Føroya Væl - nýggjan formann

24. mars 2015


Hanus Midjord er nýggjur formaður í Føroya Væl


Føroya Væl, veljarafelag Sambandfloksins í Suðurstreymi, hevur havt aðalfund 23. mars 2015.

 

2 limir skuldu veljast í nevndina. Jóhan Petur Johannesen og Oddvør Johannesen Mohr stóðu fyri vali.

 

Oddvør tók við afturvali, meðan Jóhan Petur stillaði ikki upp aftur. Í hansara stað varð Tummas Pauli av Reyni valdur.
 

Anja Rein og Jóhan Petur Johannesen vórðu vald sum tiltakslimir.

 

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Hanus Midjord sum formanni, Jón Johannesen sum næstformanni, Annfinn Brekkstein sum kassameistara, Tummas Pauli av Reyni sum skrivara, og Oddvør Johannesen Mohr sum nevndarlimi.

 

Nevndin vil takka Jóhan Peturi Johannesen fyri drúgt og gott arbeiði sum formaður í Føroya Væl.

 

Føroya Væl


RN


Aftur