Føroyskur vinnupolitikkur - hvat skulu vit liva av og hvat vilja vit?

17. november 2013



Innan- og uttanhýsis avbjóðingar í vinnuni

Verðin stendur ikki í stað og tað ger vinnuligt virksemi heldur ikki. Tað ræður tí um at verða har menningin fer fram, verða pro-aktivur og ikki stilla seg uttanfyri og verða passivur.

Tann parturin av vinnuni, sum burturav selur til heimamarknaðin er í broyting – samanleggingar, hørð prískapping o.a. Heimavinnan hevur eisini á fleiri økjum kapping uttanífrá, tvs. alt fleiri føroyingar standa yvirfyri valinum at handla vørur og tænastur av ymiskum slag í útlandinum.

Hin parturin av vinnuni, sum selur sínar vørur og tænastur til útlendska marknaðin er eisini í broyting – samanleggingar, fremmandur kapitalur, nýíløgur, hørð prískapping o.a.

Sum heild kann sigast, at krøvuni til at leiða og stýra professionelt og á høgum kappingarførum stigi vaksa alsamt í vinnuni – eitt dømið er kravið í matvøruvinnunum um altjóða góðskustýringarskipanir í framleiðsluni.

Tað verða sett vinnuni krøv um menning og vøkstur, lønsemið, virðisøking, nýíløgur, kapital, specialisering, effektivitet, produktivitet, førleikamenning, innovatión og produktmenning, marknaðaratgongd, marknaðarførslu, branding, profilering o.a.

 

Vinnubygnaðurin
Vinnubygnaðurin í Føroyum er m.a. eyðkendur við tveimum stórum útflutningsvinnum – nevnliga fiski- og alivinna. Í hesum vinnum eru eisini tey størstu vinnufeløgini máta eftir føroyskum viðurskiftum.

Ferðaráðið hevur saman við vinnuni lagt eina strategiætlan fyri menning og vøkstur soleiðis at henda vinna eisini kann vaksa seg stóra og skapa enn fleiri valutainntøkur. Ferðavinna er partur av sokallaða upplivingarbúskapinum og skal selja upplivingar og geva teimum fremmandi eina “storytelling” til ferðatilboðini og soleiðis tryggja besta prísin fyri vøruna og tænastuna.

Í tænastuvinnuni er talan um nógvar smærri fyritøkur og nakrar heilt fáar størri fyritøkur – eitt nú Føroya Tele, sum er eitt alment partafelag.

Harafturat eru tað vinnur, sum eru heilt nýggjar og standa í vøkstri – eitt nú frálandavinna. Oljuvinnan er í einari leitingarfasu.

Tað ræður um politiskt at leggja nakrar karmar fyri allar hesar vinnur, sum hevur við sær, at tær kunnu mennast og vaksa gjøgnum lønsemið og virðisskapan. Harafturat muga forðingar fyri menning og vøkstur beinast burtur. Tað er serliga umráðandi at skapa menning og vøkstur í útflutningsvinnunum, sum í stóran mun eru við til at tryggja føroyingum eina dygdargóða vælferðarskipan, skapa arbeiðspláss o.a.

Verandi vinnubygnaður við td. yvirkapasiteti í fiskiveiðini fyri botnfisk og skattafrádráttur til sjómenn, avmarkingar fyri fremmanda arbeiðsmegi, stórar avmarkingar fyri fremmandan kapital o.a. er við til at halda fast við ein ineffektivan og óproduktivan vinnubygnað.

Í nøkrum vinnugreinum er ótryggleikin ov stórur at reka vinnuligt virksemi - eitt nú í fiskivinnuni við politiskari smálutastýring, ætlaðum avmarkingum av útlendskum kapitali o.a. Hetta hevur aftur við sær, at íløguáhugin í nøkrum pørtum fiskivinnuni minkar munandi og hvørki føroyingar ella útlendingar vilja átaka sær váðan at gera íløgur í Føroyum.

Mál og vinnustrategi
Føroyar eiga fyrst og fremst at leggja eina vinnustrategi, sum hevur við sær, at verandi vinnur verða trimmaðar og umlagdar soleiðis at tær uppá longri sikt kunnu rekast optimalt. Talan er um at taka burtur forðingar, fremja bygnaðarbroytingar, loyva útlendskum kapitali við treytum um at partur av vunnum inntøkum verða brúktar til endur- og nýløgur í Føroyum, fremja kapping um føroyskt rávørutilfeingi o.a.

Harnæst eiga karmarnir fyri nýggjar ella vinnur undir uppbygging at gerast stabilar og kappingarførar.

Hin parturin av einari vinnustrategi er at raðfesta høgt útflutningsvinnurnar – eitt nú við felags marknaðarføring og at seta á stovn eitt Útflutningsráð.

Vinnupolitikkur – spælireglur
Vinnupolitikkur snýr seg um, at tað almenna og vinnan skulu halda seg til nakrar spælireglur, tá talan er um at reka vinnuligt virksemi. Eitt nú, at tað almenna heldur seg frá at seta pening í privatar fyritøkur, at tað almenna stuðlar føroyskari framleiðslu við at bjóða út uppgávur til føroyskar fyritøkur har tær eru kappingarførar, ikki seta í verk kappingaravlagandi skipanir o.a.

