Landsfundur Sambandsfloksins 2015

5. desember 2014



Sambandsflokkurin skipar fyri Landsfundi, leygardagin 14. mars 2015, kl. 08.30-16.00.

Landsfundurin verður í Runavík í Løkshøll.

Talan er um seinasta Landsfundin áðrenn løgtingsvalið.

 

Uppskot til viðgerðar á landsfundinum skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 4. mars. 
og
skulu sendast skrivliga til: 
samband@olivant.fo

    
Landsfundur                                        Løkshøll

 

 

Sambandsflokkurin bjóðar eftir Landsfundin til eitt borðhald, kl. 17.00.
 

 

 

Tey, sum ynskja at verða við til borðhaldið skulu boða frá á tlf. 312492 – í seinasta lagi týsdagin 10. mars, kl. 12.00.

 

Skráin fyri Landsfundin
 

Kl. 08.30  Morgundrekka

Kl. 08.55  Sangur 

Kl. 09.00  Aðalfundur 


Val av orðstýrara - formaður Landsfelagsins

 

1. Formaðurin bjóðar vælkomið og setir fundin

2. Floksskrivarin greiðir frá virki felagsins 

3. Kassameistarin greiðir frá fíggjarligu støðuni grundað á grannskoðaða roknskapin 2013

4. Viðgerð av innkomnum uppskotum

5. Val av:

          a. Formanni í Landsfelag Sambandsfloksins

          b. Næstformanni í Landsfelag Sambandsfloksins

          c. Grannskoðara og varagrannskoðara

6. Ymist

 

Framhald við hesi skrá …..

 

Kl. 10.00  Formansfrágreiðing, upplegg til politiskt orðaskifti 

 

Kl. 10.30  Politiskt orðaskifti - viðmerkingar, spurningar, uppskot o.a.

 

Kl. 12:00  Matarsteðgur

 

Kl. 13:10  Framløga: Fólkatingsarbeiðið og politiska støðan. Edmund Joensen, fólkatingsumboð

Kl. 13.40  Framløga: Menning í alivinnuni. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost
 

Kl. 14.15  Steðgur
 

Kl. 14.30  Framløga: Sosiala økið. Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum

Kl. 15.00  Gestarøðari: Flemming Damgaard Larsen, fólkatingslimur, Venstre
Kl. 15.20  Formaðurin tekur samanum
Kl. 15.30  Fundurin lokin

Kl. 17.00  Borðhald


Stroyming

Landsfundurin verður stroymaður frá kl. 10.00 til kl. 12.00 og síðan frá kl. 13.00 til kl. 15.30.


RN


Aftur