Annfinn Brekkstein stillar upp til løgtingsval

24. mars 2015



IN.FO - Áki Bertholdsen 24.03.2015 (14:00)

 

Annfinn Brekkstein bjóðar av


- Eg havi nú gjørt av at stilla upp til løgtingsvalið, sum verður seinni í ár.


Tað boðar sambandsmaðurin, Annfin Brekkstein, frá í morgun.


Nú tað stundar til val, eru tað alsamt fleiri og fleiri sum bjóða seg fram um valevnu og nýggjastur á tí listanum er Annfinn Brekkstein, sum fer at stilla upp fyri Sambandsflokkin.


Hann hevur stillað upp fleiri ferðir áður, men stillaði ikki upp seinast. Hann er eisini býráðslimur í Havn og á seinasta býráðsvali í Havn gjørdi hann eitt gott hál og fekk 345 atkvøður.


Annfinn Brekkstein sigur, at heilsuverkið er eitt av hansara hjartamálum og hann heldur, at tað hevur avgerandi týdning, at alt heilsuverkið verður skipað undir einari felags leiðslu. Og tað skal vera ein serkøn leiðsla, sum skal fáa ábyrgdina av at skipa sjúkrahúsverkið, soleiðis at tað tænir sjúklinginum best. Og hendan sama leiðsla skal eisini hava ábyrgdina av at skipa arbeiðsbýtið ímillum sjúkrahúsini.


- Heilsuverkið skal ikki vera eitt arbeiðsskapandi tiltak. Tað skal skipast so, at tað tænir sjúkilngunum best, sigur Annfinn Brekkstein.


RN


Aftur