Álvarslig støða á okkara Landssjúkrahúsi

30. januar 2015



Streymoyggin niðurraðfest og ongan góðan

Fólkatalið í Streymoynni saman við okkara høvuðsstaði, har Landssjúkrahúsið er plaserað, telur 46,8% av samlaða fólkatalinum í Føroyum. Hetta merkir, at Landssjúkrahúsið sjálvandi hevur alstóran týdning fyri henda partin av landinum umframt allar Føroyar.

 

Landssjúkrahúsið er okkara høvuðssjúkrahús og skal raðfestast hægst.

 

Landssjúkrahúsið niðurraðfest

Ótti, frustratiónir og ótryggleiki valdar í løtuni millum flest øll starvsfólk á Landssjúkrahúsinum. T.d. hoyrist í almenna rúminum, at serlæknar á Landssjúkrahúsinum eiga 13 mió.kr. til góðar í løn, sum landið ikki hevur ráð at gjalda - teir muga avspáka. Men, tá avspákað verður, kemur eingin ístaðin fyri teir og sostatt liggur hetta sjúkrahús til tíðir í tænastuloysi. Harafturat er bara ein serlækni á hvørjum øki og tá hesin er burtur, er ongin at seta ístaðin.

Vit tosa um fólkavøkstur og at fáa útbúgvið fólk aftur til landi, eitt nú læknar og sjúkrasystrar - hetta  fyri, at vit alla tíðina kunnu hava eitt vælvirkandi Landssjúkrahús. Hetta er kortini ikki gjørligt við verandi fyriskipan og leiðslubygnaði í sjúkrahúsverkinum.

 

Tíverri er so illa stýrt politiskt, at Landssjúkrahúsið er á veg at kollapsa vegna sparingar og harvið vantandi fíggarligt tilfeingi. Hetta hendir hóast, at okkara politikarar vita, at útreiðslurnar til heilsu- og sjúkrahúsverkið í Føroyum eru lægri enn í Danmark, Grønlandi og Íslandi máta við útreiðslum í prosent av BNP og BNI – hetta fyri tíðarskeiðið 2001-2007. Støðan er uttan iva ikki broytt soleiðis sum politiskt hevur verið raðfest við sparingum og skerjingum seinastu árini.

 

Politisk yvirstýring

Tað, sum Karsten Hansen ger saman við sínum samgongufeløgum er politisk yvirstýring av læknafakligum raðfestingum. Føroyskir politikarar fremja smálutastýring av sjúkrahúsverkinum eins og í fiskivinnuni - og í báðum førum er úrslitið vánaligt og í ringasta føri fiasko.

 

Tað hoyrdist væl á sjúkrahússtjóranunum herfyri, hvussu hann royndi, upp á ein sakligan hátt, at fáa  boðskapin út til okkara politikarar um trupulleikarnar og avleiðingarnar av møguliga at spara 22 mió.kr. í rakstrinum – boðskapurin er: Hettar gongur ikki longur og fleiri sparingar gera av við Landssjúkrahúsið og harvið trygdina fyri dygdargóðari sjúkraviðgerð!

 

Skilaleys skerjing í inntøkum landskassans

Skjeringin av ríkisveitingini, sum Karsten Hansen gjøgnumførdi sum landsstýrismaður uppá 366 mió.kr. í 2002 rakar nú vælferðina. Ótryggleiki og ótti hevur í longri tíð verið dagligdagurin í heilsuverkinum. Vit sum land eru við at verða afturútsigld, tá talan er um at fáa vælkvalifiseraðar læknar aftur til landið at arbeiða. Tað øvuta hendir í løtuni - væl útbúnir læknar flýggja av landinum.

 

Tað er ov nógv óneyðugt órógv rundan um málsøkið hjá hesum landsstýrismanni og Karsten er sjálvur upprunaliga orsøkin til íkomna ruðuleikan – hann hevur frásagt sær inntøkur til vælferðatænastur uppá 600-700 mió.kr. árliga og hevur ongar nýggjar inntøkur sett í staðin.

 

Karsten gloymur at seta sjúklingin í fokus, men heldur seg til snævurskygdan lokalpolitikk og ein falskan tryggleika um dygdargóða sjúkraviðgerð til allar føroyingar.

 

Hvat eigur at gerast 

Karsten Hansen vil ikki savna sjúkrahúsini í eina leiðslu og harvið skapa tryggar karmar hjá øllum føroyingum – boðskapurin er: Legg øll sjúkrahúsini undir eina leiðslu og lat fakfólk stýra, samskipa og raðfesta í sjúkrahúsverkinum, og tá tey hava gjørt sínar læknafakligu metingar eiga okkara politikarar at lurta eftir og samstarva nógv betri við fakkunnleikan!

 

Hetta hevði havt við sær, at borgarin og sjúklingurin varð settur í fokus og ikki lokal áhugamál.

 

Umframt at broyta leiðslubygnaðin eigur at útvegast meira játtan til Landssjúkrahúsið.

 

Ein kann eisini spyrja, hví ikki spara á smáu kostnaðarmiklu sjúkrahúsunum?

 

Í løtuni verða gjørdar út- og umbyggingar fyri nógvar milliónir. Hetta hongur ikki saman, tá tað samstundis og leypandi verður boðað frá skerjingum í rakstrinum. Eftr hesum fráboðanum at døma koma hvørki høli ella útgerð at verða brúkt til sjúkraviðgerð í framtíðini. Alt hetta, sum hendir boðar ikki frá góðum.

 

Okkara politikarar hava eisini forsømt í fleiri ár at taka upp samráðingar við donsku stjørnina um at tillaga ríkisveitingina, herundir útreiðslur til heilsutænastur, pensjónir og serforsorg. Endamálið er heilt einfalt at hava eitt kappingarført vælferðarsamfelag - á hædd við okkara framkomnu grannalond.

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu


RN


Aftur