Hækking av viðbót til fólkapensjónistar

6. februar 2015



Vísandi til umrøðuna av ætlaðu hækkingini av viðbótini til fólkapensjón, har tað bleiv upplýst at útrokningar hjá Almannaverkinum vístu, at avsetti peningurin ikki var nokk til at hækka viðbótina fyri alla seinnu hálvu av 2015.

 

Fíggjarnevndin gjørdi útrokningar við grundarlag í tølum, ið eru upplýst í virksemisyvirlitinum í Fíggjarlógini fyri 2015, og staðfestum 2013 tølum av, hvussu nógvir pensjónistar hava fingið fulla, partvísa og onga viðbót.

 


 

Tað verður roknað við 7822 pensjónistum í 2015. Í 2013 vóru tað 4.500, ið fingu fulla viðbót og 650 fingu partvísa viðbót, restin fær so onga viðbót.

Við hesum grundarlagnum, gevur tað eina útreiðslu uppá beint omanfyri 10 mió. kr.

 

Tí undrar tað, at útrokningar hjá Almannaverkinum koma til heilt onnur tøl. Serliga um hædd verður tikin fyri, at tað skuldi verði lutfalsliga færri, ið fáa fulla viðbót, tí tað eru fleiri, sum hava spart upp til egna pensjón.

 

Løgtingið hevur samtykt, at pensjónirnar hækka við ‎kr. 350 frá juli at rokna. Tí skulu pensjónirnar hækkast fyri alt seinna hálvár í ár.

 

Bárður Nielsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í Løgtingsins Fíggjarnevnd

 



RN


Aftur