Hoyvíkssáttmálin er systematiskur ójavni

1. september 2014



Naiva myndin, ið nógvir føroyingar hava av Íslandi sum brøðratjóðin, ið bert vil okkum alt tað besta, má nú avloysast av veruleikanum. Íslendingar hugsa fyrst og fremst um seg og síni. Einki forgjørt er í tí, men tá gevur tað onga meining fyri føroyskar fyritøkur at hava Hoyvíkssáttmálan. Hann er í grundini verri enn onki.

 

Tann bleyta politiska linjan, har ið Føroyar góðtaka alt frá íslendskari síðu, má enda nú.

 

Tað má vera niðurstøðan, nú vit aftur síggja, at Ísland ikki virðir Hoyvíkssáttmálan, og ein føroysk skipsmanning í íslendskari havn fær viðferð sum okkurt slag av sjórænarum.

 

Vit eru nú komin hagar til, at íslendingar mugu fáa at vita, at annaðhvørt er sáttmálin galdandi báðar vegir, ella er hann ikki galdandi longur.

 

Íslendingar plaga at vera góðir handilsmenn, men tó skulu vit ikki at góðtaka, at "brøðurnir" í Íslandi ár eftir ár hava fyrimun av, at Hoyvíkssáttmálin reelt ikki gevur Føroyum pláss sum ein javnbjóðis handilspartnari.

 

Hoyvíkssáttmálin er systematiskur ójavni.

 

Niðurlagið hevur verið, at nú skuldu viðurskiftini koma upp á pláss. Veruleikin er tó, at íslendingar seta føroyingum handilstekniskar forðingar, sum støðan hjá Nærabergi er nýggjasta dømið um.

 

Tað varð longu greitt, tá ið sáttmálin skuldi setast í gildið, at ójavnvág var í sáttmálanum, og orðaskifti tók seg upp um, hvørt tað var rætt at seta hann í gildið, áðrenn sáttmálin var rættaður upp. Ein felagsnevnd skuldi loysa trupulleikan, men í dag kunnu vit tó staðfesta, at tað hevur verið trupult at loyst trupulleikan í felagsnevndini.

 

Bæði vit, sum manna uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, og løgmaður eru í Íslandi komandi dagarnar. Nú er lagaliga løtan, og íslendska stjórnin skal hava at vita, at annaðhvørt er sáttmálin galdandi báðar vegir, ella verður hann uppsagdur.

 

Naiva myndin, ið nógvir føroyingar hava av Íslandi sum brøðratjóðin, ið bert vil okkum alt tað besta, má nú avloysast av veruleikanum. Íslendingar hugsa fyrst og fremst um seg og síni. Einki forgjørt er í tí, men tá gevur tað onga meining fyri føroyskar fyritøkur at hava ein Hoyvíkssáttmála.

 

Hann er í grundini verri enn onki.

 

Nú má bera ella bresta.

 

Bárður Nielsen

Limur í Uttanlandsnevndini fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur