Lóggeva fyri uppboðssølu av fiski í Føroyum

28. februar 2015



Í kunngerð nr. 6 frá 24. januar 1992, ið varð grundað á løgtingslóg nr. 111 av 3.8.1990, varð álagt skipum yvir 110 tons, at tey skuldu selja 3. hvønn túr yvir uppboðssøluna, fyri at tryggja, at í minsta lagið 30% av veiðuni varð seld yvir uppboðssølu í Føroyum.

 

Reiðarar og eigarar av fiskiførum, sum ikki seldu ásettu nøgdina, vóru sektaðir við bót, fyri tað nøgdina, sum vantaði í tey 30%.

 

Tíverri helt henda skipanin uppat líka eftir árhundraskiftið, og síðani tá er tað bara gingið tann skeiva vegin, kanska ikki so drastiskt í fyrstani, tí flestu skipini vóru meira leys av virkjunum og hildu seg til uppboðssøluna, sum avroknaði skipini beinanvegin sum veiðan var seld.

 

Tíverri seldu tó so gott sum allir bátarnir, ið fiskaðu upsa, ongantíð yvir uppboðssøluna, men seldu beinleiðis til tey 2-3 virkini, sum virkaðu upsa.
 

Gongdin higartil

Men gongdin hesi seinastu árini hevur tíverri útviklað seg til, at flest øll skip nú eru knýtt at ávísum virkjum, og tí landa tey fiskin beinleiðis til hesi virki, við tí fylgju, at í dag eru tað stórt sæð einans umleið 5 skip, sum selja mest sum alla sína veiðu yvir uppboðssølu. Hetta meti eg vera sera óheppið, bæði fyri skipini og manningarnar, hvat prísi viðvíkur.

 

Tí tá prísurin á uppboðssøluni er avgerandi og grundarlagið fyri, hvønn prís skip, sum selja beinleiðis til virkini fáa fyri veiðuna, so er neyðugt fyri at tryggja rætta prísin, at bæði útboðið av fiski og talið á keyparum er nøktandi. Tá hetta ikki er støðan í dag, er ein stórur spurningur, um prísurin, sum skipini og harvið manningarnar fáa fyri fiskin, er tann rætti, t.d. prísurin á upsa, sum allur verður seldur beinleiðis til virkini - hevði hann ikki verið hægri, um upsin var bjóðaður út alment á uppboðssøluni?

 

Lóggeva fiskin yvir uppboðssølu

Eg havi ikki verið heitur talsmaður fyri at leggja óneyðugar bindingar á vinnuna, men við tí gongd, sum vit síggja í dag, og sum vil enda við, at ongin fiskur verður bjóðaður út alment, og sum vil hava við sær, at tey virki og arbeiðspláss úti um landi, ið ikki eiga part í skipum, ongan møguleika hava at fáa fatur í nøkrum fiski, so eri eg fyri, við lóg at áseta, at eitt ávíst minstamark av fiskinum skal bjóðast út í Føroyum, yvir uppboðssølu, soleiðis at øll hava møguleika at bjóða uppá fiskin, eisini tey virkini sum ikki eiga part í skipum fáa atgongd til fiskin, umframt at skipini fáa tann rætta prísin og fáa pengarnar, tá veiðan er seld.

 

Eg haldi, at vit við lóg eiga at áseta, at minst 3. hvør túrur (33%), ella stramma tað upp og siga, at 2. hvør túrur (50%) av veiðuni skuldi verið seld yvir uppboðssølu, tí tað hevði havt við sær eina atgongd hjá øllum framleiðarum til rávøruna, til gagns fyri virkini og arbeiðsfólkini runt um í landinum, eins og kappingin um fiskin hevði havt við sær hægri prísir, til gagns fyri skip og manning.
 

Partur av komandi fiskivinnulóg

Sjálvur eri eg fyri, at vit í einari komandi fiskivinnulóg, saman við lógarkravinum um, at veiðan skal yvir føroyskan kaikant, skulu áseta lógarkrav um, at 33% til 50% av øllum botnfiski undan Føroyum, eins og av kvotum á fjarleiðum, verður boðin út á uppboðssølu.

 

Alfred Olsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í Løgtingsins Vinnunevnd


RN


Aftur