Hvussu langt røkkur okkara næstakærleiki?

11. januar 2015



Nýggjársrøða løgmans hevur verið nógv umrødd hesar fyrstu dagarnar í nýggja árinum. Nógv eru samd um, at hetta var ein røða til fólkið, sum øll kundu taka undir við, og taka hvønn annan í hondina og ynskja gott nýggjár.

 

Ein nýggjársrøða forpliktar ikki politiskt á sama hátt sum ein løgmansrøða ella ólavsøkurøða. Í ólavsøkurøðuni greiðir løgmaður frá støðuni í samfelagnum, og um politiskar ætlanir, sum arbeitt verður við. Hetta er ikki galdandi, tá talan er um eina nýggjársrøðu. Her er Løgmaður meira frítt stillaður, og kann gera sær nakrar tankar, visiónir og lýsa støðuna frá einum øðrvísi sjónarhorni, uttan t.d. at taka atlit til eitt samgonguskjal og partapolitikk.

 

Løgmaður gjørdi sær nakrar meiningar og tankar um útlendingar og flóttafólkamál, m.a. grundað á tey kristnu virði, sum samfelag okkara onkursvegna skal byggja á - vitandi um, at hetta er eitt mál, sum fólk eru ymisk á máli um. Siterað var beinleiðis úr bíbliuni um at hjálpa sínum næsta, tá neyðin valdar.

 

Hendingarnar í Paris  seinastu dagarnar stuðla helst uppundir ivan, um hetta er rætt ella um vit kortini eiga at fyrihalda okkum til henda veruleika, sum eitur flóttarfólk.

 

Men skulu vit trúgva uppá ein heim, sum eitt betri stað at liva í fyri øll ella so nógv sum møguligt, ja so muga øll taka ábyrgd og ikki lata okkum ræða av ekstremistum og fanatikarum, og annars taka frástøðu frá valdsnýtslu og yvirgangi.

 

Løgmaður upplýsti, at  flóttafólkatrupulleikin var vaksandi, og at vit áttu at taka ábyrgd, og leygði upp til eitt politiskt orðaskiftið á hesum øki. Her eru nógv atlit at taka, og skal hetta eydnast til fulnar, er treytin, at vit eru væl fyrireika á øllum økjum.

 

Vit eiga ikki at sammeta útlendingar og flóttarfólk. Flóttafólk eru sivilfólk, sum av ymiskum orsøkum kunnu vera í lívsvanda og serliga truplum støðum, støðum, sum vit ikki kunnu ímynda okkum ella sum vit ikki ynskja okkara ringasta fígginda at koma í. Tí undrar hesin einfaldi, primitivi og konservativi hugsunarhátturin, sum nú kemur undan kavi.

 

Hvussu nógvum vit skulu taka ímóti, er í fyrsta umfari ikki avgerandi. Tað, sum er avgerandi er, at tey, sum vit taka ímóti fáa nøktandi viðgerð og tilboð. Um tað so bara er ein familja, ið vit kunnu geva eina betri tilveru, sum seinri kann gera mun í heimlandinum, um ein vil heimaftur.

 

Ein mun, ið kann avspegla okkara vesturlendsku virði og okkara fólkaræði. Hetta eru virði, sum ikki kunnu gerast upp í peningi ella við at blaka nakrar krónur upp um eitt hegn .... “klári tykkum nú sjálvi.” Ikki skilt á tann hátt, at vit ikki skulu lata ta neyðhjálp, sum vit einaferð hava fíggjarliga orku og førleika til - tvørturímóti.

 

Síðan nýggjársrøðu løgmans hava floksformenn verið frammi og gjørt sínar viðmerkingar. Flest allir eru samdir um, at vit eiga at taka ábyrgd, hvat hesum viðvíkur -  tað gera flestu framkomnu londini rundan um okkum.

 

Men ikki øll í politisku skipanini geva nýggjársrøðuni ans, um tann miskunsama samariubúgvan.


Við “serfrøðingunum” Jørgen  Niclasen og  Rodmund Nielsen, í flóttafólkamálum og flóttafólkalegum, er Fólkaflokkurin farin í kollektivt spagat. Hesir persónar hava vitjað útkantin í einari flóttafólkalegu í 2 dagar og eru nærmast vorðnir serfrøðingar á økinum.

