Røða frá landsfundi 2014 - Neyðugar politiskar raðfestingar á sosiala økinum

17. mars 2014



 

Sosiali profilur Sambandsfloksins

 

Allar fyrst, so vil eg siga, at eg eri hørm um, at Lisbeth Petersen, fyrrverandi forkvinna í Sambandsflokkinum, valdi at uppsiga lima­skapin í flokkinum. Lisbeth hevur verið ein hollur politiskur stuðul hjá mær persónliga, serligan í tíðini, tá eg var í Landsstýrinum. Talan var um búskapar­kreppu og fremjast skuldi sparingar og broytingar, og stórar politiskar avgerðir skuldu takast.

 

Ein av grundgevingunum hjá Lisbeth var, at flokkurin ikki er nóg sosialur, og tað kann eg partvíst skilja. Møguliga mest tí, at vit ikki duga nóg væl at samskifta, hvat hendir á sosiala økinum, men eisini tí, at tað veruliga er tørvur á at gera nakað meira innan hetta økið.

 

Fólk í samfelagnum, sum hava trupulleikar at dragast við og ikki fáa neyðugu hjálpina, koma í eina persónliga kreppu, og tað er nakað, sum vit mugu fyrihalda okkum til.

 

Tað pínir meg, at peningur verður brúktur til tunlar, ikki misskilja meg, alt gott um tunlar, men tá fólk dagliga merkja, at tey ikki verða vird, tí soleiðis merkist tað, tá ein ikki fær hjálp - man merkir sviðan á egnum kroppi.

 

Eg kann byrja við at nevna tað, sum flokkurin fór á val uppá og sum er gjøgnumført.

 

Lógin um Arbeiðsfremjandi tiltøk ella vanliga nevnd rúmligi arbeiðs­marknaðurin og uppfylging av dagpeningalógini, sum skal tryggja fólki tilknýti til arbeiðsmarknaðin, eru báðar samtyktar.

 

Enn hava hesar lógir ikki havt tann virkna, sum tær leggja upp til og tað átti ikki at veri soleiðis.

 

Tað eru nógvir partar, sum skulu arbeiða saman, fyrst og fremst tann einstaki borgarin, saman við Almannaverkinum. Harafturat er neyðugt, at privatir, kommunalir og almennir arbeiðgevararar, mugu vera við fyri at fáa hesar lógir at virka optimalt.

 

Flest øll hava ynski um at koma í starv eftir førimuni, tí eitt starv er nakað øll vilja hava.

 

Barnaverndarlógin er dagførd og herd við fráboðanarskyldu. Harð­skaps­ætlan í parlagi og nærsambondum er víðkað eisini til at fevna um kynsligan ágang.

 

Eisini er Barnahús sett á stovn.

 

Varðar íbúðir verða gjørdar til fólk við sálarsjúku í Havn og til fólk við menningartarni í Eysturoynni og Klaksvík, og depil í Eysturoynni fyri børn og ung við fjølbreki.

 

Bíðilistin á psykiatrisku deild er styttur. Trupulleikin er, at eftir, at ein tørvsgreining er gjørd, er trupult at fáa tilboð og í sjálvum sær, er tað ikki nøktandi.

 

Enn vanta tilboð bæði innan skúlagott og tilboð eftir skúla. Man kann kortini siga, at foreldur kunnu fáa pening fyri mista inntøku, fyri at ansa barni við breki heima, tá einki tilboð er - men tað er ikki nøkur haldgóð loysn.  

 

Virksemið hjá Løgtingsins Umboðsmanni er víðkað til eisini at hava eftirlit við barnavernd

 

Fountain-house verður sett á stovn fyrsta dagin og fólk við sálarsjúku fáa eitt mennandi tilboð.

 

Vit hava sett á stovn førleikastovur í fólkaskúlanum, so teir næmingar, ið ikki eru so stinnir fakliga, fáa øðrvísi undirvísing og frálæru.

 

Skúlatilboð er til ung við autismu, sum sær út til at virka væl, ein afturvendandi trupulleiki, er kortini, at einki tilboð er til hesar næm­ingar eftir 9. flokk. Alneyðugt er, at vit fáa sett á stovn, serligt tilrættalagt skúla og menningartilboð, STU sum tað eitur í Danmark. Her skuldi lógin um Arbeiðsfremjandi tiltøk eisini veri ein møguleiki, at veitt teimum ungu eitt arbeiðs- og menningartilboð.

