Háradioaktiv evni í føroyskum sjóøki

16. mars 2015



Helgi Abrahamsen vísir til orðaskiftið sum var í løgtinginum í farnu viku, í sambandi við broytingar í lógini, sum áleggur fremmandum skipum at hava loðs umborð. Í lógaruppskotinum verður millum annað skotið upp, at føroysk handilsskip skulu sleppa undan loðsskyldu, um skipið er undir 100 metrar langt og hevur føroyskan skipara.

Men nøkur undantøk verða gjørd frá hesi reglu, og eitt av nevndu undantøkunum eru skip við háradioaktivum evnum umborð. ”Hetta reisir spurningin, um tað yvirhøvur er loyvt at sigla millum oyggjarnar við háradioaktivum evnum umborð,” sigur Helgi Abrahamsen.

Helgi Abrahamsen vil tí hava Johan Dahl at svara hesum spurningunum:

  1. Er loyvt skipum at sigla í føroyskum sjóøki við háradioaktivum evnum umborð?
  2. Um loyvt er skipum at sigla í føroyskum sjóøki við háradioaktivum evnum umborð, krevst so serligt loyvi til hesa sigling?
  3. Hvussu nær landi kunnu skip koma við háradioaktivum evnum umborð?
  4. Hvørjar serligar treytir skulu skip við háradioaktivum evnum umborð lúka?
  5. Hvørja tilbúgving hava vit at taka til, um so skuldi verið, at eitt skip við háradioaktivum evnum umborð, skuldi verið fyri eini vanlukku í føroyskum sjóøki?

Fyrispurningurin er settur sum ein grein 52a fyrispurningur – tað vil siga, at hann skal svarast skrivliga innan 10 yrkadagar.


RN


Aftur