Ein stjóri á trimum sjúkrahúsum - eingin loysn

26. mars 2015



Sambært Sosialinum og øðrum miðlinum hevur løgmaður um dagarnar verið á fundi hjá veljarafelagjum Føroya Val í  Havn. Stóra kjakevnið, var hart sperda heilsuverkið.


Sum skilst var niðurstøðan á fundinum, at ein stjóri skal setast, sum fær uppgávuna at valda á øllum trimum sjúkrahúsinum.


Somu loysn hevur Javnaðarflokkurin arbeitt við, tá hann hevur verið í samgongu. Millum annað hava bæði Hans Pauli Strøm og John Johannesen arbeiddu við somu loysnum, tá teir hava umsitið málsøkið.


Sjálvur taki eg als ikki undir við hesi ætlan, og hon samsvarar hvørki við galdandi sjúkrahúslóg ella samgonguskjalið. Mær vitandi heldur eingin fesk avgerð tikin um hesi viðurskifti í Sambandsflokkinum.


Tí harmar tað meg, at løgmaður kemur fram við hesum.


Sjúkrahúsverkið hevur í longri tíð verið undir stórum trýsti. Og nógv bendir á, at tað er neyðugt at gera tillagingar. Millum annað má greiða fáast á, hvørjar uppgávur sjúkrahúsini skulu røkja, arbeiðast skal við samstarvi millum sjúkrahúsini og neyðug játtan at reka sjúkrahúsini fyri má eisini til, soleiðis at sjúklingurin í størri mun kann setast í miðdepilin.

Sentralur stjóri ikki rætta loysnin

Ein sentralur stjóri er ikki rætta loysnin, tí hesin fer at sita alt ov langt frá stovnunum, sum allir skulu stjórnast. Tað fer við tíðini at máa støði undan sjúkrahúsinum í Klaksvík og á Tvøroyri og Landssjúkrahúsið fer avgjørt heldur ongan fyrimun at fáa av hesum.


Fari tí at heita á løgmann at ganga frá ætlanini um ein stjóra, og heldur skunda undir landsstýrismannin á økinum, soleiðis at hann í trá við samgonguskjalið beinanvegin staðfestir, hvørjar uppgávur og sergreinir hvørt sjúkrahús skal røkja. At greið leiðsluviðurskifti verða fingin í lag á hvørjum sjúkrahúsi sær, og at avtalur verða gjørdar um samstarv millum sjúkrahúsini.


Einans á tann hátt ber til at fáa tríggjar væl virkandi eindir, sum í góðum samstarvi kunnu virka sum eitt heilsuverk sjúklinginum at frama.

 

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður

 

 

 



RN


Aftur