Tíðindi frá heystfundinum 2013 hjá Sambandsflokkinum

11. november 2013



Sambandsflokkurin helt Heystfund 2013, leygardagin 9. november í Tórshavn.

Skráin fyri fundin:

1. Kunning um politisku støðuna – Kaj Leo Holm Johannesen, formaður floksins
2. Verkætlanir um nýskipanir – Kaj Leo Holm Johannesen, formaður floksins
3. Umlegging av skatta- og avgjaldsskipanini – Bárður Nielsen, løgtingslimur

Kunningin frá formanninum um politisku støðuna fevndi um m.a. hesi evni:

 
- Samgongusamstarvið - ætlanir og avrik
- Tunnilsverkætlanir - loysn og fíggingarleistur
-
Andstøðan - leiklutur og samstarv
- Ósemjan við ES - møguleikar og loysnir

- Fíggjarlógin 2014 - raðfestingar, rakstur og íløgur
- Verkætlanir um nýskipanir - endamál og verkseting
-
Komandi Løgtingsval - fyrireikingar

Harafturat greiddi formaðurin frá hesum verkætlanum: Nýskipan av fiskivinnuni, Nýskipan av pensjónsøkinum, Nýskipan av heilsuøkinum, Nýskipan av eldraøkinum og Onnur politisk stórmál – Fólkavøkstur, Orkuætlan o.a.


Eisini varð greitt frá politisku arbeiðs- og tíðarætlanini hjá samgonguni.

Bárður S. Nielsen greiddi frá einari ætlaðari skatta- og avgjaldsumlegging, herundir um:

-
Framtíðartrygging av vælferðini 

- Búskaparligar avbjóðingar
-
Kappingarfør skattaskipan
-
Skatta- og avgjaldsumlegging

Fundarfólkið fekk høvið at siga sína meining um øll viðurskifti í flokkinum og um politiska arbeiðið hjá Sambandsflokkinum og samgonguni. Í hesum sambandi skuldu tingfólk og landsstýrisfólk svara spurningum um tunnilsverkætlanirnar, útlendska arbeiðsmegi, orkuætlanina, heilsu- og almannamál o.a.

Samanumtikið varð talan um ein konstruktivan fund. Semja varð um í høvuðsheitum at halda fast við verandi politisku kósina.

 

Vinarliga heilsan

Kaj Leo Holm Johannesen

Formaður Sambandsfloksins


RN


Aftur