Stakir pensjónistar verða taparar

10. apríl 2015



Tað er ein kendur trupulleiki, at sosialar veitingar ofta enda í hondunum á teimum, sum tær ikki vóru ætlaðar til. Ein avleiðing av tí er, at minni verður til teirra, sum eftir ætlan skuldu hava pengarnar.

Eg hugsi her um fólkapensjónistar og tað kjakið sum seinastu tíðina hevur verið um munin millum gift og ógift. Skulu øll fáa líka? Skal munur vera á støkum og pørum? Og skal munur vera á um pørini eru gift ella ógift?

Var ongantíð ætlanin við skipanini
Frá politiskari síðu hava vit valt eina skipan, har stakir pensjónistar hava fingið meira upp á seg enn tey giftu. Hetta er gjørt út frá tí tankanum, at nógvar av útreiðslunum hjá einum støkum pensjónisti eru líka stórar sum tær eru hjá pørum. Tað kostar tað sama at fylla ein oljutanga, líkamikið um eitt ella tvey fólk búgva í húsinum. Eisini hevur ein grundleggjandi tanki verið, at hjún hava skyldur mótvegis hvørjum øðrum.

Men, hvussu so við teimum, sum liva saman uttan at vera gift? Tey eru á pappírinum støk, og hava tí rætt til hvør sína pensjón av tí hægra slagnum. Men øll vita, at ætlanin við at veita hægri pensjón til støk hevur ongantíð verið at gera mun millum hjún og sambúgvandi, sum ikki eru gift.

Vilja ikki misnýta skipanina
Eg vil ikki við hesum leggja fólk undir at vilja misnýta skipanina, tí rættiliga nógv av teimum sum liva saman ógift, eru einkjur og einkjumenn sum hava funnið saman á eldri árum, og av tí at bæði sita í óskiftum búgvi eftir fyrra hjúnafelagan, kann tað vera trupult at ganga í nýtt hjúnalag. So í flestu førum er talan helst ikki um eina roynd at misnýta skipanina. Heldur er tað skipanin, sum er somikið stirvin, at fólk velja ta lættastu loysnina, sum í hesum førinum eisini gevur fleiri pengar. Skipanin eggjar beinleiðis til, at fólk skulu liva saman, uttan at vera gift, og tað er óheppið.

Trupulleikin er, at hetta gevur ein mismun bæði mótvegis teimum giftu og teimum støku, og tann mismunin mugu vit frá politiskari síðu fáa rættaðan.

Tey støku verða taparar
Í august mánaði fekk landsstýriskvinnan við almannamálum ein fyrispurning, har hon varð spurd, um hon ætlaði at gera nakað við munin millum giftar pensjónistar og tey sum liva saman uttan at vera gift. Hon svaraði, at um gift og ógift skuldu hava líka nógv í pensjón, so fór tað at kosta landskassanum einar 55 til 65 mió. krónur um árið og tað hevði hon ikki pengar til – og so hendi einki.

Eg undrist á hetta svarið, tí vit tosa altso um nøkur, sum fáa meira útgoldið enn tey eftir ætlan eiga at fáa, og tí skuldi tað ikki kostað landskassanum pengar, at fingið hetta mistakið rættað. Tað skuldi annaðhvørt kostað minni, ella tað sama (um spardu inntøkurnar verða býttar út til hini).

Men sjálvandi – vit eru í einum valári, og tá skal eingin missa nakað. Tí verður víst til eina loysn, har øll fáa meira. - Altso øll skulu fáa líka nógv, líkamikið um tey eru hjún, støk ella liva saman ógift.

Jú, tað ljóðar mikið gott. Men, hvussu so við teimum, sum veruliga eru støk? Ætla vit, at tey í framtíðini skulu klára seg fyri helvtina av tí, sum hjún og sambúgvandi fáa? Tað vera hesi, sum í longdini verða taparar um tann loysnin verður vald.

Sama skipan fyri børn og pensjónistar
Fyri mær er eingin ivi um, at støk eiga at fáa eina lutfalsliga hægri pensjón enn hjún, tí teirra pensjón skal røkka til fleiri útreiðslur. Hin trupulleikin við at líkastilla hjún og sambúgvandi má loysast á ein annan hátt, og tað ber væl til.

Vit hava longu í dag eina skipan við fríplássum á dagstovnaøkinum, har munur ikki verður gjørdur á, um foreldrini hjá barninum eru gift ella ógift. Og tá tað ber at halda skil á teimum tingunum á barnaøkinum, so má tað eisini bera til viðvíkjandi pensjónistum.

Sjálvandi skulu hjún fáa líka nógv sum sambúgvandi, sum ikki eru gift, og sjálvandi skulu støk fáa lutfalsliga meira enn pør.

Helgi Abrahamsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur