Landsstýrismálanevndin og politiska mentanin

20. november 2014



Uppgávurnar hjá Landsstýrismálanevndini
Seinastu tíðina hevur Landsstýrismálanevndin verið í fokus og spurningar eru settir um nevndin er óheft, hevur neyðugu førleikarnar o.a. Onkur hevur kallað nevndina ein bastard í politisku skipanini.
 
Landsstýrismálanevndin er ein løgtingsnevnd, sum arbeiðir fakliga og kannar løgfrøðiligar ella formligar ivaspurningar. Nevndin hevur eftirlit við starvi landsstýrisins og kann seta í verk størri kanning, um landsstýrisfólk møguliga hava framt lógarbrot.
 
Landsstýrismálanevndin røkir ikki partapolitisk áhugamál, men illgruni vil altíð verða um nevndin verjir partapolitisk áhugamál, tí hon er mannað við politikarum úr ymsum flokkum.
 
Grein 38 í stýrisskipanarlógini sigur, at Løgtingið setir eina nevnd við trimum tinglimum at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt.
 
Stk. 2. Hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra, sum ikki hevur dómsmyndugleika. Hann skal, eftir at hann hevur kannað málið, gera eina frágreiðing til løgtingið, hvørt fyrisitingin í ávísum máli er útint á lógligan hátt. Tveir fimtingar av løgtingsmonnunum kunnu skrivliga seta fram sama krav.
 
Lógin útgreinar ikki, hvat eftirlitið ítøkiliga fevnir um og ei heldur, hvørjar ítøkiligar uppgávur nevndin hevur. Heldur onki stendur um mannagongdir, tá ið ein kanningarstjóri verður settur.
 
Heldur onki verður nevnt um, hvørji serlig atlit skulu takast, tá ið nevndin ger egnar niðurstøður ella velur at heita á løgtingsformannin at seta ein kanningarstjóra. Kortini er avgerandi, hvussu torført og kompliserað eitt mál er, hvussu stórur tørvur er á upplýsingum og løgfrøðiligari hjálp.
 
Tað er ivasamt sambært rættargangslógini um Løgmaður ella Løgtingið kunnu reisa ákæru eftir at hava fingið frágreiðing frá einum kanningarstjóra, sum vísir, at nakað revsivert er farið fram. Hinvegin er altíð ein møguleiki, at slíkar kanningar fáa nakrar politiskar avleiðingar.

   

Eftirlitsuppgávan hjá Landsstýrismálanevndini
Sum nevnt virkar nevndin eftir grein 38 í stýrisskipanarlógini og tað er t.d. henda greinin og stk.1, sum er aktuel í sambandi við viðurskiftini á Strandferðsluni.
 
Í fleiri førum hevur landsstýrismálanevndin verið samd um ikki at gera nakað við kærur, tí har var onki at koma eftir.
 
Fyri at tryggja, at fakliga arbeiðið hjá nevndini er á nóg høgum støði fær nevndin hjálp frá løgfrøðingum í fyrisitingini hjá Løgtinginum. Hóast ráðgevingina, so er tað nevndin sjálv sum hevur ábyrgdina av frágreiðingum og niðurstøðum, sum verða gjørdar.
 
Vit hava í landsstýrismálanevndini skyldu at viðgera mál og greina tey soleiðis, at almenningurin skilir, hvat talan er um, og kann fyrihalda seg til málið.
 
Ongi mál eru eins og skulu viðgerast serstakt. Hóast hetta verður oftani, í almenna rúminum og í politisku skipanini, roynt at vevja málini saman, so torført er at fyrihalda seg til málini hvør sær.
 
Tað er soleiðis, at avleiðingarnar av niðurstøðunum hjá landsstýrismálanevndini annaðhvørt kunnu verða politiskar ella revsing.
 
Tosað verður um ósemjur í nevndini, men í flestu førum er talan um eina samda nevnd.
 
Nevndin, ella ein meirluti í nevndini, kann krevja, at ein kanningarstjóri verður settur, um henda heldur, at illgruni er um, at nakað óregluligt er fari fram. Nevndin áleggur løgtingsformanninum at seta ein kanningarstjóra, sum tó ikki hevur dómsmyndugleika.
 
Kanningarstjórin skal lata Løgtinginum eina frágreiðing, sum staðfestir um fyrisitingin hevur borið seg rætt at og arbeitt á lógligan hátt. Ikki um hvørt talan er um vánaliga leiðslu og stýring, sum forkvinnan í nevndini hevur sagt í sambandi við CIP-málið.
 
Tá ið nevndin avger at seta kanningarstjóra, so er tað oftast, tá ið talan er um stór og torfør mál, sum krevja løgfrøðiligan serkunnleika. Í hvørjum einstøkum føri verður mett um neyðugt er við kanningarstjóra.
 
Tað hava verið 7 kanningarstjóramál:

1996: Javnstøðulóg 
1996: Bygnaðarbroytingar í landsumsitingini
1999: Marr &co, leiguútreiðslur til aðalstýrini
2000: Umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum
2000: SVF
2010: Miðnámsskúlamálið í Suðuroy
2013: Skálafjarðartunnilin og CIP-málið
 
Hesar kanningar hava ikki fingið nakrar revsirættarligar avleiðingar, men hava bara fingið politiskar avleiðingar, har t.d. ein landsstýrismaður er settur frá.
 
Kostnaðurin at brúka kanningarstjóra
Kostnaðurin av kanningini um CIP-málið hevur fylt nógv í almenna rúminum. Hvat hesum útreiðslum til kanningina hjá Hans Gammeltoft Hansen viðvíkur, og øllum liðnum av løgfrøðingum, er Landsstýrismálanevndini óviðkomandi og hevur nevndin onki við henda partin at gera.
 
