Gjald verður ikki ásett fyri sjúkrarøktartænastu

27. februar 2014



Forkvinnan í Sjúkrarøktarafelag Føroya sigur í miðlunum nýliga,  at ætlanin er, at gjaldast skal fyri sjúkrarøktartænastu í sambandi við, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita.

Eg skal her vísa á, at tað ongantíð hevur verið ætlanin hjá samgonguni, at gjaldast skal fyri sjúkrarøktartænastu. 


Fyri, at eingin ivi ella misskiljing skal verða, so skal enn einaferð sláast fast, at gjaldast skal ikki fyri sjúkrarøktartænastu og fer hetta at verða tryggjað við einari greiðari áseting í nýggju lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

 

Rósa Samuelsen

Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin og Forkvinna í Løgtingsins Trivnaðarnevnd


RN


Aftur