Bústaðir - við at fara av sporinum!

1. november 2013



Politiski leikluturin í ætlanunum hjá Bústaðir 
Landið hevur valt at seta á stovn ein almennan stovn (Bústaðir), sum við almennum pengum og hundraðtals milliónum krónum skal taka sær av nøkrum ávísum uppgávum á føroyska bústaðarmarknaðinum.

Bústaðir skulu fremja bústaðapolitikk landsins í verki og skipanin er í løtuni løgd til Fíggjarmálaráðið at hava politiskt og faklig eftirlit við.

Tað hvílir tí ein stór ábyrgd á politisku skipanini um at tryggja sær, at tey endamál, sum lagt verður upp til í lógini verða lýst nærri ella útgreinað – hetta áðrenn ein røð av byggjaríum verða sett í verk og tað ikki vendist aftur. Ella skal tað verða upp til stjóran og 3 stýrislimir í Bústaðir at gera av, í einari slíkari umfatandi verkætlan sum hesari, hvørjar visjónir, strategiskar ætlanir og mál stovnurin leggur og fylgir – tað má krevjast ein politisk avkláring, samskipan og semja.

Endamál og lánisløg sambært lógini
Bústaðir/Húsalánsgrunnurin hevur til endamáls:

 

- at virka fyri, at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað
- at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum
- at stuðla upp undir Veðurlagspolitikk Føroya at minka orkunýtsluna hjá føroyska býlishópinum

Húsalánsgrunnurin kann veita veðskuldarlán til sethús og íbúðir, har endamálið við lánunum er at fíggja endurnýggingar og umbyggingar, soleiðis at orkunýtslan minkar.

Húsalánsgrunnurin kann veita veðskuldarlán til íbúðafeløg og íbúðastovnar, sum eru skipað sum sjálvsognarstovnar ella lutafeløg.

 

Húsalánsgrunnurin kann einsamallur ella saman við kommunum, feløgum og stovnum útvega, reka og leiga út íbúðir, íbúðahús og lestrarbýlir.

Húsalánsgrunnurin kann veita realkredittlán at fíggja føroyskar bústaðir.

Tvs. virksemið hjá grunninum fevnir rættuliga breitt.

 

Ein lukkað skipan

Tað virkar sum um, at stovnurin Bústaðir er byrjaður at liva sítt egnað lív – óheftur av teimum politisku áhugamálum, sum lógin leggur upp til og sum muga útgreinast og definerast rætt.

Bústaðartørvurin – málbólkar og raðfestingar

Bústaðir hava seinastu tíðina boðið borgarunum runt um alt landið møguleikar at skráseta seg á ein bíðilista til at leiga íbúðir. Tað virkar sum um, at kaos valdar, hvør veruligi tørvurin er, ógreitt er hvørjir málbólkarnir eru og eisini er ógreitt, hvussu stovnurin raðfestir ymsu umsóknirnar.

 

Tað er nakað, sum bendir á, at tey fólk, sum hava serligan tørv ikki verða raðfest og tað verða ikki gjørdar nakrar millumloysnir til tey eldru. Hvat er tørvurin í ymsu økjunum í mun til tað, sum longu er gjørt av skipanum og tær ætlanir, sum eru á veg á eldraøkinum – hví verður td. Havnin raðfest sum hon verður.

 

Tað virkar heldur ikki sum um, at Bústaðir planleggja og samskipa arbeiðið við kommunurnar. Málini ella ymsu umsóknirnar sýnast nú at gerast kastibløka millum Bústaðir og kommunurnar. Í løtuni vita kommunurnar onki um, hvussu farast skal fram og bíða í óvissu.

Ùtsagnirnar hjá Bústaðir virka ørkymlandi, um, at td. bara ein persónur við lutakasti kemur á bíðilista, ja so verður møguleiki at leiga eina íbúð í tí kommununi. Er tað td. realistiskt, at bara tí ein einstakur persónur er komin á bíðilista hjá Bústaðir, so fer Bústaðir saman við kommununi í holt við at byggja eina einstaka íbúð til ein persón.

 

Bústaðir leggja upp til eina umfatandi bygging um alt landið, sum grundleggjandi broytir verandi og komandi húsamarknað og prísbygnað.

 

Fíggjarmálaráðið hevur ikki fakligan førleika sjálvt at meta um endamál og tørv á bústaðarøkinum og tí krevst ein samskipaður innsastur við onnur fakøki.

Málið eigur tí skjótast møguligt at verða tikið upp til politiska viðgerð.

Rósa Samuelsen
 

Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin og forkvinna í Løgtingsins Trivnaðarnevnd


RN


Aftur