Landsstýrismaðurin, fyrisitingarligur stjóri

27. mars 2015


Landsstýrismaðurin í Heilsumálum virkar sum fyrisitingarligur stjóri í sjúkrahúsverkinum


Karsten Hansen, fyrisitingarligur stjóri í sjúkrahúsverkinum
Kjakið er fari so langt av sporinum, at tað nú ikki skal verða loyvt nøkrum – heldur ikki formanninum Sambandsflokkinum – at úttala seg alment, hvørja meining hann hevur um at fáa sjúkrahúsverkið at virka optimalt.

 

Sjúkrahúsverkið er nú sum ongantíð fyrr vorðið eitt politiskt tabuevnið.

 

Landspolitikarar skulu skapa karmar fyri eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk og ikki fremja smálutastýring - tað hava teir ongan førleika til.

Karsten Hansen, úr Norðoyggjum virkar í dag í veruleikanum sum fyrisitingarligur stjóri í føroyska sjúkrahúsverkinum, t.v.s. hann skal verða beinleiðis partur av interna organisatoriska virkseminum á øllum trimum sjúkrahúsunum, herundir fremja uppgávurbýtið og samskipan. Hann skal blanda seg í, hvørji viðgerðarøki skulu verða hvar og hann skal seta seg við borðendan saman við teimum trimum stjórunum at tosa læknafakligt um arbeiðsbýtið, umframt tryggja lokal áhugamál.

 

Í og við, at Karsten kemur úr Norðoyggjum, so virkar hann eisini sum fyrisitingarligur stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og verjir hetta sjúkrahús burturav.

 

Ein leiðsla fyri alt sjúkrahúsverkið

Sjálvandi skulu vit hava eina felags sjúkrahúsleiðslu, og politikarar skulu skapa karmar og ikki smálutastýra sjúkrahúsverkinum, grundað á lokalpolitisk seráhugamál.

Vit rekuttera ikki læknar til tey smáu sjúkrahúsini, tí fólkagrundalagið er ikki til staðar fyri serlæknar at menna seg, og har er eisini sera avmarkað læknafaktligt umhvørvi.

Vit skulu hava eina felags sjúkrahúsleiðslu, t.v.s. ein sjúkrahússtjóra, og pengarnir, sum eru játtaðir til sjúkrahúsverkið skal koma sjúklingunum til góðar og ikki til fleiri lokalar stjórar og lokal áhugamál.

Tað er gott, at okkara formaður í Sambandsflokkinum hevur fráboðað alment sína meining á økinum, um at vit eiga at seta eina felags leiðslu, herundir ein stjóra fyri alt sjúkrahúsverkið.

 

Tað skal ikki verða soleiðis, at okkara formaður skal hava munnkurv, bara tí hann sigur Bjørn Kalsø ella øðrum í Norðoyggjum ímóti.  

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur  í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur