívið at hanga saman og trupult at vera foreldur. Og fyri sam­felagið hevur tað eisini stóran fíggjarligan miss.
 
Eg havi bæði sum privatpersónur og sum politikari hoyrt søgur frá vaksnum fólki,  um kynsligan ágang og um hvørjar ræðuleikar tey sum børn hava verið útsett fyri. Frágreiðingar fullar av ótta og ótømandi skuldarkenslum og skomm. Har hótt varð við morð og brand og helviti fyri familjuna, um nakar fekk nakað at vita. Barni fekk at vita,  at tað sjálvt hevði skyldina í øllum og hvat vildi  onnur siga, um tað kom fram, hvat barnið hevði gjørt. Mamman fór í grøvina, og eingin vildi hava nakað við barnið at gera.  Søgur, har greitt varð frá, um tá mál komu fram og hvat helvitið tað so aftur var. Hesar lagnusøgur eru einki annað enn skelkandi. Og tær menniskjaligu avleiðingarnar eru vanlukkuligar. Familjuviðuskifti, sum liggja í sorli.
 
Samstundis verður spurningurin settur: HVÍ! - hví gjørdi eingin nakað - eg royndi at siga frá, men eingin hoyrdi, hvat eg segði.
 
Tað eru ábendingar um, at hetta evnið - enn í dag - er fevnt av tabu og lemjandi tøgn.
 
Tá eg hoyrdi orðini "Vit vilja verða hoyrd, sædd og møtt", fingu tey meg at steðga á. Hetta vóru neyðarróp og hesi orð søgdu alt.
 
------

Eg taki undir við hugskotinum um, at tað í ár 2013 skal verða árið, har varpað verður ljós á kynsligan ágang.
 
At enda vil eg takka tykkum fyrireikarum og tykkum sum í dag vilja standa fram og greiða frá, hvørjari líðing tit hava verið fyri - hetta fyri, at vit skulu síggja og hoyra veruleikan. 
 
Tit vísa stórt treysti og mót at skipa fyri einum tiltaki við hesum trupla evni - í heila taki havi eg alstóra virðing fyri tykkum. Eisini eina hjartans tøkk til tykkum øll, at tit at varpa ljós á hetta álvarsliga mál.
 
Við hesum orðum er ráðstevnan sett.
 
Takk fyri!


RN


Aftur