Landsstýrismálanevndin kom til eina niðurstøðu, sum álegði løgtingsformanninum at seta ein kanningarstjóra.
 
So kann ein eftirfylgjandi seta spurnartekin við, um ein rokning ímillum 4-5 mió.kr., sum ført verður fram, at kanningin fer at kosta, stendur mát við tað, sum kannast skal og hvat kanningin fer at verða brúkt til.
 
Henda kanning er umbiðin av løgtingsformanninum uttan eina frammanundan gjørda kostnaðarmeting. Hetta kann tykjast løgið, tá hugsað verður um, at allir almennir stovnar skulu bjóða út síni innkeyp og íløgur og muga ikki avhalda útreiðslur uttan, at ein játtan fyriliggur á fíggjarlógini.
 
Spurningur kann eisini setast við um henda kanning er ein luksusútgáva av einari kanning og um arbeiðssetningurin er serligur í mun til aðrar kanningar. Hetta merkir, at ein minni kanning í vavi hevði møguliga komi til somu niðurstøðu, sum ein stór og sera kostnaðarmikil kanning. Henda útgávan av einari kanning er eftir øllum at døma vald, uttan at tryggja sær, hvat hon ætlandi fer at kosta.
 
Um kanningin av CIP-málinum fer at kosta einar 4-5 mió.kr., so verður hetta uttanfyri øll fordømi, tá talan er um útreiðslur til aðrar kanningarstjórar. Hinvegin, so er hetta málið umfatandi og serligt uppá ymsar mátar, m.a. skal alt tilfar umsetast til føroyskt, men hetta kann ikki forklára høgu útreiðslurnar. 
 
Virða og góðtaka arbeiðið hjá Landsstýrismálanevndini
Hvat málinum um meirnýtsluna hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum viðvíkur, er Landsstýrismálanevndin komin til eina niðurstøðu um meirnýtslu og brot á játtanarlógina. Men nevndin var ósamd um brot á lógina um ábyrgd landstýrismanna. Hvussu hetta málið tók seg upp í almenna rúminum, hevur Landsstýrismálanevndin onga ávirkan havt á.
 
Tað er nógv, sum bendir á, at alt eftir, hvat mál nevndin viðger, hvønn veg ein niðurstøða vendir o.a., so verður hetta vent til mistonkiliggering og politiskar ósemjur, sum onki hava við Landsstýrismálanevndina at gera. Tá nevndin er liðug við sítt arbeiðið, er tað uppgávan og ábyrgdin hjá Løgtinginum at viðgera og brúka tær frágreiðingar, sum nevndin kemur við og taka neyðugu avleiðingarnar.
 
Tað er skeivt at útstilla einstakar limir í Landsstýrismálanevndini, mistonkiliggera nevndina sum partapolitiska og tosa um at broyta skipanina, tá málið heldur snýr seg um, at Løgtingið tekur ábyrgd og brúkar tær frágreiðingar og niðurstøður, sum nevndin kemur við.
 
Heldur enn at viðgera nevndina sum ein bastard, politiskt hefta ella inkompetenta, kundi veri áhugavert at viðgjørt hesa funktiónini í einum størri høpi. Møguliga átti ein reglugerð at verði gjørd fyri, hvussu nevndin arbeiðir, t.e. um uppgávur, ábyrgd, mannagongdir o.a.
 
Undir øllum umstøðum eigur politiska skipanin at læra at virka við, duga at brúka og virða tey úrslit, sum Landsstýrismálanevndin kemur til. Eitt er vist, at í hesum lítla landi vil ein slík nevnd aldrin sleppa undan at verða persónifiserað og mistonkiliggjørd, kanska enn meira um hon var mannað við uttanhýsis fakfólkum.
 
Kritikkur av Landsstýrismálanevndini - funktiónin
Kritikkurin av Landsstýrismálanevndini sum partur av politisku skipanini, eiga vit at viðgera sakliga politiskt. Um politikarar ella okkara politiska skipan ikki er trygg við verandi skipan, hvussu skal almenningurin so vera tað ella hava álit á politisku skipanini.
 
Einhvør politisk skipan, sum byggir á fólkaræði, hevur fyri neyðini at verða endurskoðað og soleiðis er eisini við okkara stýrisskipan, sum hevur 20 ár á baki. Í politiskum høpi eru 20 ár kortini stutt tíð, tá talan er um at uppbyggja eina dygdargóða politiska siðvenju.
 
Hinvegin er spurningurin eisini um at geva skipanini ein kjans at virka eftir endamálinum og ikki minst politiskt virða tær óheftu niðurstøður, sum nevndin kemur til. Men, sum sagt, er tørvur á broytingum í sjálvari skipanini, so eiga tær at verða gjørdar.
 
Tað vísir seg oftari og oftari, at tær frágreiðingar og niðurstøður, sum Landsstýrismálanevndin kemur til, verða brúktar og misbrúktar í einum eftirfylgjandi politiskum stríði millum samgongu og andstøðu.
 
Eftir hesum at døma, er tað ikki nakað galið við endamálinum og arbeiðinum hjá nevndini, men heldur politisku mentanini í Løgtinginum og politisku skipanini sum heild. Hetta kundi eisini bent á, at politiska skipanin ikki virkar serliga professionelt.
 
Er tað soleiðis, at tey fólk, sum manna Landsstýrsmálanevndina ikki hava skilt sína uppgávu, eru politiskt heft ella eru inkompetent, so eiga tey í fyrsta umfari at verða skift út, heldur enn at skifta skipanina út ella broyta hesa grundleggjandi.
 
Annars er ongin skipan betri enn tey fólkini, sum manna hana.
 
Eivin H. Jacobsen
Løgtingslimur fyri Sambandsflokkin og limur í Landsstýrismálanevndini


RN


Aftur