Tað er loyvt skipum at sigla í føroyskum sjóøki við háradioaktivum evnum umborð

30. mars 2015



Johan Dahl, landsstýrismaður hevur nú svara fyrispurninginum hjá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni viðvíkjandi sigling í føroyskum sjóøki við radioaktivum evnum umborð. Svarið vísir, at fáar avmarkingar eru fyri hesi sigling.

”Ja tað er loyvt.” So stutt svarar Johan Dahl, landsstýrismaður, tá Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin spyr, um tað er loyvt skipum at sigla í føroyskum sjóøki við háradioaktivum evnum umborð. Og tá Helgi Abrahamsen spyr, um serligt loyvi krevst til hesa sigling svarar landsstýrismaðurin, at Sjóvinnustýrið setir einki krav um serligt loyvi til tílíka sigling. Tó sigur hann, at um tílík skip skulu í føroyska havn, skulu tey, eins og onnur fremmand skip, hava loðs.

Eingin avmarking í siglingarleiðum
Tá Helgi Abrahamsen spyr, hvussu nær landi skip kunnu koma við háradioaktivum evnum umborð, svarar Johan Dahl, at eingin avmarking er í siglingarleiðunum. Skipini skulu tó sum onnur skip boða Vørn frá, um tey eru á veg í føroyska havn.

Johan Dahl vísir annars til reglurnar í IMDG koduni (International Maritime Dangerous Goods), sum áseta, hvussu vandamikil evni umborð á skipum skulu verða varðveitt trygt.

Tilbúgvingin byggir á avtalu við Beredskabsstyrelsen
Helgi Abrahamsen spurdi eisini, hvørja tilbúgving vit hava at taka til, um so skuldi verið, at eitt skip við háradioaktivum evnum umborð skuldi verið fyri eini vanlukku í føroyskum sjóøki.

Johan Dahl vísir í svarinum til avtalu við Beredskabsstyrelsen í Danmark í sambandi við vanlukkur við radioaktivum evnum. Innihaldið í avtaluni fevnir um tænastur, ávaring og kunning, førleikamenning og venjingar, millumtjóða samstarv og økonomi.

Samanumtikið kann sigast, at næstan ongar avmarkingar eru fyri skip við háradioaktivum evnum umborð í føroyskum sjóøki.


RN


Aftur