 

Landsstýrismaðurin í Mentamálum arbeiðir við at samskipa ser­náms­frøðiliga økið. Hetta økið er alt ov uppdeild - eg vóni, at arbeiðið at samskipa ser­námsfrøðiliga økið, verður skjótt liðugt. Eisini samskipan á Almanna- og heilsu­økinum, soleiðis at vit kunnu tryggja, at flest øll fáa eitt nøktandi heilsu-, skúla-, og frítíðar- og bútilboð.

 

I løtuni verður arbeitt við, at leggja eldraøki út til kommunurnar at umsita. Umráðandi er, at ynski hjá teimum eldru, um at hava møguleikan at verða búgv­andi í egnum heimi, verður tikið til eftirtektar. Tí er neyðugt, at styrkja heima­hjálpina og serliga umráðandi at seta inn við endurvenjing. Umráðandi er eisini, at markamótini til aðra skipanir verða loystir. Tann fíggjarligi parturin má eisini finnast ein semja um, eg meti vit koma nærri teimum 400 mió, tá eldraøki verður lagt út.

 

Alt, sum eg havi nevnt er nakað, sum Sambandsflokkurin hevði í valskránni frá 2011 - eg kundi ivaleyst nevnt fleiri mál.

 

Tørvurin á fleiri og betri sosialum tilboðum og tænastum

Enn eru vit ikki komin á mál á sosiala økinum og tað vil alla tíðina verða tørvur á broytingum og betringum.

 

Ein stór avbjóðing er at veita rehabilitering, endurvenjing- og menningartilboð.

 

Endurvenjing er ein tilgongd, sum miðar eftir, at persónurin, ið er raktur av sjúku, skal fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív aftur.

 

Ein av størstu trupulleikunum er, at vit mangla lógina, sum skal tryggja saman­hang í viðgerðunum, har støðið verður tikið í einari heildarætlan fyri endur­venjing. Dentur skal leggjast á, hvussu endurmenning skal samskipast tvørtur­um fakmørk og í tøttum samspæli við aðrar myndugleikar - hetta fyri, at borgarin skal fáa eina heildartænastu, har støðið verður tikið í tørvinum hjá tí einstaka persóninum.

 

Lógin skal tryggja endurvenjing, tað kann verða fysioterapi, ergo­terapi, tali­venjing, sálarfrøðiliga viðgerð, menningartilboð osf. Eg havi fyrr nevnt, at tað er omanfyri 5.000 fólk, sum hava brúk fyri endurvenjing. Hetta eru fólk, sum eru rakt av heila­bløðing, blótøppi, gikt, krabbameini, skelerose, parkenson, torticollis, piskes­mæld - eg kundi nevnt fleiri og ikki minst ellisárin.

 

Tað eru fólk, sum eru noydd á røktarheim, tí tey ikki fingu ella fáa endurvenjing.

 

Vit hava fleiri fólk, sum, um tey høvdu fingið endurvenjing, høvdu havt møgu­leika at havt eitt virkið lív, men tíverri eru fleiri “fangar í egnum lívi”.

 

Eini 30-40 næmingar við serligum avbjóðingum koma úr fólka­skúlanum hvørt ár til einki tilboð. At tað mangla tilboð til ung, er ein stór orsøk til at familjur flyta av landinum, og tað er ikki gott fyri hvørki familjurnar ella samfelagið.

 

Skúlin Dugni hevur umleið 50 persónar, sum standa á bíðilista at sleppa inn. Hetta eru ung, sum ikki hava fingið nøktandi undirvísing og frálæru í fólka­skúla­num ella sum krevja nakað annað. Dugni er nú byrjaður við einum fyri­reikingar­flokki, áðrenn 9. flokk.  Aftur her er dømi um, at broytingar mugu gerast.

 

Rúsdrekkapolitikkur, verður arbeitt við, sum skal leggjast fyri Løgtingið. Tilboð vanta til ung og familjur. Um tað ikki verður gjørt nakað munagott á hesum økinum, kann tað fáa katastrofalar fylgir fyri ættarlið.