 

Flokkurin stendur saman um, at eingi flóttarfólk skulu til landið - hetta er greið tala. Henda yvirlýsing minnir ikki sørt um víðgongdar flokkar í londunum rundan um okkum, sum eingin vil samstarva við.

 

Í 2010 setti táverandi  landstýrisskvinna í Innlendismálum Annika Olsen ein arbeiðsbólk at koma við uppskoti um ein intergrasjónspolitik. Arbeiðsbólkurin var umboðaður av øllum pørtum og áhugabólkum, sum høvdu við integrasjón at gera, bæði alment og privat.

 

Eitt álit varð handað, sum lýsir, hví tað er neyðugt at hava ein integrasjónspolitikk. Sum dømi um, hvar vit standa í hesum máli, stendur á fyrstu síðu í álitinum: 

 

““Intergrasjón” er nýtt hugtak í Føroyum. Vit hava til dømis einki viðurkent føroyskt orð fyri “intergrasjón.” Hugtakið intergrasjón fevnir um at savna fleiri partar í eina eind. Intergrasjón í sam­felagsligum samanhangi er ein tilgongd, sum skapar felags grundarlag hjá bólkum ella fylkingum at liva lið um lið.”

 

Ta mest primitivu støðuna til flóttafólk hevur Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fókaflokkin. Hann kallar løgmann naivan, tí hann í nýggjársrøðu síni leggur upp til eitt kjak um hetta álvarsmál. Eitt kjak, sum skal lata okkum í til at hava eina meinig um teir ræðuleikar, sum vit dag og dagliga verða fóðra við, og veita hjálp, har vit kunnu.

 

Við útgandsstøði í álitinum hjá Anniku Olsen frá 2010, hevur Fólkaflokkurin koyrt álitið í ruskílatið.

 

Greinin hjá Brandur Sandoy er ein grov generalisering og diskriminering. Hetta er málburður og pástandir vit eiga at taka frástøðu frá. Brandur Sandoy hevur rætt í, at øll lond eru ikki komin líka væl frá teirra intergrasjónspolitikki og hevur hetta skapt trupulleikar, men at generalisera yvir ein kamb og niðurgera øll undir einum, er als ikki rætt.

 

Borgarstjórin og løgtingsmaðurin viðgerð alt undir einum - flóttarfólk, mótmæli móti jólum, fletting í kjallaranum o.a. Og toppurin av ísfjallinum var mótmæli ímóti grindadrápi.

Brandur Sandoy endar sína grein við at siga, at tað verður ikki við stuðli frá sær í hesum máli.

 

Man freistast at spyrja, hvar var Brandur Sandoy, tá Sea Shepherd skuldi lóggevast av landinum - ein av forsprákarunum fyri hesum óneyðuga profilerandi undirlutakenda tvætli.

Minnist meg rætt, var tingstólurin hjá Brandi tómur, tá atkvøtt varð. Hvar fer Brandur at uppihalda sær, um tað skuldi komi hartil, at lóggivið verður um intergrasjón?

 

Vit skulu seta okkum væl inn í, hvat hetta málið við sivilum flóttafólkum snýr seg um og síðan taka eina skilagóða avgerð út frá faktaupplýsingum og vitan. Vit kunnu sjálvsagt ikki taka móti flóttafólki um vit ikki megna tað ella seta neyðuga tilfeingið av til endamálið – tá kann tað gera ilt verri.

Men tað er ongin grund til at lukka av og spilla út nøkur ósek sivilfólk, sum ikki kunnu verja seg og sum eru komin í lívshættisligt óførið. Ongin sigur heldur, at hesi fólk skulu gerast framtíðar íbúgvar í okkara landi – í fleiri førum venda hesi aftur til teirra heimland, tá støðan er vorðin stabil og friður valdar.

 

So ongin orsøk til ..... at síggja trøll á alljósum degi ... og ... at tosa til svínahundin í menniskjanum.

 

Eivin H. Jacobsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur