Samstarv heldur enn klandur – útbyggingin av Tórshavnar Havn

1. apríl 2015



Tá okkara landspolitikarar ikki megna at leiða og stýra landinum, við eitt nú at seta í verk nýskipanir av ymiskum slag og fáa avlop á fíggjarlógini í bestu tíðum, ja so royna teir seg nú sum veruligar lokalpolitikarar - tann seinasti í røðini er Jákup Mikkelsen.

Vit minnast øll eina vegleiðandi fólkaatkvøðu frá 3. mai 2012 um kommunusamanlegging, har ætlanin var at savna Føroyar í 7 búskaparliga, fyrisitingarliga og sosialt burðardyggar eindir. Men hendan fólkaatkvøða man vera ein tann løgnasta í nýggjari tíð. Landsstýrið reisti land og ríki runt við ongum boðskapi - onkur ímóti, onkur annar fyri. Henda verkætlan um kommunusamanlegging er eitt dømið uppá, at samgongan og landsstýrið flýggjaðu undan ábyrgd og uppgávuni at skipa samfelagið bygnaðarliga optimalt. Slíkar samanleggingar eru í okkara grannalondum ikki avgreiddar við fólkaatkvøðu, men av tí, til eina og hvørja tíð, sitandi tingi, samgongu og stjórn.

Tórshavnar Kommuna er ein stór kommunal eind, sum hevur búskaparliga styrki at menna seg, meðan smáu kommunurnar bara gerast veikari og detta burturímillum. Hetta er samgonguni og landsstýrinum fyri at takka. Tað at hava stórar kommunueindir hongur neyvt saman við møguleikunum fyri útbyggingum runt um í landinum, men tá eindirnar eru so smáar, so er hetta jú ein forðing fyri menning, men ikki hjá Tórshavnar Kommunu við tí stødd henda kommuna hevur.

Jákup Mikkelsen sær ikki út til at virða tað kommunula sjálvræðið og avgerðarættin, sum er hjá kommununum. Hann er farin at føra lokalpolitikk.

Tá nú tey, sum eru vald at leiða og stýra landinum ikki megna tað, hvar fara tey so, jú at reka lokalpolitikk og kommunalpolitikk - tí er ov lítið skil í landspolitikkinum.

Vit í Tórshavnar Býráð hava valt at fara undir at útbyggja Tórshavnar Havn, fyri at skapa møguleikar fyri framburði og menning, soleiðis, at vit framhaldandi kunnu hava arbeiðspláss í Havn til m.a. verkafólkið. Vit vísa, at vit duga og hava dirvið at útbyggja í takt við tær nýggju avbjóðingarnar, sum framtíðin krevur av okkum.

Vit skapa rúmd fyri at skipa Tórshavnar Havn sum eitt nútímans og spennandi vinnuøkið, soleiðis at vit fáa fult útnyttilsi av økinum, við at útbyggja til góðshavn og ferðavinnu - og hareftir skipa vit havnaøkið.

Tað hevði verið upp á sítt pláss, at landspolitikkarar í sama mun høvdu politiskar visiónir uppá landsplan um okkara framtíð, og ikki ganga ímóti framburði og menning av høvuðsstaðnum.

Vónandi verður tað ikki Sambandsflokkurin, sum í Tinginum fer at leggja forðingar fyri at menna okkara høvuðsstað. Hendir tað, so verður tað onki minni enn eitt skrædl fyri flokkin í Suðurstreymi til eitt komandi Løgtingsval, og serliga fyri tey, sum standa aftanfyri.

Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur