Heystfundur - leygardagin 8. november 2014

11. september 2014



Sambandsflokkurin skipar fyri Heystfundi: leygardagin tann 8. november 2014.

Stað: Tórshavn, Hotel Hafnia - Parnassið.
Tíðspunkt: kl. 08.30-13.00.  

Skrá

1. Frágreiðing: Um politisku støðuna 
     - Kaj Leo Holm Johannesen, formaður

2. Framløga: Vøksturin í ali- og fiskivinnuni og betri marknaðaratgongd 
     - Al
fred Olsen, løgtingslimur

3. Framløga: Menning og skúlatilboð til børn og ung, sum hava serligan tørv og ST sáttmálin innan brekøkið 
     - Edva Jacobsen, løgtingslimur 


4. Framløga: Útlendskar íløgur og kapitalur í Føroyum - skipanir og møguleikar. Týdningurin av einum felags vinnupolitikki 
    -
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum

Høvið verður at gera viðmerkingar og seta spurningar.



Heystfundur verður hildin á hvørjum ári. Talan er um ein fund fyri limir og sambandsáhugað í Landsfelag Sambandsfloksins um støðuna í flokkinum, politisku støðuna í samfelagnum o.a.


Talan er um seinasta Heystfundin áðrenn komandi løgtingsvalið.

Vælkomin á Heystfund!


RN


Aftur