Landsins samgonga er dumpað í bygnaðarbroyting av samfelagnum

28. november 2014



Greinin hevur heitið  “Vit hava ikki ráð til tredivu lokalsamfeløg.” Motivatiónin at skriva hesi sjónarmið er løgin nokk nøkur úttalilsi hjá løgmanni um ætlanirnar hjá Tórshavnar Kommunu at útbyggja Tórshavnar Havn.

 

Útbyggingar av Tórshavnar Havn

Tað er ikki ætlanin hjá býráðnum í Tórshavnar Kommunu at gera eina útbygging av havnalagnum, sum skaðar umhvørvið við Skansan ella sum ger seg inn á býin í síni heild. Útbyggingin kann býtast í tvey - ein partur, sum handlar um vinnuligu útbyggingina og ein annan part, sum snýr seg um at gera økið við Skansan meira atkomuligt fyri allar havnaborgarar og ferðandi við bygningum/hølum til matstovur o.a.

 

Ein partur av bingjuhavnini skal ikki liggja upp at Skansaøkinum, tvørturímóti.

 

Lagt verður upp til, at løguætlanin kann gerast stigvíst.

 

Talan er í høvuðsheitum um at víðarimenna verandi havnalag til av- og áskipan og til nógvu ferðamannaskipini, sum vitja Havnina – virksemisskapan og arbeiðspláss. Eisini er talan um at nýskapa og menna økið rundanum ella við Skansan - virksemisskapan og arbeiðspláss.

 

Tí er henda havnaútbygging ikki í kapping við útbygging og ídnaðarmenning í Runavík ella Klaksvík.
 

Bygnaðarbroyting av føroyska samfelagnum

Eg eri samdur við Helga Abrahamsen, tá hann sigur: “Føroyar eru eitt lítið, fjarskotið land við avmarkaðum pengum og tí er neyðugt, at øll standa saman, fyri at fáa tingini at virka. Vit mugu koma burturúr tí støðuni, har hvør dregur til sín, og heldur seta okkum niður og finna útav, hvussu vit skipa samfelag til frama fyri okkum øll. Vit hava ikki ráð til tredivu lokalsamfeløg við nógvum dupultfunktiónum, samstundis sum aðrar tænastur mangla. Vit kunnu ikki hava alt allastaðni.”

 

Til hetta er at viðmerkja, at verandi landsins samgonga og landsstýrið eru so dyggiliga dumpað at fremja ein samfelagsligan reform, her leggja kommunurnar í Føroyum saman í størri og sterkari eindir.

 

Í allari neyðini og flýggjan undan ábyrgd, valdi samgongan og landsstýrið, at leggja málið um kommunusamanlegging út til vegleiðandi fólkaatkvøðu 3. mai 2012. Eg kann viðmerkja, at í norðanlondum eru allir kommunureformar við samanleggingum gjørdar fyri 35-40 árum síðan – restin er víðari menning og tað gongur skjótt fyri seg.

 

Í Føroyum eru kommunusamanleggingar gjørdar uppá kvamsvís og púra óskipaðar við vantandi politiskari leiðslu og stýring frá landsmyndugleikunum.

 

Í øllum hesum kaos velur landið at leggja út eina sera stóra uppgávu, sum er eldraøkið og hetta verður gjørt uttan at bygnarðarliga grundarlagið er til staðar. Onkur heldur,  tá okkara landspolitikarar ikki hava dirvið til at fremja reformar, so er hetta ein typiskur háttur og uppskrift við seigpíning at tvinga kommunurnar til samanleggingar. Men hetta fer at taka langa tíð og onki annað hendir á økinum.

 

Sostatt er stórur vandi fyri, at nakrar kommunur fáa stórar trupulleikar av hesari útlegging og brúkarin kemur í klemmu og Tórshavnar Kommuna verður trýst at gjalda við útjavning.

 

Tórshavnar Kommuna hevur sjálvboðin gingið á odda á samanleggingarøkinum og hevur gjørt fleiri samanleggingar – og uttan nakað sum helst krav ella boð frá landsins myndugleikum. 
 

Hvat skal Helgi virka fyri

Helgi eigur at taka í egnan barm, serliga nú milliarda íløgur verða gjørdar í undirsjóvartunlar til Eysturoynna og Sandoynna, og at virka fyri, at kommunurnar í Eysturoynni og Sandoynni sum skjótast verða lagdar saman við lóg.

 

Nógvar av smærru kommununum hava onga tænastuliga og fíggjarliga styrki til nakað sum helst og vilja uttan iva minka í fólkatali til lítið og onki.

 

Latið Føroya fólk og brúkaran vera í fokus, tá talan er um at skipa føroyska samfelagið – og ikki lokal áhugamál, sum ikki tæna heildini og øllum samfelagnum.

 

Ein kann eisini spyrja, hví samgongan ella landsstýrið ikki kemur við einari økisætlan fyri, hvussu infraskipanin kann ella eigur at útbyggjast ella enntá, hvussu samfelagið ella landið eigur at útbyggjast við borgarunum ella brúkarunum í fokus.

 

So nei Helgi, tey 30 lokalsamfeløgini, sum tú tosar um, hava tit nýliga valt at varðveita og sum er ein vanlukka fyri menningina av Føroyum. Vit í Føroyum liva við einum samfelagsligum og bygnaðarligum “systemfeili."

 

Størsta og mest gevandi bygnaðarbroytingin fyri samfelagið liggur enn og bíðar uppá 40. ár – talan er um eina kommunusamanlegging í 5-7 kommunur.

 

Kanska Helgi fer politiskt at virka fyri at gera samfelagsligar, her kommununalar bygnaðarbroytingar, til ein part av einum komandi valstríði og valskrá – livst so spyrst.

 

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur