Ræðumyndirnar hildu ikki

9. apríl 2015



Ræðumyndirnar hildu ikki
”Vit mugu í dag ásanna, at ræðumyndirnar, sum andstøðuumboðini í fíggjarnevndini málaðu í álitinum fyri trimum árum síðani, vóru skeivar,” tað segði Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, tá løgtingið í dag hevði fyrstu viðgerð av uppskotinum um fíggjarkarm fyri 2016.

Helgi Abrahamsen las eitt brot úr minnilutaálitinum frá 2012, har Kristina Háfoss, Helena Dam á Neystabø og Eyðgunn Samuelsen millum annað skrivaðu:

”Vit hava fólkaminking og stórt arbeiðsloysi, men heldur enn at loysa hesa avbjóðing, so vil samgongan við at økja um pensjónsaldurin, minka um útboðið av tøkum størvum við heili 1.000 størvum frá 2013 – 2016. Eisini vil samgongan skerja játtanina til Fróðskaparsetur Føroya og føroyska gransking, ið skuldu verið uppraðfest fyri at fáa fólkavøkstur og framgongd aftur í Føroyum.”

Tað øvugta hendi
”Og hvat er so hent síani hesar reglurnar vórðu skrivaðar?” spurdi Helgi Abrahamsen. ”Fólkatalið er vaksið, arbeiðsloysið er næstan hálverað, pensjónsaldurin er ikki hækkaður, talið av arbeiðsplássum er hækkað, og tað hevur ongantíð verið granskað meira enn nú,” segði hann.

Helgi Abrahamsen vísti eisini á, at andstøðuálitið frá 2012 fýltist á, at einki varð gjørt á orkuøkinum, men at í 2014 hendi tað, at grøna orkan yvirhálaði oljuna í el-framleiðsluni. Eisini vísti álitið frá 2012 á brúkaragjøld í Heilsuverkinum sum ongantíð komu.

”Vit kunnu altíð kjakast um, hvør hevur æruna og hvat er hepni, men tølini tala og tað er heilt týðuligt, at andstøðuumboðini í fíggjarnevndini trúðu ikki í 2012, at tølini fóru at síggja so gott út í 2015 – langt frá tí!” segði Helgi Abrahamsen.


RN


Aftur