Vinnupolitikkur fevnir eisini um, hvørt vit skulu reka vinnuligt virksemi út frá liberalum sjónarmiðum ella á marknaðartreytum, ella reka vinnu útfrá meira planbúskaparligum fortreytum við sentrali politiskari smálutastýring (politiskari toppstýring).

Tað vísir seg, at tær vinnur, sum hava fingið greiðar karmar at virka eftir, hava nógv størst lønsemið og virðisøking, td. alivinnan, meðan eitt nú partur av fiskivinnuni við nógvari politiskari smálutastýring, verður rikin við halli, stórari skuld og ongum nýíløgum.

Ein vinnupolitikkur er kortini ikki nóg mikið og kann virka rættuliga passivt. Tí er eisini víst á týdningin av at seta mál fyri vinnuna og leggja ein vinnustrategi.

Felags vinnupolitikkur – branding og profilering

Tað eru nógvar ymiskar vinnugreinar í Føroyum – alivinna, fiskivinna, ferðavinna, frálandavinna, komandi oljuvinna, o.a. Tørvur er á einum felags profili av Føroyum sum íløguland og framleiðari. Um tú spyr td. útlendingar um teir kenna Føroyar í vinnuligum høpi, so er svarið nei í flestu førum. Hetta kann frágreiðast við, at vørurnar vit útflyta eru so fáar, vørurnar eru standard og líkna øllum øðrum vørum ella at vit ikki duga nóg væl at selja og marknaðarføra okkum sum matvøruframleiðara – niche-vørur.

Tað er tí týdningarmikið fyri møguleikarnar at fáa atgongd til lønsamar marknaðir, at gjørd verður ein felags profilering ella branding av Føroyum.  

Føroyar skulu fyrst og fremst verða eitt land, har tað er áhugavert at reka vinnuvirksemi og gott at liva í.

Føroyar skulu eisini verða eitt íløguland og eitt land, sum virkar á altjóða marknaðinum – og ikki eitt lukkað land, sum er stórbrúkari av protektionismu.

Føroyar skulu kortini, har tað er skilagott, royna at verja arbeiðspláss og annars varðveita førleikar í landinum. Hetta kann gerast í einari hóskandi javnvág við føroyskum og útlendskum kapitali – tað ber væl til at gera avmarkingar, sum tryggja føroysk áhugamál.

Tað er sera umráðandi, at innihaldið í marknaðarførsluni svarar til tað, sum kundin veruliga upplivir sum dygd við føroyskum vørum og tænastum.

Mennandi verkætlanir í vinnuni
Í alivinnuni verður arbeitt við at gera kanningar, um tað ber til at ala á opnum havi. Í politisku skipanini verður arbeitt við at nýskipa fiskivinnuna á sjógvi, við eitt nú at skapa størri dynamikk við uppboðssølu av fiskirættindum – eitt nú fyri pelagiska veiðu. Í ferðavinnuni verður arbeitt við at fáa nógv fleiri ferðandi til Føroya komandi árini og leingja há-árstíðina.

Vinnumálaráðið arbeiðir eitt nú við einari verkætlan um at orða ein visjón fyri allar matvøruvinnur í Føroyum. Hetta arbeiðið verður samskipað við ymsu vinnugreinarnar.

Vinnumálaráðið arbeiðir eisini við einari orkuætlan, sum skal tryggja Føroyum varandi grøna orku. Endamálið er at tryggja føroyska húsarhaldinum og vinnuni so bíliga og nógva elorku sum gjørligt og soleiðis, at vinnan kann tryggja kappingarføri.

Hvat skulu vit liva av og hvat vilja vit?
Føroyingar skulu liva av tí dygdarrávøru, sum náttúran kann geva okkum og tí vitan og framleiðslu, sum vit kunnu selja á altjóða marknaðinum.

Føroyar eru partur av altjóða matvørumarknaðinum. Potentialið fyri menning og vøkstri er langt frá rokkið ella komið hartil, at vit kunnu verða nøgd ella leggja okkum afturá. Føroyska samfelagið hevur í løtuni ein desperatan mangul uppá inntøkur og arbeiðspláss – til tess at nøkta henda tørvin er neyðugt við einum vinnudrivnum vøkstri.

Tað er sera umráðandi, at vit gera okkum greitt, hvat vit vilja við okkara vinnum og hvussu vit umsita okkara náttúrutilfeingi burðardygt og optimalt. Alivinnan er eitt gott dømið uppá, hvat vit vilja við hesari vinnugrein – eitt nú at framleiða búskaparliga og lívfrøðiliga burðardygt og sum dygdargóða matvøru á altjóða marknaðinum. Saman við hesum viljanum fylgir ein felags marknaðarførsla og branding av føroysku alivinnuni.

Vit muga seta eina tíðarætlan fyri at náa okkara málum, sum fevnir um komandi 3-5 árini.

Framtíðin kemur av sær sjálvum, men tað ger framburður ikki.

Johan Dahl
Landsstýrismaður í Vinnumálum


RN


Aftur