Sambandsflokkurin nýggja heimasíðu

9. apríl 2015



Sambandsflokkurin og skrivstovan hjá flokkinum hevur seinastu tíðina arbeitt við at gera eina nýggja heimasíðu, herundir eitt nýtt heimasíðukonsept og tilhoyrandi mál og strategi.

Talan er um tøkniligar og bygnaðarligar broytingar umframt nýtt snið. Broytingin við smartphones og teldlum ger, at síðan er gjørd responsive, ið merkir, at sniðið á síðuni lagar seg eftir teimum ymisku skermstøddunum.

Flokkurin hevur sjálvur gjørt eitt umfatandi greiningararbeiði og allýst tørvin á upplýsing og vitan frá einari politiskari heimasíðu, her hjá Sambandsflokkinum - hetta áðrenn veitarin av heimasíðuni fór undir sítt arbeiðið.

Sendistovan hevur staðið fyri at gera nýggju heimasíðuna og er hetta gjørt í tøttum samstarvi við Sambandsflokkin og tey, sum skulu vitja og brúka heimasíðuna.

Heimasíðan er gjørd útfrá m.a. hesum kriteriu:

• Brúkaravinarligheit – skjótt og lætt
• Tilfar – álítandi, seriøst, fakta o.a.
• Dynamikkur – leypandi tíðindi
• Dagførd og eftirfarandi
• Viðkomandi og greiðar politiskar boðskapir
• Góðir fjølmiðlaupplýsingar
• Attraktiv - fangandi útsjónd

Nýggja heimasíðan inniheldur eisini eina sokallaða kampanjusíðu, har lýsast kann við serligum átøkum, eitt nú í sambandi við valstríð.

Leiðslan vónar, at allir borgarar, sambandsveljarar, fjølmiðlar og aðrir áhugabólkar við hesum fáa ein effektivan samskiftismiðil til at fylgja við í, hvat hendir í flokkinum, um politisk mál og verkætlanir og politiskar meiningar.

Leiðslan væntar, at tingmanning, landsstýrisfólk, veljarafeløg og onnur sambandsáhuga fara at brúka heimasíðuna sum samskiftisamboð og vilja taka lut í politiska samfelagskjakinum við at skriva greinar, veita upplýsing o.a. – serliga nú tvey val standa fyri framman.

Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá Sambandsflokkinum!


RN


Aftur