Endurvenjing - lógartryggjaður rættur og størri fíggjarlig orka

13. mars 2013



Gongdin higartil

Fyri øll okkum sum starvast í politikki er týdningarmikið at koma úr búskaparligu kreppuni fyri at kunna tryggja tær vælferðartænastur, sum eru neyðugar og at uppá sikt er neyðugt við javnvág á fíggjarlógini. Men samstundis er neyðugt at gera politiskar raðfestingar. Verða eitt nú almanna-, mentunar-, og heilsuøkini ikki raðfest, verður tað ikki ein sparing fyri samfelagið – heldur tvørturímóti. Neyðugt er eisini at gera bygnaðarbroytingar og samskipan innan hesi øki, fyri at tryggja, at borgarin fær eina góða samanhangandi heildartænastu.

 

Tá Føroya Løgting samtykti, at ST-sáttmálin fyri fólk við breki, varð settur í gildi fyri Føroyar, vóru tað fleiri, sum aftur kundu hóma vónina. Serliga vóru tað fólk við førleikatarni, teirra næstringar, men eisini áhugafeløg og fakfeløg sum fegnaðust og fingu vónina aftur. Eldsálirnar sóu nú vón fyri framman, nú var nátt á mál, nú fóru  tær lógir og tilboð at koma, sum stórur tørvur hevði verið á.

 

Nógv er gjørt fyri at bøta um viðurskiftini hjá fólki við førleikatarni o.a., men vit mugu ásanna, at nógv er eftir enn. Alt verður ikki gjørt eftir einum degi, men tað er sera umráðandi at raðfesta og fáa gjørt eina heildarætlan yvir, hvat gerast skal fyri at lúka krøvini, sum ST sáttmálin ásetur.

 

Eitt tað størsta frambrotið innan almannaøkið er arbeiðsmarknaðarreformurin, lógin um arbeiðs­fremjandi tiltøk (rúmligi arbeiðsmarknaðurin), uppfylging í sjúkradagpeningalógini og møguleikaváttanin, sum  øll skulu vera við til at hjálpa og stuðla fólki aftur, eftir førimuni, út á arbeiðs­marknaðin.

Tørvurin á endurvenjing

Roknast kann við, at eini 5.000 fólk hava brúk fyri rehabilitering, tað eru fólk, sum hava apopleks, krabbamein, hjarta- og æðrasjúku, gikt, sálarsjúku osfr. Tað er neyðugt við álítandi hag­tølum, sum skulu undirbyggja stóra tørvin, hesi finnast tíverri ikki í dag, Skal veruliga setast inn og verulig úrslit síggjast aftur, má hettar raðfestast.

 

Øll hava sama rætt til umsorgan, læring og avbjóðingar, og soleiðis skapa sær innihald og lívsvirði í gerandisdegnum. Eg hugsi um tey fólk og nærstingar teirra, sum hava ein serligan tørv ella avbjóðing, og hava brúk fyri rehabilitering/endurvenjing o.ø. - tað eru hesi, sum detta niðurímillum og vit koma at fáa og hava longu fólk, sum liva undir óneyðugum vánaligum umstøðun, tí vit hava ikki tryggja endurvenjing við lóg.

 

Vit skulu tryggja við lóg, uttan mun til aldur, at ein skal hava eina skrivliga endurvenjingarætlan, tá ein verður útskrivaður av sjúkrahúsi. Tó við tí treyt, at læknin metir, at tað er brúk fyri venjing eftir, at ein er útskrivaður. 

 

Í einari endurvenjingarætlan skal standa  hvørjar førleikar sjúklingurin hevur mist, og hvørjar førleikar mett verður at sjúklingurin kann fáa aftur, hvat slag av venjing og hvar venjingin skal veitast og nær byrjast skal.

 

Endurvenjingarætlanin skal verða gjørd saman við sjúklinginum og skal í seinasta lagi verða gjørd áðrenn sjúklingurin verður útskrivaður. Um sjúklingurin ikki er førur fyri sjálvur at verða við, skal ein næstringur verða við.

 

Vit hava ikki ráð til einki at gera. Nei - vit kunna basa einum parti av hesum bú­skap­ar­­ligu trupulleikum - møguliga er kreppan størri, tí vit gera ov lítið við at seta skjótt inn við at menna og skúla fólk at klára seg sjálvi.

Eitt sosialt burðardygt samfelag

Verður samfelagið í dag rikið búskaparliga og sosialt burðardygt, tá talan er um fólki, sum býr í landinum.

 

Ein kanning í Danmark, sum felagið hjá donsku sosialpedagogunum hevur gjørt, vísir, at um sett verður inn við fyribyrgjandi tiltøkum, sum eru við til at forða fyri, at fólk enda sum fyritíðarpensjónistar, kann samfelagið vinna millum 7,5 og 12,5 mió fyri hvønn borgara, sum verður hjálptur. Hetta eru týðuligt dømi um, at tað er neyðugt við fyribyrgjandi tiltøkum, og kunna hjálpa børnum og ungum, tá teimum tørvar hetta. Sum samfelag hava við ikki ráð til at lata vera.

 

Nógv verður gjørt fyri at  tilfeingi úr havinum skal gagnnýtast. Tað er neyðugt, at íløgur verða gjørdar fyri at fáa fiskin til høldar, skip skulu umbyggjast og framleiðslurhøli byggjast - hetta kostar pening og nøkur skulu váða og seta pening í. Vit skulu virka fiskin sum best, fyri at fáa sum mest fyri vøruna. Raksturin skal hanga saman og yvirskot fáast fyri hava møguleikan at útbyggja og síðani fáa meira arbeiði til fleiri hendur. Fólk fáa arbeiði, arbeiðsloysið minkar,  før­oyska familjan og samfelagið fær tað betur.

 

Raðfesta við rehabilitering,  so sparir samfelagið við at raðfesta og veita tilboð til rehabiliter­ing. Vit fáa færri fyritíðarpensjónistar, færri sjúkrameldingar - vit fáa eitt blómandi samfelag, har fólk við serligum tørvi/avbjóðingum hava eina vón at mennast og soleiðis trívast og hava tað gott. Vit fyribyrgja, at familjur flyta av landinum -  familjur og kvinnur flyta  heldur heim aftur til Føroya. Fólk, sum hava nomið sær útbúgving venda aftur. Í síðsta enda er tað ein vinnarasak fyri alt samfelagið.
 

Ríkisveitingin oyramerkjast

Mítt tilmælið er, at hækkingin av ríkisveitingin skal  oyramerkjast til lóg um rehabilitering og tilboð til sálarsjúk soleiðis at arbeiði kann fáast til fleiri hendur.


Tórshavn tann 13. mars 2013

 

Rósa Samuelsen

Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur