Sambandsflokkurin - um nýskipan av fiskivinnuni

17. oktober 2014



Tørvurin á nýskipan

Verandi fiskivinnuskipan er grundað á eina lóggávu og skipan, sum varð gjørd undir búskaparkreppuni í 1994. Ein endurskoðan og royndirnar av skipanini vísa, at neyðugt verður at gera nakrar grundleggjandi broytingar ella nýskipanir.

 

Roknskapargreiningar vísa, at heimaflotin siglir í tungum sjógvi búskaparliga við rakstrarhalli og stórari skuld. Vinnutólini eru sera gomul og niðurslitin, og kunnu illa tryggja kappingarføran effektivitet og produktivitet. Ein partur av trupulleikunum snýr seg eisini um, hvørt verandi fiskidagaskipan hevur fastlæst flotan, soleiðis at hesin ikki fær endurnýggjað seg, samstundis sum fiskidagaskipan elvir til ov stórt veiðitrýst á fiskastovnarnar. Fiskastovnarnir undir Føroyum, t.e. toskur og hýsa, eru sera illa fyri.

 

Í pelagisku vinnuni er íkomin spurningurin um, hvussu tey ovurstóru virðini skulu býtast í vinnuni sjálvari og millum vinnuna og samfelagið (býtið av tilfeingisrentuni).

 

Nýggjur fiskivinnupolitikkur - meginreglur og karmar

Endmálið við einari nýskipan av fiskivinnuni er at reka hana á búskaparliga og lívfrøðiliga burðardyggum grundarlag og samfelagsbúskaparliga optimalt. Endamálið er eisini í mest møguligan mun at reka fiskivinnuna á marknaðartreytum og við avlopi.

 

Sostatt verður politiskt lagt upp til eina veruliga nýskipan av fiskivinnuni og ikki bara dagføringar av verandi lóggávu.

 

Fyri at kunna fremja eina veruliga nýskipan og reka fiskivinnuna á burðardyggum grundarlag og á marknaðartreytum, so skal politisk støða takast til nakrar grundleggjandi meginreglur og karmar, sum eru:

 

·   Fiskivinnan rekast og skipast mest møguligt eftir marknaðartreytum?

·   Umsitingin av veiðirættindum (bulurin í skipanini) – útlutan av veiðiloyvum (gildistíð) og/ella uppboðssøla?

·   Veiðiskipanir – kvota- og/ella fiskidagaskipan?

·   Útlendskur ognarskapur í føroyskum fiskiførum og kapitalur?

·   Umsitingarætlanir – 3-5 ára veiðireglur?

 

Harafturat skal støða takast til, hvørt øll veiða skal landast um føroyskan kaikant, um góðskustýring og hagreiðing, nýtsla av innvøli í fiskinum, brúksskylda av fiskiloyvum, útblaking o.a.




Tað er sostatt fiskarípolitikkurin, sum lagt verður upp til, skal broytast munandi. Eisini verður lagt upp til at arbeiða meira visjónert og strategiskt í fiskivinnuni og fata fiskivinnuna sum eina matvøruvinnu, sum kappast á altjóða marknaðinum.

 

Støðan í Sambandsflokkinum

Sambandsflokkurin hevur í eina tíð saman við hinum samgonguflokkunum havt samráðingar um eina fiskivinnunýskipan, men enn er ikki komin ein endalig politisk semja. Partarnar hava sagt sína hugsan og viðgjørt tey mest týðandi málini, men enn er nakað eftir á mál.

 
Grundarlagið fyri viðgerðini eru frágreiðingar, fakligt tilfar, fundir við áhugabólkar o.a.

 

Sambandsflokkurin vil ikki uppá núverandi tíðspunkt fastlæsta samráðingartilgongdina, men hevur víst á, hvørjar loysnir flokkurin ynskir. Flokkurin vil t.d., at fiskivinnan verður rikin mest møguligt á marknaðartreytum og tí er eisini ynskiligt, at ein partur av t.d. pelagiska tilfeinginum verður selt umvegis eina uppboðssølu. Henda heimild eigur at setast í eina nýggja lóggávu.

 

Sambandsflokkurin tekur undir við útlendskum ognarskapi og kapitali, men treytin er, at myndugleikarnir hava eftirlit við, at reglurnar verða hildnar og at rávøran, virðisskapanin og førleikamenningin verður í Føroyum.

 

Flokkurin ynskir eisini, at gjørdar verða umsitingarætlanir og at alt sjófeingi skal um føroyskan kaikant.

 

Sambandsflokkurin heldur, at okkara høvuðsvinna nú eigur at fáa nakrar tryggari og støðugari karmar at virka eftir, soleiðis at vinnan kann leggja meira langsiktaðar ætlanir fyri rakstur og íløgur.

 

Sambandsflokkurin vil virka fyri, at gjørd verður breið politisk semja um eina fiskivinnunýskipan.

 

Neyðugt verður at seta eina nýggja fiskivinnuskipan stigvist í verk.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

Løgmaður og formaður Sambandsfloksins


RN


Aftur