Loysing er ikki at spæla við

23. september 2014



Skotska fólkaatkvøðan
Skotska fólkið gjørdi av 18. september 2014, við stórum meirluta, ikki at loysa Skotland frá Bretlandi. Talan var um eitt lagnuval, sum skotar skuldu taka, og vendast kundi ikki aftur til støðuna áðrenn hetta val – eisini uttan mun til úrslitið.

Sjálvstýristilgongdin í Skotlandi hevur verið ein onnur samanborið við Føroyar. Skotar hava ikki havt eina skipaða tilgongd at menna politiskt og búskaparligt sjálvræði. Tí er tað kanska eisini væl forstáiligt, at meirlutin av skotska fólkinunm helt tað verða óamannaverk at loysa nærmast frá degi til dags. Tjóðskaparflokkurin og tess veljarar høvdu sjálvi onki ítøkiligt boð uppá, hvussu samfelagið skuldi innrættast og skipast eftir eina møguliga loysing.

Tað ringasta ein kann gera, tá týðandi avgerðir skulu takast er at grunda hesar avgerðir útilokandi uppá kenslur og ikki vit, skil og fakta.

Ein meiningarkanning millum skotar áðrenn fólkatkvøðuna vísti, at 17% søgdu seg flyta ella flýggja av landinum, um so var, at ein meirluti gjørdist fyri loysing, svarandi til 700.000 fólk. Hetta eru skelkandi avleiðingar, sum vit í Føroyum kunnu gera okkum nakrar tankar um og taka til okkum.

Sjálvstýristilgongdin í Føroyum
Føroyar hava síðan 1948 haft eina heimastýrislóg, sum vit hava brúkt til at yvirtaka málsøkið (eftir búskaparligum gjaldsevni) og tað er okkum meira og minni frítt fyri at virka sum ein sjálvstýrandi politiskt og búskaparlig tjóð. Danir forða okkum heldur ikki í at taka loysingina fult út – hetta er upp til Føroya fólk at taka avgerð um.

Í løtuni eru samlaðu beinleiðis útreiðslurnar, sum danir gjalda til Føroya umleið 1 milliard.kr., svarandi til 20% av samlaðu fíggjarlógini. Ein loysing vildi havt við sær, at føroyingar sjálvir skulu rinda hesar útreiðslur og røkt nýggj málsøki, so skjótt sum vit høvdu tikið loysingina, umframt at gjalda hundratals milliónir árliga fyri føroyingar, sum lesa í eitt nú Danmark. Tá vit ikki høvdu búskaparliga klára at fylt uppaftur eitt slíkt peningadren í búskapinum eftir eina loysing, so vildi hetta rakt vælferðina álvarsliga.

Ein loysing vil sostatt hava við sær eina katastrofu fyri allar føroyingar, so leingi, sum so nógv vantar í, til at vit kunnu gerast ein sjálvberandi búskapur og vilja vera eitt kappingarført samfelag í Evropa, herundir Norðanlondunum.

Rákið innan altjóða samstarv
Tað kann tykjast sera løgið, at tað eru rørslur ymsa staðnis í heiminum og eisini í Føroyum, sum virka beint móti rákinum at samstarva og vera saman við øðrum, og gerast stór og sterk. Henda sameining millum lond snýr seg m.a. um at skapa betri grundarlag fyri menning og vøkstri í einum landi ella øki, herundir fremja samhandil – og størri og sterkari londini ella økini eru, jú betri.

Føroyar eru eitt sera lítið land, sum ikki uttan víðari og við verandi fólkagrundarlagi megnar eina menning á hædd við onnur stór lond og felagsskapir uttan at vera í einum størri felagsskapi. Hesin felagsskapur, vit so skilagott hava valt, eitur Ríkisfelagsskapurin.

Tað er eitt neyvt samanhang millum støddina á einum landi og politiska og búskaparliga handlikraft, og møguleikarnir fyri at hava eitt samfelag í kappingarførari menning. Tí er tað ein stórur fyrimunur, at føroyingar í Ríkisfelagsskapinum ókeypist kunnu brúka almennar tænastur, t.d. tá vit senda ungfólk Danmarkar at lesa.

Framtíð Føroya – eitt strategiskt val
Framtíð Føroya er tætt heft at, hvørja støðu vit velja at taka til Ríkisfelagsskapin komandi árini.

Spurningurin fyri føroyingar stendur m.a. í millum at varðveita búskaparligan tryggleika, hægri vælferð og fólkatilflyting, ella velja búskaparligt frælsi, lægri vælferð og fólkafráflyting.

Loysing er ikki loysnin
Tað er alt, sum bendir á, at føroyingar ikki vilja eina loysing, sjálvt um vit eru komin longri á sjálvstýrisleið enn eitt nú Skotland.

Hetta merkir, at vit eiga at halda fram við at menna okkara samfelag og vinnu, og skapa karmar, sum hava við sær, at føroyingar hava eitt gott lív og góðan trivna.

At tosa loysing, nærmast sum eitt eksperiment, og ikki hava tað minsta boð uppá, hvussu vit skulu varðveita okkara vælstand og vælferð er at spæla við lagnuni hjá føroyingum.

Tað er ikki óhugsandi, at fingu vit eina loysing, so vildu kanska einir 5-8.000 føroyingar flutt av landinum ella flýggja undan vánaligari vælferð og arbeiðsloysi.

Johan Dahl
Landsstýrismaður


RN


Aftur