Skálafjørðurin og framtíðar altjóða skipahavn

3. desember 2014



Skálafjørðurin sum altjóða skipahavn
Tá vit tosa um eina framtíðar altjóða skipahavn í Føroyum, so eri eg samdur við løgmanni, at henda eigur at verða á Skálafjørðinum, sum í sær sjálvum er ein Gud givin náttúruhavn, við ongari sjóvarfalsflóð og fjørðu, har er kyrt, stórt uppland og góðir møguleikar hjá skipum bæði at ankra upp ella liggja við kai.
 
Tað er veðurgott, trygt og rúmsátt hjá skipum at manurera á fjørðinum.  
 
Atløgusíða kann gerast bíligast í landinum, og á tí dýpi, sum ynskiligt er við stórum upplandi o.a. umframt, at Skálafjørðurin liggur væl plaseraður í landinum.
 
Skálafjarðartunnilin
Tá hugsað verður um Suðurstreym og Skálafjørðin, so verða hesir partarnir um stutta tíð bundnir saman við einum Skálafjarðartunli, ið er 9,3 km. langur, so næsti granni til Havnina verður Skálafjørðurin, og harvið gerst miðstaðarøkið uppaftur størri við tunlinum. Ein slík íløga hevur sjálvandi við sær broyttar raðfestingar innan ferðslu, havnabygging o.a.  
 
Kommunalt samstarv
Hvat er meira natúrligt enn, at kommunurnar við Skálafjørðin og Tórshavnar kommuna, tosa saman um eina framtíðar havnaútbygging í miðstaðarøkinum.
 
Eg veit, at kommurnar við Skálafjørðin hava biðið um fund við Tórshavnar kommunu um útbyggingar á havnaøkinum og eg vóni, at Tórshavnar kommuna tekur av innbjóðingini.
 
Runavíkar havn
Tá fyrireikingarnar til eina oljuvinnu tóku seg upp, var ein spurningur, hvar oljuhavnir skuldu vera, og Løgtingið tók tað røttu avgerðini og lat tað upp til oljufeløgini sjálvi at velja sær oljuhavn. Valið fall á Runavíkar havn, sum hevur roynst væl og hevur givið eina framúr góða tænastu til allar royndarboringarnar, ið hava verið.
 
Hetta er ikki fyrstu ferð Skálafjørðurin er valdur til skipa- og oljuhavn, tí tá bretar undir krígnum skuldu velja teirra olju- og skipahavn, valdu teir Skálafjørðin.
 
Í summar prógvaði Skálafjørðurin, at hann ikki bara kann veita eina góð og trygga tænastu til supply-skipini, men eisini til sjálvan boripallin, tá West Herkules í sínum stórleika kom inn á fjørðin og lá har í ein góðan mánaða og fekk eina framúr góða tænastu á øllum økjum.
 
Altjóða havn
Men vit skulu ikki bara leggja okkum eftir tí skipaferðslu, sum vit hava í dag, men hyggja frameftir og fyrireika okkum til økta skipaferðslu sum heild, bæði fiskiskip, ferðafólkaskip, farmaskip og kanska serliga, við atliti til, hvat minkandi ísurin í artiska økinum kemur at hava við sær av skipaferðslu um okkara leiðir, bæði tá talan er um sigling eystur- og vestureftir, og suður- og norðureftir. Til eina slíka altjóða skipaferðslu er ein skipahavn á Skálafjørðinum avgjørt tann besta loysnin.
 
Altjóða floghavn
Eitt áhugavert framtíðarprojekt er flogvøllurin Airport 19 við Skálafjørðin, sum liggur nøkur ár frammi í tíðini, men sum vit avgjørt ikki skulu síggja burtur frá, tá vit skulu viðgera flutningsmøguleikarnar. Møguleiki verður at gera Føroyar til ein miðdepil, bæði sjóvegis og luftvegis, og tí eiga allir partar í miðstaðarøkinum at arbeiða saman um eina altjóða skipahavn á Skálafjørðinum.
 
Kommunala sjálvræðið
Eg virði og góðtaki tað kommunala sjálvræðið, tí eg veit, at kommunurnar hava megnað sínar uppgávur á øllum teirra økjum og tí ivist eg ikki í, at kommunurnar við fjørðin, koma at byggja framtíðar skipahavnina á Skálafjørðinum, antin einsamallar ella saman við Tórshavnar kommunu.
 
Mítt tilmæli vil vera eitt samstarv millum kommunurnar við Skálafjørðin og Tórshavnar kommunu, tí tað er tann besta og bíligasta loysnin fyri allar partar – fyri kommunurnar, virkini og landi.
 
Fyrimunir
Samanumtikið kunnu vit siga, at Skálafjørðurin er ein náttúruhavn, væl egnað til øll sløg av skipum og boripallum, bíligt at gera atløgusíður, gott og stórt uppland, ongin sjóvarfalsflóð og fjørða, kyrr og liggur væl plaserað, bæði norður-, vestur- og suðureftir, og er eisini væl plaserað, tá talan er um út- og innflutning, umframt at atkomumøguleikarnir eru góðir allar staðir frá.
 
Ein kendur maður, Henry Ford, segði einaferð:
- At leita saman er ein byrjan
- At verða saman er eitt framstig
- At arbeiða saman er ein succes
 
Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
 
 


RN


Aftur