Vitjan á høvuðsskrivstovuni hjá Venstre

21. januar 2014



Floksskrivarin hjá Sambandsflokkinum, Reidar Nónfjall, hevur júst verið á vitjan í Danmark á høvuðsskrivstovuni hjá Venstre í Holte. Við á vitjanini var eisini kassameistarin hjá Sambandsflokkinum, Annfinn Brekkstein.

Vitjanin varð væl fyrireikað við tí endamáli at fáa nøkur ítøkilig úrslit burturúr. Fundur varð hildin saman floksskrivaranum hjá Venstre, Claus Richter.

Endamálið við slíkum vitjanum er m.a. at skapa grundarlag fyri einum fakligum samstarvi við skrivstovuna hjá Venstre og skapa netverk.

Harafturat er endamálið at fáa innlit í og vitan um, hvussu ein størri politisk organisatión tilrættaleggur sítt innanhýsis politiska arbeiði og harvið fáa íblástur.

 

Á høvuðsskrivstovuni hjá Venstre í Holte
Reidar Nónfjall og Claus Ricther


RN


Aftur