Vit hava ikki ráð til tredivu lokalsamfeløg í Føroyum

27. november 2014



Løgmaður loypti øði í grindina, tá hann í gjár segði sína hugsan um at gera eina bingjuhavn við Havnar Skansa, og allar lokalpolitiskar kreftir vaknaðu skjótt til orrustu. Hvat billar maðurin sær inn at blanda seg uppí, hvussu Føroyar verða skipaðar? - Hann er jú bara løgmaður!
 
Eg skal ikki við hesi greinini leggja meg út í ítøkiliga málið um bingjuhavnina, men eg má geva løgmanni rætt í tí, at okkum tørvar eina yvirskipaða ætlan fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.
 
Tredivu ferðir Føroyar
Føroyar eru eitt lítið, fjarskotið land við avmarkaðum pengum og tí er neyðugt, at øll standa saman, fyri at fáa tingini at virka. Vit mugu koma burturúr tí støðuni, har hvør dregur til sín, og heldur seta okkum niður og finna útav, hvussu vit skipa samfelag til frama fyri okkum øll. Vit hava ikki ráð til tredivu lokalsamfeløg við nógvum dupultfunktiónum, samstundis sum aðrar tænastur mangla. Vit kunnu ikki hava alt allastaðni.
 
Spurningurin er, um vit vilja hava eitt samfelag, har borgarin hevur atgongd til allar tænastur, (hóast tað í summum førum er neyðugt at ferðast í ein- ella kanska tveir tímar) ella vit vilja hava tredivu sjálvstøðug kommunal samfeløg, har tú hevur styttri veg til nakrar fáar tænastur, men har tað eisini eru nógvar tænastur, sum tú als ikki fært.
 
Vit eiga øll Havnina
Einaferð í tíðini hava føroyingar valt Havnina til høvuðsstað, og eg síggi onga orsøk til at broyta ta avgerðina. Sjálvandi hoyra nakrir grundleggjandi stovnar til høvuðsstaðin, og stendur tað til mín, so verða hesir ikki fluttir. Her hugsi eg fyrst og fremst um landsfyristingina og um mentanarstovnar, sum púra natúrliga eiga at vera í høvuðsstaðnum. Fyri mær er Havnin ikki bara býurin hjá havnarfólki, men høvuðsstaðurin hjá okkum øllum.
 
Hinvegin, so eru eisini íløgur, sum líka natúrliga eiga at liggja uttanfyri Havnina. Eg havi til dømis ongantíð skilt, hví Norrøna skal troka seg innímillum Molan og Tinganes, tá ferðafólkini kortini skulu út í stóru verð at ferðast. Tað hevði ongan týdning havt fyri ferðafólkini, um tey koyrdu inn á Sund, Norður til Kollafjarðar ella kanska heilt norður til Klaksvíkar.
 
Vit skulu hava nakrar tænastur í Havn og vit skulu eisini hava nakrar tænastur aðrastaðni í Føroyum. Alt hetta má vera samskipað.
 
Skeivur hugburður
Í samrøðu við Útvarpið í gjárkvøldið vísti Heðin Mortensen á, at eldraøkið verður í hesum døgum lagt út til kommunurnar at umsita, og í tí sambandinum hevur Tórshavnar kommuna brúk fyri inntøkum frá nýggju havnini.
 
Júst hetta úttalilsið er eitt ræðandi dømi um skeiva hugburðin í okkara landi. Tað er nevniliga ikki bara Tórshavnar kommuna sum fær eldraøkið at umsita á nýggjárinum, men hetta er galdandi fyri allar kommunur í landinum. Um allar kommunurnar skulu fíggja eldraøkið við bingjuhavnum, so fara tað skjótt at mangla bingjur í Føroyum.
 
Jú sjálvandi skulu íløgur gerast í Havn og íløgur skulu eisini gerast aðrastaðni, men vit mugu hava eina yvirskipaða ætlan fyri alt landið, soleiðis at vit hava eitt samfelag, sum vit øll eiga, og ikki tredivu lokalsamfeløg sum hvørt livir sítt egna lív.
 
Í farnu viku fingu vit eitt nýtt heimsatlas. Nú eiga vit at seta okkum saman, fyri at vita um vit ikki eisini klára at tekna eitt føroyakort.
 
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
 


RN


Aftur