 

Tað er ein sannroynd, at stakir uppihaldarar, einligir fólkapensjónistar og onnur  í Føroyum, ikki hava nóg góð fíggjarlig kor. Serliga er tað trupult at útvega bústaðir fyri ein rímiligan kostnað. Tá ein av ymiskum orsøkum missir makan, so minka føstu útreiðslurnar, so sum olja, el v.m. ikki samsvarandi mistu inn­tøkuni. Dømir eru um, at tá fólkapensjónistur missir makan, er tann eftir­sitandi noyddur á røktarheima av fíggjarligum orsøkum. Her kundi ein loysn verði at sett í verk bústaðar­stuðul fyri fólk við láginntøkum.

 

Eg vóni, at eg til næsta landsfund kann gleðast um, at lógin um endur­venjing er samtykt umframt at framdar eru aðrar betringar á sosiala økinum.

 

Kynsligur ágangur

Hevur man fylgt bara eitt sindur við í samfelagnum, so eru tað tíverri nógv, sum hava verið út fyri kynsligum ágangi í sínum uppvøkstri, uttan at tey hava fingið hjálp - teirra fatan er, at samfelagið hevur svikið tey. Fylgja vit við í granna­londum okkara, er støðan ikki betri.


At tað eru fólk í okkara samfelag, sum hava verið útsett fyri slíkan ágang, skal undir ongum umstøðum góðtakast. Hetta kemst av, at avleiðingarnar eru so ógvusligar og skaðiligar - ikki bara fyri tann einstaka, men eisini fyri familjuna framyvir, av fylgisárinum. Vit mugu sum myndugleikar, sum tað minsta, biðja um umbering fyri, at fólk eru svikin og skjótast møguligt bøta um støðuna, eitt nú við at strika aldursmarkið fyri at fáa sálarliga viðgerð og framhaldandi arbeiða fyri at styrkja viðgerðirnar fyri sein­árinum.

 

Sum nú er, er sálarfrøðilig viðgerð avmarkað við aldri, sum er sera óheppið. Tað vísir seg, at reaktiónirnar koma oftani eftir, at fólk eru vorðin tilkomin. Um eitt av foreldrunum hevur trupulleikar, gongur tað útyvir børnini og hjúnar­lagið, og kann fáa stórar persónligar avleiðingar. So um persónurin, sum hevur verið útsettur, ikki fær viðgerð, økist vavið á trupulleikanum, til ikki bara at fevna um persónin sjálvan, men um alla familjuna og samfelagið annars.

 

Samanumtikið - boðskapir

Sambandsflokkurin hevur sett í verk og viðvirka til nógvar ábøtur á sosiala økinum seinastu árini. Flokkurin hevur eisini alla tíðina víst á økir, sum muga takast upp til viðgerðar og fáast at virka betri, herundir nýggjar raðfestingar og tænastur.

 

Tað er kortini nakað eftir á mál, áðrenn vit á nøkrum økjum kunnu liva upp til minstu­krøvuni – eitt nú á rehabiliteringsøkinum.

 

Sambandsflokkurin ér ein sosialur flokkur – ongin ivi um tað. Tað er kortini neyð­ugt, at flokkurin alla tíðina fylgir við gongdini á sosiala økinum og ger sína ávirkan galdandi á okkara vælferðarskipan. Flokkurin má eisini gerast nógv betri til at kunna um tað, sum verður framt av broytingum og betringum á sosiala økinum – t.e. innan heilsu-, almanna- og útbúgvingarøkið.

 

Tað er ikki nóg mikið at seta sær nøkur háfloygd politisk mál á sosiala økinum. Neyðugt er eisini, at hava eitt boð uppá, hvussu hesi mál verða nádd. Í hesum sambandi muga játtanir fylgja við til sosialu ætlanirnar og at politiska skipanin torir at gera nakrar rationaliseringar og umraðfestingar, sum kunnu tryggja, at heildin hongur saman og at samfelagið er fyri øll.

 

Gera vit einki, økjast útreiðslurnar, og vit kunnu skjótt missa tamarhaldið á sosiala økinum.

 

Takk fyri!

 

Rósa Samuelsen

Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin og forkvinna í Løgtingins Trivnaðarnevnd 


RN


Aftur