Eitt dygdargott sjúkrahús í Føroyum - heldur enn trý vánalig

2. januar 2015



Politiski myndugleikin í Føroyum hevur skyldu til at raðfesta soleiðis í sjúkrahúsverkinum, at brúkarin ella sjúklingurin er í fokus - og ikki arbeiðspláss og onnur lokal seráhugamál.

Eitt tað mest ræðandi dømið um, har brúkarin ella næmingurin ikki varð settur í fokus, var plaseringin av miðnámaskúlanum í Hovi í Suðuroynni. Plaseringin av skúlanum var eitt úrslit av politiskum og lokalum klandri og nærmast persónligum seráhugamálum, sum næmingarnar máttu gjalda høga prísin fyri, við ikki at fáa atgongd til eitt sosialt nærumhvørvi, men skulu virka í einum hagaumhvørvi og ongamannalandi millum seyð og gæs - syrgiligt.

 

Í løtuni hava vit trý sjúkrahús í Føroyum til 48.599 íbúgvar, pr. 1. okt. 14, har tvey av teimum eru so mikið smá, at tey ikki kunnu loysa neyðugu ella vanligu uppgávurnar hjá einum nútímans sjúkrahúsi. Eisini er trupult ella ógjørligt hjá smáu sjúkrahúsunum at rekruttera kvalifiseraðar læknar og starvsfólk annars.

 

Tað er sostatt ein falskur tryggleiki at búgva tætt við smá sjúkrahús - teimum vanta nevnliga førleikar, servitan, læknar og royndir, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri sjúklingarnar. Tey fólk, sum ikki eru sjúk, vilja vanliga gjarna hava eitt sjúkrahús tætt við har ein býr, meðan tey fólk, sum eru sjúk, gjarna vilja fara til eitt stað, hvar sjúkan kann viðgerast og tey gerast frísk.

 

Infrakervið í Føroyum við vegum og tunlum er útbygt soleiðis, at 85% av íbúgvunum eru bundnir saman við føstum sambandi – góðir vegir og akfør. Tí er grundarlag fyri at fremja rationaliseringar og skipa almenna geiran betri og bíligari.

 

Skulu vit framhaldandi tryggja eitt kappingarført vælferðasamfelag, er neyðugt, at okkara landspolitikkarar fara at tryggja Landssjúkrahúsinum betri karmar at virka undir.

 


Vit vita, at tá t.d. høgtíðir eru, verða deildirnar yvirbelagdar við sjúklingum, meðan starvsfólkanormeringarnar eru tær somu. Hetta hevur við sær, at sjúkrarøktarfrøðingar, læknar o.o. hava ov nógv at gera og hava ikki tíð til sjúklingin – aðalmálið við einum sjúkrahúsið má og skal vera “sjúklingurin í fokus”.

 

Tað er ein sannroynd, at smáu sjúkrahúsini senda sjúklingarnar á Landssjúkrahúsið álikavæl. Tann neyðugi førleikin og kapasiteturin er ikki til staðar á smáu sjúkrahúsunum, og yvirnormeringar eru til eitt nú sjúkrarøkarfrøðingar og læknar.

 

Hesar yvirnormeringar skuldu verði fluttar til Landssjúkrahúsið, so vit fáa eitt uppaftur betri Landssjúkrahús, har sjúklingurin er í fokus – og ikki eitt arbeiðspláss, bara fyri at hava eitt arbeiðspláss.

Tað er ikki minni enn ein vanlukka fyri tað føroyska heilsuverkið, at landsstýrismaðurin í Heilsumálum ikki hevur megnað at umleggja sjúkrahúsbygnaðin og leggja øll sjúkrahúsini undir eina leiðslu. Aftur her verða óneyðuga nógvir pengar brúktir til leiðslu og enn einaferð kemur sjúklingurin ikki í fokus. Játtanirnar og pengarnir fara í ov stóran mun til fyrisiting á ovastu rókunum, og náa ikki til sjúlkingin, umframt risa íløgur til bygningar. Tað eigur at vera upp til eina nýggja sjúkrahúsleiðslu at finna út av heilsu- og viðgerðarfakliga, hvat framtíðar innihaldið og virksemið eigur at verða á smáu sjúkrahúsunum.

 

Vit útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar her í Føroyum, og eksportera hesar, tí hesir ikki fáa nøktandi karmar, og vilja ikki smáu sjúkrahúsini.

 

Útlærdir sjúkrarøktarfrøðingar standa og hyggja at, meðan seingjapláss verða niðurløgd, deildir stongdar vegna sparingar og skeivar politiskar raðfestingar.


Nú eiga okkara landspolitikarar at raðfesta rætt og seta sjúklingin í fokus og velja vælferðartænastur fram um berghol, asfalt og beton og snævurskygdan lokalpolitikk.

Vit hava eitt býráð í Havn, men vit hava í veruleikanum eisini eitt stórt bygdarráð, sum leiðir og stýrir landinum, nevnliga Løgtingið, har landspolitikkarar reka lokalpolitikk út á sítt lokalpláss til egnan persónligan vinning.

Tíðin er nú komin at menna víðari eitt framkomið og dygdargott Landssjúkrahús, har sjúklingurin er í fokus. Tíð, peningur og orka skal brúkast til dygdargóða sjúkraviðgerð, sjúklingunum og øllum Føroya fólki at gagni.
 
Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar kommunu fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur