Politisku avgerðirnar vanta um eina fiskivinnunýskipan

4. mars 2015



Tað hevur verið arbeitt alt samgonguskeiðið við einari fiskivinnunýskipan og kjakið tykist verða óendaligt. Spurningurin er bara um nakað nýtt kemur fram. Tað eru gjørdar óteljandi fakligar frágreiðingar, skrivaðar greinar, hildnir almennir kjakfundir o.a., so fakliga og politiska grundarlagið fyri at koma víðari við einari veruligari nýskipan av fiskivinnuni, er til staðar.

 

Higartil eru kortini ongar politiskar avgerðir tiknar um nakað sum helst, soleiðis at arbeiðast kann víðari við hesari vinnu-politisku verkætlan, um at nýskipa fiskivinnuna.

 

Tað eru nógv atlit at taka um eina nýggja fiskivinnuskipan: veiðiloyvi, gildistíðir, uppboðssøla, heildarkvotur, eginkvotur, fiskidagaskipan kontra kvotuskipan, útlendskur ognarskapur og kapitalur í føroyskum fiskiførum, øll veiða um føroyskan kaikant, fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.

 

Seinastu dagarnar hava áhugaverdar áskoðanir verið uppi og vent um virði, sum kundu verið tikin til lands. Virking  av rávøru sum høvd og innvølur, sum verða blakað fyri borð fyri hundratals milliónir, og sum kundu skapa arbeiðspláss til nógv fólk og skapa eitt íkast til føroyska búskapin - treytað av, at lønsemið kann fáast í slíkt virksemi uppá sikt.  

 

At framtíðin fer at krevja av okkum, at øll rávøra verður tikin til lands, skal eingin ivast í. Spurningurin um tann etiska partin, hvar ein knøpp milliard av heimsins íbúgvum ikki vita um matur og drekka verður á borðinum í morgin og har fleiri túsund tons av rávøru fara út gjøgnum lensiportrini á fiskiførunum, kann okkara partur av heiminum ikki liva við.

 

Vit hoyra, at Norðurlandaráðið raðfestir fiskivinnu og umhvørvi frammalaga nú Danmark hevur formanskapin. At stuðla gransking í bio-økonomi, er nakað okkara samfelag uppá sikt kann skora kassan uppá.

 

At lóggeva fyri uppboðsølu á landi er eisini viðkomandi at viðgera. Tað, sum hendir í dag, er tað, sum varð spátt fyri nøkrum árum síðan. Skip og virki komu at verða atknýtt saman aftur (vertikal integratión), og við hesari skipan sleppa marknaðarkreftirnar ikki at virka, men verða settar út av spæl.  Øll fáa ikki møguleikan at bjóða uppá rávøruna (fólksins ogn) og tí er trupult at meta um prísurin er tann, sum marknaðurin hevði vilja givið fyri rávøruna.

 

Alt hetta eru áhugaverdir tankar um eina fiskivinnunýskipan, men fyrsta forteytin fyri hesum er, at vit hava høvd, innvøl og aðra rávøru at selja og keypa á einari uppboðssølu.

 

Okkara fiskastovnar undir Føroyum, serliga toskur og hýsa, eru søguliga sera illa fyri, og hava verið tað í longri tíð. Nú er ikki bara tørvur á umsitingarætlanum, men endurreisingarætlanum (ein kreppustøða).

 

Havstovan hevur gjørt eina nærri lýsing av fiskasløgunum, toski, hýsu, upsa og longu. Støðan hjá toski hýsu eru sera vánalig, men er hetta ikki nakað nýtt. Seinastu árini hava ávaringar verið um, at hesi fiskasløg eru í undantakstøðu, og at tað ikki er ráðiligt at hava ein so lítlan gýtingarstovn.


Hóast veiðutrýstið er minkað nakað, er lítið sannlíkt, at gýtingarstovnarnar fara at hækka uppá eitt hóskandi støði næstu árini. Høvuðsorsøkin er, at tilgongdin hevur svikið í fleiri ár, tó at hon er nakað betri í 2014.

 

Hvør er so orsøkin? Skulu vit í framtíðini hava eina fiskidagaskipan fyri heimaflotan, sum vit hava havt í skjótt 20 ár, har stovnarnir bara hava verið niðurgangandi, ella skulu vit fara aftur til kvotur, sum vit ikki fingu roynt til fulnar, tí politiska skipanin hoknaði undir trýstinum frá vinnuni. Tað er alt, sum bendir á, at fiskidagaskipanin als ikki er sjálvregulerandi og elvir til ovfisking. Tað eru sera fá lond í heiminum, sum brúka fiskidagaskipanina.

 

Tað eru fleiri og fleiri, ið seta spurnartekin við okkara fiskidagaskipan. Ein, sum hevur sett spurnartekin við hesa skipan, er fyrrverandi stjórin á Havstovuni, Hjalti í Jákupsstovu. Hann vísir á, at hvørki tann politiski ella tann vinnuligi parturin hava sæð annað enn tað stuttskygda gevinstin, við tí úrsliti, at veiðutrýstið hvørt ár er vaksið og fiskastovnarnir er vorðnir minni fyri hvørt ár.

 

Fyrrverandi stjórin mælir beinleiðis til at fara aftur til kvotur, har ein óheftur stovnur - leysur av vinnupolitiskum áhugamálum - við ráðum frá ICES, Havstovuni og øðrum, ásetur kvotur.

 

Hetta eru áhugaverd sjónarmið. Vit kundu byrja við upsafiskiskapinum og einari umsitingarætlan, har vit løgdu um til kvotur og gjørdu okkara egnu royndir og tilagingar, og síðan komi til eina niðurstøðu um, nær toskur og hýsa eisini skuldu verið partur av einari kvotaskipan. Hetta hevði eisini havt við sær, at íløgur vórðu gjørdar í nýggj vinnutól í heimaflotanum.

 

Jú fyrr, okkara fiskastovnar koma fyri seg aftur, og tað verður bara gjørt um lurtað verður meira eftir lívfrøðiligum tilmælum, jú meira, verður av rávørum, sum kann fara yvir eina uppboðssølu.

 

Tað, sum bíðað verður eftir, eru politiskar avgerðir og breiðar semjur - og ikki fleiri fakligar frágreiðingar og greiningar. Vinnan hevur ein tørv á og eitt krav uppá at vita, innan hvørjar karmar henda skal planleggja rakstur og íløgur komandi árini.

 

Eivin H. Jacobsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur