Helgi Abrahamsen reisir fyrispurning um gjøld fyri undirsjóvartunlar, vegskatt og ferðaseðlar

27. februar 2015



”Hvussu nógv hevði prísurin á einum litri av bensini ella dieselolju skula hækkað, um hækkingin við verandi ferðslu skuldi kunna fíggja raksturin av verandi undirsjóvartunlum?” Tað spyr Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismann, í einum §52 a fyrispurningi.

Helgi Abrahamsen spyr eisini hvørja ávirkan tað hevði havt á prísin á bensini og dieselolju, um gjaldið fyri vegskatt og ferðaseðlakostna við Bygdaleiðum og Strandfaraskipum landsins skuldi verið fíggjað við einum hægri gjaldi fyri bensin og dieselolju.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir tingmaðurin fyri Sambandsflokkin á kjakið sum hevur verið um fígging av undirsjóvartunlunum. ”Onkur sigur, at gjaldið skal lækka, onnur siga, at tað skal burtur, og uppaftur onnur halda, at gjaldið á allari samferðslu í landinum eigur at verða tikið upp í eini samlaðari viðgerð,” sigur hann. ”Higartil hevur lítið verið at sæð til útrokningar sum vísa, hvat tær einstøku loysnirnar kosta, og tí verður hesin fyrispurningurin settur,” sigur Helgi Abrahamsen.

Í fyrispurninginum verður ikki farið í smálutir, men spurt verður bara um yvirskipað tøl, fyri á tann hátt at fáa eina einfalda mynd av støðuni.


RN


Aftur